Teir tríggir flokkarnir, sum skipa samgongu, eru nú púra samdir um bæði samgonguskjal og um, hvussu tey ymsu málsøkini skulu býtast í millum flokkarnar.
Semjan fekst í lag seint í gjárkvøldið, og sostatt tók tað eitt gott samdøgur hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn at semjast um hvørji málsøki, hvør flokkur skal umsita í hesi nýggu CEF samgonguni.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og samráðingarleiðari, sigur, at tey hava avtalað ikki at siga nakað alment um samgonguskjal, ella málsøkjabýti fyrrenn í morgin, tá ið kallað verður saman til tíðindafund.
Men tað er greitt, at Aksel V. Johannesen sjálvur verður løgmaður.
Tað er eisini siðvenja, at flokkurin, sum hevur løgmann, skal ikki eisini umsita fíggjarmál.
Aksel V. Johannesen ásannar, at tað er siðvenjan, men hann vil hvørki vátta ella avsanna, um hon verður hildin í hesi samgonguni.
Hinvegin hevur Norðlýsið fingið váttað, at Tjóðveldi skal umsita fíggjarmál og fiskivinnumál og at Framsókn skal umsita vinnumál.