Pia Kjærsgaard størsti rasistur í Europa

Eitt svenskt tíðarrit hevur kosið danska politikaran, Piu Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokkinum, at vera størsti rasistur í Europa í løtuni. Samstundis staðfestir blaðið, at hon liggur eina góða bátslongd framman fyri bæði Geert Wilders og Silvio Berlusconi.

Tað er svenska tíðarritið Gringo, ið kemur til hesa niðurstøðu, eftir at blaðið hevur kannað ymisk úttalilsi hjá høgravendum politiskum flokkum í Europa.

– Sambært Piu Kjærsgaard eru muslimarnir og Islam atvoldin til nærum allar trupulleikar í Danmark. Og tá ið hugsað verður um stóra politiska valdið, hon hevur í løtuni sum Fólkatingsins formaður, so elvir hon til ein óhugnaligan og risastóran rasistiskan koktail, vil blaðstjórin á Gringo, Frederico Rodriguez Moreno, vera við.

Á hesum lista sæst, at hálendski politikaran Geert Wilders er nummar tvey, ímeðan italski stjórnarleiðarin, Silvio Berlusconi, er at finna á einum fimtaplássi.

Pia Kjærsgaard hevur ongar viðmerkingar til kjósingina, men spunasmiður hennara, Søren Søndergaard, sigur, at listin er bæði láturligur og tápuligur.