ÍF skoraði sigursmálið í síðstu løtu

1.DEILD: Toppliðið lá tvær ferðir undir á Sandi, men kortini eydnaðist tað at vinna

Síðsta sparkið í næstbestu deildini var Inni í Dal á Sandi, har ÍF tíðliga seinnapartin var gestur hjá B71.

Heimaliðið legði seg framum, tá ið fimm minuttir vóru farnir. Málskjútti var Tijani Mohammed, sum skoraði fyri fjúrtandu ferð í landskappingini. Hetta var fyrsta málið hjá honum síðani 15. september.

 

Fýra minuttir undan steðginum javnaði Arnold Kristiansen fyri ÍF. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði gamli ÍF kenningurin Clayton Soares B71 framumaftur, og heimaleiðslan helt sær, inntil tað restaðu níggju minuttir. Tá gjørdi B71 sjálvmál, og tá ið tríggir minuttir vóru farnir útum vanligu tíðina, skoraði Sámal Joensen til 3-2 til ÍF.

 

Eftir dystarlok handaði Karl Vidtfeldt, fyrrverandi FSF nevndarlimur og núverandi formaður í B71, ÍF gullkrónur og steypið fyri at hava vunnið næstbestu deildina. Og so fór ÍF ferðalagið norður aftur at fegnast saman við viðhaldsfólkunum á ársveitsluni um góðu gongdina og um, at tað eftir steðg í eitt ár aftur verður sunnudagsfótbóltur í Fuglafirði.