kortini, tá teir vitjaðu í Runavík um vikuskiftið. Dysturin millum Royn og NSÍ var ikki av teimum bestu. Tað bleiv mest til eitt stríð miðvøllin, og teir heilt opnu møguleikarnir vóru rættiliga spjaddir. [...] talan var so at siga eins nógv um sjálvmál. NSÍ, sum hevði meginpartin av spælinum, men ikki megnaði at spæla seg fram til teir stóru kjansirnar, fekk minkað um munin, tá eini tíggju minuttir vóru eftir. R [...] og Sonni L. Petersen kundi púra leysur skora til 1-2. Men tíðin var runnin út, og Royn kundi fara suður um aftur við trimum stigum í viðførinum, meðan NSÍ ikki slapp av niðasta plássinum í deildini.
Tað hevur ikki verið so stuttligt at verið ÍF-ari í ár. Liðið hjá fuglfirðingum hevur havt trupult við at gera mál, og tað hevur merkt, at ÍF fram til sunnudagin ikki hevði vunnið í 1. deild. Burtursæð [...] úr einum dysti. Ikki fyrr enn sunnudagin. Sumba var í Fuglafirði, og har trívast teir ikki væl. Í steypakappingini fyrr í ár taptu sumbingar 11-0 í Fuglafirði, og tað úrslitið var ikki langt frá at endurtaka [...] 6-0, og møguleikarnir vóru til fleiri mál. Skoytast skal upp í, at sumbingar tvær ferðir høvdu bóltin á stongini, men tá var ÍF longu langt frammanfyri. Sumbingar vóru skerdir til dystin. Tríggir av teimum
um at verja, eisini hevði fleiri góðar møguleikar, sum ikki vórðu útnyttaðir. Klaksvíkingar hava eisini alla orsøk til at iðra seg um, at teir ikki fingu í minsta lagi eitt stig burtur úr dystinum. Sigursmálið [...] Høgnesen og javnar til 2-2. Eingin tíð er eftir, men í staðin fyri at iðra seg um mista sigurin, setir B36 dystin í gongd aftur, og Jákup á Borg fær fría ferð heilt fram móti málinum og skorar til 3-2, áðrenn [...] fingið armarnar niður aftur. B36-húsið og KÍ-venjarin á gosi, og B36 vinnur dystin 3-2. Fram til tá hevði ikki verið nakað, sum kundi fingið fólk at minst aftur á henda dystin. KÍ kom á odda, tá tjúgu minuttir
støðan 2-0 til LÍF. Kristian Eliasen royndi seg við langskoti, sum Dánjal Bærentsen í B36-málinum fekk bjargað til horna. Hornasparkið endaði hjá Kristiani Eliasen, sum hesaferð fekk bóltin í málið til 1-0. [...] afturat, og tað var B36, sum tá minkaði til 1-3. Men í seinastu minuttunum fekk LÍF tvey mál afturat, so endaliga støðan bleiv 5-1. LÍF vísti heilt gott spæl til tíðir, og teir hava eina sterka verju og [...] leygardagin, tá teir vunnu 5-1 á B36. Leirvíkingar eru í løtuni á øðrum plássi í deildini, og munurin upp til oddaliðið B71 er bert eitt stig. Tað eru eftirhondini nógv ár, síðani LÍF veruliga gjørdi um seg í
ovurfegin um avrikið í Parkini. Fjølmiðlarnir vilja vita, hvør uppskriftin er til, at hansara lið, sum í mun til so nógv onnur lið, ikki er samansett av spælarum, ið eru fulltíðar yvkisspælarar, roynist so væl: [...] plássi. Í fjør eydnaðist tað ikki, tí tá endaðu vit sum nummar níggju, men í ár ætla vit at røkka hægri, sigur Jákup Mikkelsen. Seinni trumfurin Í 2. hálvleiki økti Herfølge bæði til 2-0 og 3-0. FCK royndi at [...] Peter Nielsen, sum var upp á tal til HM hópin í summar, og er liðformaður hjá FCK, varð settur at skjóta: ? Eg hevði gjørt av við meg sjálvan, at eg skuldi fara til høgru. Skotið hjá honum var veikt
síðani danir vóru við til at seta fót fyri royndunum hjá svium og hinum europeisku londunum at velja Lennart Johansson til formann í FIFA, hittust norðurlendsku fótbóltssambondini til fundar leygardagin. [...] hittust í venjingardystum, men nú er nakað síðani, at teir góvust við hesum. Tað vóru ikki stundir til tað, kappingin var ikki nóg áhugaverd fyri áskoðararnar, og fíggjarliga var hetta ein kleppur vóru nakrar [...] ber væl til at ímynda sær, at fleiri av norðurlendsku londunum fara at koma í bólk saman, tá tað um hálvt annað ár fer at verða kastaður lutur um, hvussu londini skulu bólkast í undankappingini til HM endaspælið
ganga. Ikki tí at eingin vilji var til at vinna uppaftur meiri sannførandi og harvið vaska vánaliga málmunin frá gøtudystinum burtur, men heldur tí at umstøðurnar vóru soleiðis, at tað so at siga ikki bar [...] hann smekkaði til, og í trunkanum rakti bólturin í ein annan miðvallara, Kára Hansen, og sigldi í kassan, uttan at Bjarni Johansen hevði nakran møguleika fyri at bjarga. Tá NSÍ økti til 3-0 tók bólturin [...] Tað eydnaðist ikki, men tað var eingin skaði í tí. Ein tryggur heimasigur, og NSÍ er av álvara við í kappingini um heiðursmerkini, sum teir higartil ongantíð hava vunnið. Vágbingar vinna ikki heiðursmerki
skiftisspælarunum, ið ikki vóru komnir inn í tí dystinum, spældu við, og gøtumenn nutu serliga gott av, at skilagóði Erland Tvørfoss var á miðvøllinum og Samson Nesá í miðverjuni. Talan var ikki um nógvar upplagdar [...] Venjingarstøðan er ikki tann, sum hon er hjá flestu liðunum í bestu deildini, men fatanin fyri fótbóltsspælinum, bóltførleikin og samanspælið hjá teimum næstbestu í GÍ og HB, sum leygardagin spældu í [...] upplagdar málmøguleikar, og Rúni Joensen í GÍ málinum og Carsten Andersen í HB málinum vórðu ikki ofta settir á stórar royndir. GÍ kom á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Eftir innlegg úr vinstru og skotroynd
. Hin fyrri var so stórur, sum tú næstan ikki kanst rokna við at fáa, og als ikki ímóti oddaliðnum, sum tað higartil ógvuliga sjáldan er skorað ímóti. Men til stóra iðran fyri trúføstu áskoðararnar á Tvøroyri [...] stútaður ímóti málinum. Breiddin hjá HB TB hevði ikki hepnið við sær, tá teir høvdu sínar møguleikar í 1. hálvleiki, og tað eydnaðist ikki at javna til 2-2. Soleiðis gongst ofta hjá botnliðum, og sum 2 [...] tveitti seg og stútaði, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist at fáa bóltin inn um Bárður Johannesen, sum hesa ferð vardi málið hjá HB, og sum gjørdi tað so mikið væl, at tað ikki tóktist vera nakar veikleiki
so tóktist hugburðurin hjá GÍ ikki sannførandi. Eftiransingarnar vóru ikki tættar, taklingarnar vóru ikki tað, tær onkuntíð hava verið, og hugflogið í álopspartinum var ikki serliga stórt. B68 fekk sítt [...] eydnaðist ikki, og Sámal Joensen var fyrstur á. Tá kendist tað sum um tað skuldi eydnast hjá GÍ at kroysta seg til sigurin. B68 leiðslumálið stutt eftir punkteraði hetta, og so bleiv tað ikki til meiri enn [...] væl. Álopsspælið hekk ikki altíð saman, og til tíðir vóru teir kroystir og sparkaðu ov nógv. Tað var kærkomið, tá málini komu, og serliga tá toftamenn eftir 26 minuttir skoraðu til 1-0, vuksu teir fleiri