Nýggj sjúkrahúslóg Nú skulu sjúklingarnir, sum koma í holt við sjúkrahúsini í Føroyum, fáa betri umstøður at gera vart við seg, tá ið okkurt er, sum teir eru ónøgdir við, ella okkurt er, sum teir halda [...] verða øðrvísi og betri. Tað er eitt endamál við nýggju sjúkrahúslógini, sum nú er til viðgerðar í tinginum. Í løtuni hevur hvørt sjúkrahús eitt fimm mannað sjúkrahúsráð. Tey eru ráðgevandi, men tey hava ongan [...] felags áhuga, sum eitur uppvenjing, tó at uppvenjingin er ymisk fyri hvønn bólk. ? Í løtuni samskifta hesi feløgini hvør í sínum lagi við landsstýrismannin. Men abreiða tey ígjøgnum sjúklingaráðið, kunnu
Í heyst kemur út bók um losjurnar í Føroyum. Losjan í Havn varð 100 ár í 2002, í tí sambandi eru persónsmyndir, sum hava almennan áhuga, men tað hevur ikki eydnast at eyðmerkja allar. Tískil hevur blaðið [...] Maria í Rættará (Mouritsen), 51. ókend, 52. Inga í Króki, 53. Ole Arge (Óla Smið), 54. Jógvan Jacobsen (beiggi Jørgen á Áarvegnum), 55. Johs. Dam Bjørgheim, 56. Johs. í Króki, 57. Hans Jákup í Dalólastovu [...] (kona Hans Jákup í Dalólastovu), 8. Pylle (Poul Niclasen), 9. Laurits (á Bakka), 10. Vágheini, 11. Jákup í Mattalág, 12. Elieser Rubeksen, 13. Sofus á Argjum, 14. Jacob Lindenskov (í Rættará), 15. Jákup
Staðfestingin av Lochnagarfundinum í bretskum øki, beint við føroyska markið hevur fingið nýtt lív í vónirnar, at Føroyar kunnu gerast eitt oljuframleiðandi land í framtíðini. Oljufeløgini, sum enn hava [...] útjaðaraøki hevur Føroyar brúk fyri umsøkjarum, sum heldur enn at renna seg fastar í forðingar, síggja nógvar møguleikar í økinum. Tvey privat føroysk oljufeløg vórðu sett á stovn undan fyrstu útbjóðingarrunduni [...] eru við í útbjóðingini. Bjarni Djurholm helt fyri, at við teimum arbeiðsskráunum, sum eru samtyktar, so er endamálið rokkið við útbjóðingini. Hóast eingir brunnar eru knýttir at útbjóðingini í fyrstu atløgu
Farimagsgades skole í Keypmannahavn, og síðani síðst í níti árunum hevur hann búð á Vejle leiðini, har hann er lærari. Hann arbeiðir bæði í einum privatskúla og í musikkskúlanum í Vejle. Í fleiri enn tríati [...] ur fyri. Hetta verkið komponeraði hann í sambandi við Jacob Gade festivalin í Danmark í 2002. Verkini hjá Paula í Sandagerði eru framførd í Asia og Amerika og í Europa úr Norðurnoregi og suður til Grikkalands [...] systkjum. Hini eru Anna og Sjúrður. Í 1974 leyk Pauli studentsprógv í Hoydølum, og í 1980 tók hann læraraprógv á Føroya Læraraskúla. Nógvu tey fyrstu árini var Pauli lærari í Eysturskúlanum. Ein part av skúlaárinum
samkomu, har umboð fyri stovnar og fyritøkur í Føroyum vóru við. Sambært Johan hevði hetta ikki kostað tað nógva, tí ein hevði fingið tað innaftur mangar ferðir í goodwill og handilssambondum. -Eg haldi, at [...] -Í Guðrun Sólju og Eivør eiga vit nakrar ótrúligar ambassadørar fyri føroyska mentan. Men duga vit at síggja møguleikarnar í hesum, tá kunnast skal um føroysk viðurskifti?! Henda spurningin setur Johan [...] Johan Mortensen fram, nú finalan í kappingini "Stjørna í eitt kvøld" verður fríggjakvøldið. Fyri hann er eingin ivi um, at hetta er eitt ótrúligt høvi at vísa dønum á Føroyar, og at gera eitt stórt PR fyri
Í sambandi við at 2. apríl í ár eru liðin 200 ár, síðani H. C. Andersen var borin í heim, hava danska Kenslumálaráð-ið, forlagið Gyldendal, H.C.Andersen-2005 grunnurin og Nørhaven A/S í felag givið út [...] Andersen. Saman við útgávuni er gjørd ein serútgáva í 70.000 eintøkum til skúlanæming-ar. Henda bók verður latin øllum næmingum í 6. flokki í Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Bókin er 360 síður, og hevur [...] hátíðarhaldið í sambandi við føðingardagin hjá H. C. Andersen verður partur av átakinum at økja lesihugin, í hesum føri hjá næmingum í 6. flokki. Tað hevur seinastu árini vakt stóran ans og umrøðu í so at siga
jarðfrøðingur. Hevur arbeitt hjá Chevron í Houston í mong ár, har hann hevur verið í verkætlanum á djúpum vatni í Indonesia. Var sjálvur í Indonesia seinast í 90-unum, men vendir nú bæði Indonesia og Houston [...] um føroyska landgrunnin. Tað er stór broyting at arbeiða í Houston við oljuleiting í Indonesia og so at koma til Føroya. Eg havi bert verið her í fýra tímar men kann siga, at hetta er eitt vakurt land, [...] eisini við í einum øðrum fundi, nevnt Cambo. Haraftrat er felagið bæði fyristøðufelag og partnari í fleiri øðrum loyvum á bretska landgrunninum. -Eg havi bert verið leiðari fyri hetta økið í ein mánað,
eisini borið øllum húsarhaldum í Norðoyggjum og í Eysturoy týskvøld. Harafturat hevur Norðlýsið heimasíðuna nordlysid.fo. Hon er ein tann mest vitjaða heimasíðan í Føroyum. Síðst í sjeyti árunum gav Norðlýsið [...] styttri. Hóast hann hevur verið blaðstjóri í 30 ár út í eitt, so eru eingi tekin um, at Oliver Joensen hevur í hyggju at fara úr sessinum, sum hann trívst væl í. Tað líkar klaksvíkingum og norðoyingum væl [...] góvu blaðið út. Í nógv ár sat Oliver einsamallur við blaðnum, men hesi seinastu árini hevur hann havt tað saman við soninum John Willian Joensen. Í løtuni er Oliver tann redaktørurin í føroyska miðlaheiminum
ár og m.a. sýnt fram í Føroyum á Varmakeldu, í Ribarhus og í Listaskálanum og í Danmark í Galleri Flintholm og Galleri Arleth. Myndevnið hjá Heðin Kambsdal er ofta bygdin, tað mystiska ljósið tá myrkur [...] framsýningin í Galerie Focus í ár er við Heðin Kambsdal, og letur hon upp í dag, fríggjadagin kl 16 Heðin Kambsdal er úr Fuglafirði, útbúgvin lærari og undirvísir m. a. í tónleiki. Hann hevur málað í nógv ár [...] livandi verðirnar?. Kanska fólk eta náttura, hyggja í sjónvarp ella sova, hvør veit, men eitt er vist, fólk eru ikki at síggja í bygdamyndini, í vindeygunum, í hurðaopinum ella á vegnum. Húsið stendur sum fyri
Norrøna Tað er ov lítið, at Norrøna bara hevur eina havn í Føroyum, sum hon kann brúka. Tað er eitt sjónarmið, sum fleiri ferðir hevur verið nevnt. Men í høvuðsstaðnum er ikki ætlanin at byggja meiri út til [...] havnalagið í Runavík byggjast út til Norrønu, verður tað neyðugt, at Norrøna tekur Runavík uppí ferðaætlanina og fer at sigla fast til Runavíkar, í hvussu so er um veturin. ? Skulu vit byggja út í Runavík [...] avnin á Trongisvágsfirði verður gjørd soleiðis, at Norrøna eisini fær brúkt hana í eini neyðstøðu, tá ið ivaveður er í Havn. Hann sigur, at tað einasta, sum skal gerast við ætlaðu ferjuleguna, sum verður