Frá oljuleiting í Indonesia til Føroya

Chevron er eitt av mest virknu oljufeløgunum á Atlantsmótinum. Nýggi oddamaðurin fyri hetta økið fer at halda fram við tí miðvísa kanningararbeiðinum hjá felagnum. Sosialurin hevur tosað við hann.

Hann er amerikanari og útbúgvin jarðfrøðingur. Hevur arbeitt hjá Chevron í Houston í mong ár, har hann hevur verið í verkætlanum á djúpum vatni í Indonesia. Var sjálvur í Indonesia seinast í 90-unum, men vendir nú bæði Indonesia og Houston bakið. Nú fekk hann so boð um, at hann skuldi flytast til aðrar uppgávur og annað øki. Og valið fall á West of Shetland økið, sum eisini fevnir um føroyska landgrunnin.

Tað er stór broyting at arbeiða í Houston við oljuleiting í Indonesia og so at koma til Føroya. Eg havi bert verið her í fýra tímar men kann siga, at hetta er eitt vakurt land, og mær dámar serstakliga væl ymsu litirnar á øllum húsunum sigur Donald P. Ragusa, sum er maðurin, ið komandi tíðina ella árini skal standa á odda fyri nógva leitivirkseminum hjá Chevron á Atlantsmótinum herí eisini Føroyum. Chevron er eitt tað mest virkna oljufelagið um okkara leiðir og raðfestir felagið leitingina her sera høgt.

-Vit royna alla tíðina at skilja alt hetta økið betri, soleiðis at vit kunnu forsvara tær íløgur vit skulu gera her í framtíðini sigur Ragusa, sum leggur aftrat, at nú felagið er so virkið kring allan heimin er meira neyðugt at gera eitt neyvt forarbeiði, soleiðis at man veit, hvørjir møguleikar eru fyri at finna kolvetni.

Ragusa vil ikki gera viðmerkingar til møguligar komandi boring á føroyska landgrunninum. Hann viðgongur, at tað arbeiði, sum felagið ger hinumegin markið vil sjálvandi eisini hava týdning fyri framtíðar ætlaninar fyri teirra loyvi á føroyska landgrunninum. Her verður m.a. sipað til Rosebankfundið. Chevron er eisini við í einum øðrum fundi, nevnt Cambo. Haraftrat er felagið bæði fyristøðufelag og partnari í fleiri øðrum loyvum á bretska landgrunninum.

-Eg havi bert verið leiðari fyri hetta økið í ein mánað, so fái ikki úttalað meg um smálutir enn. Men tað er greitt, at eg gleði meg at gerast partur av spennandi útviklinginum í hesum partinum av heiminum.

Chevron stóð herfyri á odda fyri eini risastórari seismiskar verkætlan yvir fleiri partar av Atlantsmótinum. -Vit vitgera framvegis seismikkin, sum er skotin í økinum og út frá komandi tulkingum fara vit so saman við okkara partnarum at stinga út í kortið og taka avgerð um, hvat skal henda. Chevron fekk tillutað eitt loyvi í 2. føroysku útbjóðingini, sum liggur heilt út móti markinum.