Í Klaksvík plagdu tey at siga, at Norðlýsið kom altíð aftur. Tað hevði tað gjørt so mangan áður, og tað gjørdi tað aftur 8. oktober hetta sama árið. Tá vóru tað aftur Eigil Hentze og Oliver Joensen, sum góvu blaðið út. Í nógv ár sat Oliver einsamallur við blaðnum, men hesi seinastu árini hevur hann havt tað saman við soninum John Willian Joensen.
Í løtuni er Oliver tann redaktørurin í føroyska miðlaheiminum, sum hevur sitið longst í sessinum. Norðlýsið er familjufyritøka. Oliver hevur verið sera væl stuðlaður av konuni, Elsu, og eisini av døtrunum Jastrid, Jacobinu og Hannufíu. Blaðið heldur til í kjallaranum í sethúsunum hjá Elsu og Oliver, sum eru uppi á Hædd.
Hjá klaksvíkingum hoyrir tað við til rútmuna, at teir hóskvøld keypa Norðlýsið. Soleiðis hevur tað altíð verið. Tey seinnu árini hava feðgarnir spílað seg uppaftur meiri út. Nú verður blaðið eisini borið øllum húsarhaldum í Norðoyggjum og í Eysturoy týskvøld. Harafturat hevur Norðlýsið heimasíðuna nordlysid.fo. Hon er ein tann mest vitjaða heimasíðan í Føroyum. Síðst í sjeyti árunum gav Norðlýsið út myndablaðið Kolon.
Politikkurin hjá Norðlýsinum hevur altíð verið fyrst og fremst at skriva um Klaksvík og klaksvíkingar. Útgangsstøðið er subjektivt, og eingin ivast í, hvar hjartað liggur, tá ið tað verður skrivað og lisið um kommunalpolitikk, fiskarí, Klaksvíkar Sjúkrahús og ikki minst ítrótt og serliga fótbólt.
Ein av profilunum er at verja útjaðaran móti høvuðsstaðnum og miðsavningini, sum Norðlýsið sigur gongur av sær sjálvari, um tað ikki av øllum alvi verður hildið ímóti. Viðhvørt tykist linjan at kámast eitt vet, men so spenna teir í aftur og harvið halda teir seg verja samleikan bæði hjá sær sjálvum og klaksvíkingum.
Oliver hevur verið ótroyttiligur. Norðlýsið plagdi at vera burtur nógvar vikur um summarið. Eisini í summar hildu teir summarfrí, men tað tykist sum um, at steðgirnir verða styttri og styttri.
Hóast hann hevur verið blaðstjóri í 30 ár út í eitt, so eru eingi tekin um, at Oliver Joensen hevur í hyggju at fara úr sessinum, sum hann trívst væl í. Tað líkar klaksvíkingum og norðoyingum væl, og teir kenna seg fáa fleiri eykavinningar við, at Norðlýsið er partur av samfelagnum har norðuri. Eitt nú er manningin á Norðlýsinum nógv uppi í fyrireikingunum av sera væl umtókta sjómannadegnum, sum klaksvíkingar halda um miðjan august mánað.J










