Latið tykkum ikki ræða av fortíðini ? síggið møguleikarnar í framtíðini

Tað var landsstýrismaðurin í olju- og vinnumálum, sum lat upp stóru olju- og fiskivinnuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum týsdagin. Hann vísti á, at tað var ein heiður at kunna seta ráðstevnuna ?Offshore Faroes 2005? Dagin fyri hevði hann tann heiður at lata sjey leitiloyvi til fimm bólkar við oljufeløgum

Ráðstevna

-Tað var ein frægd at síggja, at nýggj oljufeløg eru millum teir góðu umsøkjararnar og haraftrat at feløg, sum eru virkin á Føroyaøkinum ikki hava latið seg ræða av fyribils úrslitunum. Sum eitt frontier- ella útjaðaraøki hevur Føroyar brúk fyri umsøkjarum, sum heldur enn at renna seg fastar í forðingar, síggja nógvar møguleikar í økinum.

Tvey privat føroysk oljufeløg vórðu sett á stovn undan fyrstu útbjóðingarrunduni. Tað hevur verið sera spennandi at ´siggja, hvussu hesi bæði feløgini hava megnað at ment seg seinastu fýra árini og hvussu tey hava víðkað sítt virksemi uttan fyri Føroyar. Tað var tí sera gott at síggja, at hesi bæði feløgini eru við í útbjóðingini.

Bjarni Djurholm helt fyri, at við teimum arbeiðsskráunum, sum eru samtyktar, so er endamálið rokkið við útbjóðingini. Hóast eingir brunnar eru knýttir at útbjóðingini í fyrstu atløgu so var hann sannførdur um, at seismisku kannignarnar og aðrar kanningar, sum fara at verða gjørdar tey næstu árini fara at gera Føroyaøkið búgvið, soleiðis at loyvishavararnir kunnu halda fram til seinni at bora brunnar og vónandi finna lønandi nøgdnir av kolvetni.

Staðfestingin av Lochnagarfundinum í bretskum øki, beint við føroyska markið hevur fingið nýtt lív í vónirnar, at Føroyar kunnu gerast eitt oljuframleiðandi land í framtíðini.

Oljufeløgini, sum enn hava skyldur at bora brunnar frá 1. útbjóðing, hava sett seg í samband við Oljufyrisitingina, fyri at vita, um tað ber til at flyta síni boriforpliktilsi til onnur øki. Hesar samráðingar fara at halda fram í vár segði landsstýrismaðurin og helt fram:

-Vit eru øll sannførd um, at okkara upprunaligu vónir vórðu ov bjartskygdar og hava staðfest, at oljuleiting tekur tíð. Kortini haldi eg at oljuleiting fer at vera ein av nýggju vinnugreinunum, sum eru neyðugar til tess at fáa Føroyum fleiri bein at standa á og gerast eitt meira fjøltáttað vinnusamfelag. Tað er tí bara eitt náttúrligt stig at sameina vanligu oljuráðstevnuna við eini skrá, sum eisini fevnir um støðuna í okkara høvuðsvinnu. Eg havi sæð fram til at hoyra lokalar og altjóða kapasitetar umrøða, hvussu man skal kunna stimbra til vøkstur í øðrum ídnaðum enn bara fiskivinnuni, soleiðis at hesir vinnuvegir kunnu gerast eitt týðandi íkast til føroyska búskapin. Í heyst útpeikaði eg ein arbeiðsbólk, sum skal fyrireika ein nýggjan vinnupolitikk fyri Føroyar og eg vóni, at ráðstevnan fer at geva tí arbeiðinum íblástur.