Sjúklingar koma í eina sterkari støðu

? Sjúklingarnir á føroysku sjúkrahúsunum fáa nú betri møguleika fyri at gera vart við seg og at føra síni sjónarmið fram

Nýggj sjúkrahúslóg

Nú skulu sjúklingarnir, sum koma í holt við sjúkrahúsini í Føroyum, fáa betri umstøður at gera vart við seg, tá ið okkurt er, sum teir eru ónøgdir við, ella okkurt er, sum teir halda eigur at verða øðrvísi og betri.
Tað er eitt endamál við nýggju sjúkrahúslógini, sum nú er til viðgerðar í tinginum.
Í løtuni hevur hvørt sjúkrahús eitt fimm mannað sjúkrahúsráð. Tey eru ráðgevandi, men tey hava ongan myndugleika.
? Hetta eru ráð, sum umboða sjálvt sjúkrahúsið, men tá ið tey ongan myndugleika hava, hava tey heldur ongan veruligan leiklut, sigur landsstýrismaðurin.
Tí ætlar Hans Pauli Strøm sær nú at umskipa tey, so at tey fáa ein veruligan leiklut.

Talirør fyri sjúklingin
Sostatt er ætlanin at tað nú skal veljast eitt sjúklingarráð við níggju limum. Trý umboð skulu veljast fyri hvørt av teimum trimum sjúkrahúsunum.
Samstundis fær ráðið eitt nytt innihald, tí nú skulu tey verða umboð fyri sjúklingarnar, har ráðini fyrr umboðaðu sjúkrahúsini.
? Sjúklingaráðini skulu hereftir verða talirør hjá sjúklingum og røkja teirra áhugamál mótvegis sjúkrahúsunum og mótvegis politiska myndugleikanum.
Tað merkir, a sjúklingaráðið kann venda sær til politiska myndugleikan og sjúkrahúsini við ynskjum og krøvum hjá sjúklingum.
? Eitt nú kann sjúklingaráðið seta krøv til politiska myndugleikan og sjúkrahúsini og krevja øðrvísi raðfestingar, eitt nú um hvørjar sjúkuviðgerðir, eiga at vera á sjúkrahúsunum o.s.fr.
Hann sigur, at spurningurin um mammografi og uppvenjing eftir sjúku, eru tvey dømi um mál, sum eitt slíkt sjúklingaráð kundir arbeitt við og har tað kundi gjørt sína ávirkan galdandi.
Samstundis kunnu sjúklingar, sum hava okkurt at finnast at á sjúkrahúsunum, venda sær til sjúklingaráðið og biðja um at málið verður tikið upp.

Nógv størri slagkraft
Hans Pauli Strøm heldur, at sjúklingaráðið, sum er felags fyri alt landið, fær nógv størri slagkraft.
? Tað eru nógv sjúklingafeløg kring landið sum hvør í sínum lagi samskifta við landsstýrismannin. Hereftir skal alt tað samskifti ganga ígjøgnum tað felags sjúklingaráðið, tí mangan eru trupulleikarnir felags, sigur Hans Pauli Strøm.
Eitt nú hava heilafelagið, apopleksifelagið, giktafelagið og kanska onnur við, ein yvirskipaðan felags áhuga, sum eitur uppvenjing, tó at uppvenjingin er ymisk fyri hvønn bólk.
? Í løtuni samskifta hesi feløgini hvør í sínum lagi við landsstýrismannin. Men abreiða tey ígjøgnum sjúklingaráðið, kunnu krøvini samskipast og tað hevur størri ávirkan, heldur Hans Pauli Strøm.