-Í Guðrun Sólju og Eivør eiga vit nakrar ótrúligar ambassadørar fyri føroyska mentan. Men duga vit at síggja møguleikarnar í hesum, tá kunnast skal um føroysk viðurskifti?!
Henda spurningin setur Johan Mortensen fram, nú finalan í kappingini "Stjørna í eitt kvøld" verður fríggjakvøldið.
Fyri hann er eingin ivi um, at hetta er eitt ótrúligt høvi at vísa dønum á Føroyar, og at gera eitt stórt PR fyri føroyska ferðavinnu.
-Tí hevði eg ikki hildið tað verið órímiligt, um mentamálaráðharri okkara, Jógvan á Lakjuni var til staðar í finaluni og fekk sær pláss á fremsta beinki.
-Hetta hevði verið til sera stóra uppmuntring fyri Guðrun Sólju og hevði samstundis víst tann áhugan, sum landsins myndugleikar hava fyri mentanini, sigur Johan.
Ókeypis høvi
Johan Mortensen er maður við fjøltáttaðum royndum við marknaðarføring á vinnulívsøkinum.
Hann veit tí eisini nógv um, hvat skal til fyri at fáa inngongd til útlendsku marknaðirnar.
Ein slík sangkapping sum "Stjørna í eitt kvøld" er tí eitt ókeypis høvi at peika dønum á Føroyar.
-At Guðrun Sólja er komin so langt í hesi sangkappingini er einki minni enn ótrúligt, tá ein hugsar reint tónlistarliga. Men hetta er meiri enn tað: Hon hevur eisini verið við til at gera eitt fantastiskt PR fyri okkum sum ferðavinnuland.
-Spurningurin er bert, um landsins myndugleikar duga at brúka henda møguleikan til marknaðarføring til nakað skilagott fyri okkum, sigur Johan.
Til uppmuntring
Hansara uppskot er tí sera einfalt: Send mentamálaráðharran, Jógvan á Lakjuni til stóru høllina í Herning, og gev honum eitt pláss á fremsta beinki.
Við hesum kundi mentamálaráðharrin verið ein stór uppmuntring fyri Guðrun Sólju, og hevði í sama viðfangi kunna víst á tann týdningin, sum føroyingar leggja í tónleikin sum mentanargrein.
- Hetta er snøgt sagt ein ókeypis møguleiki fyri marknaðarføring og at vinna goodwill, samstundis sum vit tóna føroyska flaggið, sigur Johan.
Aftaná finaluna kundu so føroyskir myndugleikar skipa fyri eini samkomu, har umboð fyri stovnar og fyritøkur í Føroyum vóru við.
Sambært Johan hevði hetta ikki kostað tað nógva, tí ein hevði fingið tað innaftur mangar ferðir í goodwill og handilssambondum.
-Eg haldi, at vit hava dugað alt ov illa at brúkt slíkar møguleikar. Men nú vóni eg, at Jógvan á Lakjuni, sum sjálvur er sera musikalskur, ger okkurt munagott fyri okkum, sigur Johan.
Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa fatur á Jógvan á Lakjuni sum var á fundi allan fyrrapartin í gjár.