Ævintýrsavn sum gáva til næmingar í 6. flokki

tíðindaskriv

Í sambandi við at 2. apríl í ár eru liðin 200 ár, síðani H. C. Andersen var borin í heim, hava danska Kenslumálaráð-ið, forlagið Gyldendal, H.C.Andersen-2005 grunnurin og Nørhaven A/S í felag givið út eitt ævintýrsavn eftir H. C. Andersen. Saman við útgávuni er gjørd ein serútgáva í 70.000 eintøkum til skúlanæming-ar. Henda bók verður latin øllum næmingum í 6. flokki í Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
Bókin er 360 síður, og hevur teknarin Flemm-ing Jeppesen myndprýtt bókina.
Endamálið við útgáv-uni er at stimbra hugin hjá næmingunum at lesa, menna bókmentaliga førleikan og at virka fyri, at næmingarnir ogna sær kunnleika og vitan um H. C. And-ersen, sum part av danska mentanararvin-um.
Samstundis ynskja útgevararnir, at hátíðarhaldið í sambandi við føðingardagin hjá H. C. Andersen verður partur av átakinum at økja lesihugin, í hesum føri hjá næmingum í 6. flokki.
Tað hevur seinastu árini vakt stóran ans og umrøðu í so at siga øllum pørtum í danska samfelagnum, at lesiførleikin hjá donskum næmingum er versnaður samanborin við lesiførleikan hjá børnum í øðrum londum. Danir eru tí m.a. farnir undir at gera eina virksemisætl-an í lesing fyri alt landið. Tá ið tað harumframt vísir seg, at lesiáhugin minkar, serliga frá 5. - 6. flokki, er tað umráðandi at seta í verk tiltøk, sum henda útgáva, ið kunnu verða við til at broyta gongdina.
Arbeiðs- og ískoytistilfar verður eisini gjørt til bókina. Talan er um eina heimasíðu, sum er í tveimum pørtum, næmingatilfar og læraratilfar. Næmingaparturin fatar um kt- tilfar við nógvum interaktivum uppgávum, meðan læraraparturin í høvuðsheitum er ein hugskotsbanki, sum lærarin bæði kann brúka sum íblástur og sum hjálp í at ráðleggja undirvísingina í ævintýrum H. C. Andersens.
Í sambandi við handanina verður skipað fyri H. C. Andersen haldi í Norðurlandahúsinum fríggjamorgunin 18. mars kl. 08.00, har landsstýrismaðurin í mentamálum tekur ímóti bókagávuni.
Tað verður Jørn Grønkjær Jensen, sum er stigtakari og samskipari av verkætlanini at útgeva ævintýrbókina eftir H. C. Andersen, sum handar landsstýrismanninum bókagávuna.
Á skránni verður eisini upplestur og tón-leikur. Ria Tórgarð lesur ævintýr eftir H. C. Andersen og næmingar í musikkskúlanum spæla. Til endans fáa næmingar í 6. flokkunum, sum eru til tiltakið, bókina.
H. C. Andersen haldið verður samskipað við altjóða frásøgudagin, World Story Telling Day, sum Tórshavnar Kommuna, Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið, Tilhaldið og Tjóðpallur Føroya skipa fyri. Frásøgudagurin byrjar eftir handanina umleið kl 09.15.