Pauli í Sandagerði 50 ár

Í dag, fríggjadagin 28. januar, verður Pauli í Sandagerði 50 ár.

Hann er havnarmaður, og vaks upp í Hoydølum, har foreldrini vóru kostlærarar, men seinastu árni hevur Pauli búð á flatlondum. Pauli er kendur úr føroyska tónlistaumhvørvinum, og tónleikurin hevur havt við sær, at navnið á føðingardagsbarninum er vorðið kent langt út um landoddarnar.
Foreldrini hjá Paula eru Elin og Ásmundur V. Johannesen. Pauli er elstur av trimum systkjum. Hini eru Anna og Sjúrður. Í 1974 leyk Pauli studentsprógv í Hoydølum, og í 1980 tók hann læraraprógv á Føroya Læraraskúla. Nógvu tey fyrstu árini var Pauli lærari í Eysturskúlanum. Ein part av skúlaárinum 1995-96 vann hann lærari á Øster Farimagsgades skole í Keypmannahavn, og síðani síðst í níti árunum hevur hann búð á Vejle leiðini, har hann er lærari. Hann arbeiðir bæði í einum privatskúla og í musikkskúlanum í Vejle.
Í fleiri enn tríati ár hevur Pauli stjórnað fleiri kórum, og hann fæst framvegis við kórleiðslu. Millum kórini, sum hann hevur staðið á odda fyri, eru gentukórið Cantabile. Mest kendur man hann kortini vera sum ein tann fyrsti og fremsti føroyingurin, sum hevur komponerað og sett út nýmótans tónleik fyri kór og orkestur. Tónleikurin hjá Paula, sum frá blaðungum av hevur spælt klaver, fevnir víða. Hann hevur eitt nú komponerað rokktónleik, fólkatónleik, sonatir, oratoriir, klavertónleik, kamartónleik og tónleik fyri symfoniorkestur.
Millum verkini hjá Paula eru eitt nú Jesus og Makedonarin, sum hann skrivaði tónleikin til, meðan Sigmund Poulsen gjørdi tekstin. Hetta arbeiðið varð gjørt í sambandi við, at Havnin hátíðarhelt 75 ára dagin sum keypsstaður. Eitt annað kent verk hjá Paula er Landið, og so er tað Tango non Argenti, sum telist millum verkini, ið hann er virðisløntur fyri. Hetta verkið komponeraði hann í sambandi við Jacob Gade festivalin í Danmark í 2002.
Verkini hjá Paula í Sandagerði eru framførd í Asia og Amerika og í Europa úr Norðurnoregi og suður til Grikkalands. Skúlaárið 1987-88 búði Pauli í Grikkalandi, har hann las og skrivaði tónleik.
Fyrrapartin av áttati árunum var Pauli millum teirra, sum tók stig til at skipa mentanarlívið í Føroyum. Millum tað, sum hann var við til at fáa upp at standa, kunnu nevnast LISA, Ljósritagrunnurin, Fjølrit, Felag fyri tónleikarar og felagið fyri føroysk tónaskøld.
Pauli býr saman við Lenu Jensen. Tey bæði eiga tvær gentur - Maria og Laura. Frammanundan eigur Pauli fýra dreingir - Ásmund, Sverri, Jóannes og Sjúrður.