verið í bløðunum seinastu vikuna um barnavernd, hava fleiri havt á orði, at lokalu barnaverndirnar úti um landið áttu at verðið avtiknar, millum annað tí, at tað er so trupult hjá eini slíkari nevnd at [...] er. Men hvat er so at gera? ? Nú havi eg ? eins og øll í okkara barnavernd ? bara sitið í hálvt annað ár. Tá ið man er nýggjur hevur man ofta lyndi til skjótu og radikalu loysnirnar. So eg havi hildið, [...] tí eg dugi væl at síggja, at so slitnar tað livandi dagliga sambandið millum barnaverndina og tey børnini, hon skal verða verndin hjá. Hinvegin kunnu vit ikki halda fram sum nú. Barnaverndin má umskipast
hava heimild í lóg, men hóast felagið bæði so og so hevur rykt eftir svari, er einki frætt enn. Foreldrafelagið hevur ætlanir um at skipa fyri limafundum so hvørt nýggj mál skulu viðgerast. Felagið er [...] verður hálvt annað ella tvey ár, áðrenn tað fær eitt tilboð, men tá hava myndugleikarnir so møguleika at arbeiða fram ímóti, at foreldur kunna fáa foreldrafarloyvi við t.d. lægstu almannaveting við fígging [...] síðani tað varð stovnað fyri tveimum árum síðani. Felagið er rættiliga virkið, nógv fundarvirksemi fer fram, og endamálið, ið felagið hevur, verður tikið í ramasta álvara. Og tað er eittans: at síggja til,
óvanligt, tí um allan heimin lata milliardir av dýrum lívi hvørt ár við tí eina endamáli at útvega mat. Tí er kann tað tykjast undarligt, at tað skal vekja so stóran ans, at vit drepa 800 hvalir um árið í miðal [...] rakt danskar politikarar, tí teir hava verið um at drukna í eini samskipaðari herferð við tí endamáli at senda donskum politikarum teldubrøv við áheitan á teir um at fáa føroyingar at gevast at drepa grind [...] deyðskrampar, men tað sæst ikki. Kortini verður tað ført fram sum stórtíðindi, at vit drepa dýr, at tey bløða. og at vit enntá eta tey. - Men skulu vit hugsa um djoravælferð, er stórur munur á, hvat grindadrápið
hevur ikki so nógvar viðmerkingar til málið. Hon sigur, at tað mugu kollfirðingar sjálvir avgerða, um teir vilja halda fram í Kollafjarðar Arbeiðarafelag og í Føroya Arbeiðarafelag, ella um teir vilja [...] kollfirðingar arbeiða í Havn og eru limir í feløgunum har, so leingi teir eru í Havn. Tað stendst ongin fløkja av tí, sigur Hans Madsen. - Um onkur bussførari, ella ein ruskmaður kemur úr Havn at tøma [...] dømir um, at fleiri feløg eru í somu kommunu. Eitt nú eru tvey feløg í Runavík, har Klettur og Hæddin er fyri seg. Eisini á Tvøroyri eru fleiri feløg. -Tað er ongin grund til fløkjur skulu koma í, um vit
viðgerðar. Eg skal ikki siga, at tað er so, men um hann nú ikki setir nóg mikið av peningi av til lógina, so prógvar tað, at hann tá hevði rætt í sínum pástandum um, at lógin er ov dýr, metir Elif Samuelsen [...] m, sum eru knýtt at lógini og sum snúgva seg um at geva lærarum tíð til nýggju uppgávurnar. Eilif Samuelsen sigur í dag, at tá slík lóg verður samtykt, so er ein klárur yvir, at meira krevst. - Meira krevst [...] lógini og gamlir skúlar mugu tillagast so við og við, sigur Eilif Samuelsen. Hittast á miðuni Eilif Samuelsen vísir á, at tá nýggj lóg kom í 1979, varð eisini prátað um, at politikarar vóru ov afturhaldandi
hann sá makan í fongslinum eftir handtøkuna. Tað kom eisini fram, at tey ikki sótu væl um sátt, og tó at maðurin ikki vildi tosa um orsøkina, so skiltist, at kvinnan ákærir mannin fyhri at hava eina frillu [...] Keypmannahavn at verða dømdur fimm ára útvísing við innferðarbanni í fram tikl 31. oktober 2012. Maðurin játtaði seg sekan í ákæruni um smugling av extacy, men noktaði fyri at hava selt extacy og amfetamin [...] Føroyum ella í Noregi. Málið er sum nevnt ikki endað enn, men sambært ákæranum, Finn Ougaard, so kann maðurin, um hann verður dømdur fyri at hava viðvirka til smugling av teimum 200 tablettunum, sum makin
halda fram við virkjunum í Suðuroy, men fer at flyta virksemið norðurum fjørð á virkini á meginøkinum. ? Um virkið í Hvalba og virkið í Vági ikki steðga í morgin, so fara tey helst at steðga um eina tíð [...] saman. Tað hendi mánakvøldið, undir so duldum umstøðum, at tað meststum líktist einum kvetti. ?Framtaksgrunnurin eigur bæði Fiskasøluna og Fiskavirking og hann hevur so gjørt av at leggja fyritøkurnar saman
skeyt tað seinna av teimum báðum HB-málunum í trygga sigrinum í gjár. - Tá vit so fáa bóltin í netið, so noyðast teir longur fram á vøllin og fáa eitt mál aftrat, og høvdu eisini møguleikar fyri fleiri. Og [...] nøgdir við at fáa trý stig og vinna, men vit mugu hava mál nú um vit hugsa um EB/Streym. Tað ber til hjá okkum at fáa EB/Streym aftur, um teir snáva og vit vinna báðar okkara dystir, men teir hava eina [...] - Vit høvdu tosað um tað áðrenn dystin, og vóru greiðir yvir, at VB/Sumba fór at leggja seg langt aftur á vøllin at verja, og at tað tí bara ráddi um at geva tol. Tað gjørdu vit eisini, og tað gav úrslit
tveir tímar, og um veðrið framvegis var fínt, so fór eg avstað. Tá klokkan var hálvgum tíggju leyp eg upp og pakkaði. Nøkur av klæðunum lat eg liggja, so ryggsekkurin ikki var ov tungur, og so nærum rann eg [...] familjan verða bangin um meg. Men longu um kvøldið brendi fartelefonin eisini út. Leygarmorgunin var veðrið onki betri. Vindurin var nógvur og regn, og mjørkin var bara vorðin tættari um nakað. ? Eg mátti [...] nevndi navn mítt, so spurdi hann, um eg var klárur yvir, at tað gingu 80 mans á fjallinum og leitaðu eftir mær, og at tyrlan hevði leitað og bátar vóru farnir avstað. Tá kom kaldasveittin fram, og eg gjørdist
eisini nakað um avrikið hjá okkum, og sjálvur haldi eg, at um vit halda við sama hugburðinum og sama samanhaldinum, so er als ikki óhugsandi, at vit fara at fáa fleiri stig á kontina. Í hvussu so er kunnu [...] at siga, so visti eg ikki av nøkrum fyrstu dagarnar, men undir taktisku venjingini fríggjadagin sá tað út til, at eg skuldi vera millum teir fyrstu ellivu, so tá fór eg av álvara at hugsa um hetta. Spurdur [...] Spurdur, um hetta so var í tonkunum stóran part av tíðini frá fríggjadegnum til leygardagin, svarar Hjalgrím, at tað var tað heilt avgjørt. - Eg hugsaði um hetta at kalla alla tíðina. Vit vistu, at nógv