Vit KUNNU ikki lata okkum kúga

Skulu vit halda uppat at drepa grind, er hetta tað sama sum at stuðla eini framleiðslu, har djórini hava tað nógv verri lív, enn grindahvalurin hevur.

- Vit KUNNU ikki lata okkum kúgað at halda uppat at drepa grind.

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, tá ið hann setti fundin í Keypmannahavn um grindadráp.

 

Tað var Føroyanevndin hjá løgtinginum, har Sjúrður Skaale er formaður, sum skipaði fyri fundinum í kjalarvørrinum á áhaldandi herferðini hjá Sea Shepherd ímóti grindadrápi.

 

Hetta er eisini ein herferð, sum hevur rakt danskar politikarar, tí teir hava verið um at drukna í eini samskipaðari herferð við tí endamáli at senda donskum politikarum teldubrøv við áheitan á teir um at fáa føroyingar at gevast at drepa grind.

 

Hesar seinastu mánaðirnar hava danskir politikarar fingið onkustaðni ímillum eina hálva millión, og eina millión teldubrøv, har funnist verður at grindadrápi, og har tað hetta er eitt mál, danir hava ábyrgdina av.

 

Tí helt Sjúrður Skaale, at tað er neyðugt at upplýsa danskar politikarar um grindadrápið.

 

Men hann staðfestir samstundis, at føroyingar hava eina góða sak, og tí kunnu vit ikki lata okkum kúgað til at gevast.

 

Grindadráp er ein máti at útvega kjøt til matna. Tað er onki óvanligt, tí um allan heimin lata milliardir av dýrum lívi hvørt ár við tí eina endamáli at útvega mat.

 

Tí er kann tað tykjast undarligt, at tað skal vekja so stóran ans, at vit drepa 800 hvalir um árið í miðal.

 

Munurin er bara, at grindadráp er uttandura og tað sæst, hvussu blóðið flýtur, og har deyðskrampin er almennur.

 

- Hinar milliardirnar av dýrum, sum verða slaktað, bløða eisini og hava eisini deyðskrampar, men tað sæst ikki. Kortini verður tað ført fram sum stórtíðindi, at vit drepa dýr, at tey bløða. og at vit enntá eta tey.

 

- Men skulu vit hugsa um djoravælferð, er stórur munur á, hvat grindadrápið er frægari, samanborið við aðrar hættir at fáa kjøt á borðið. Har dýr liva í búrum alt lívið, til tey verða slaktað.

 

- Sostatt hava vit eina góða sak, og tí kunnu vit ikki lata okkum kúgað til at gevast, sigur Sjúrður Skaale.

 

 

Á fundinum bjóðaði ein danskur politikari, Sea Shepherd av, men tey tóku ikki av. Les  meiri HER

 

 

- Skulu vit gevast at drepa grind, og innflyta khjøt ístaðin, er hetta tað sama sum at stuðla eini framleiðslu, sum, hvat djórvælferð viðvíkur, er nógv verri enn grindadrápið, staðfestir Sjúrður Skaale.