-Tað er ongin orsøk til at vit skulu fara úr Føroya Arbeiðarafelag og tvingast uppí Havnar Arbeiðsmannafelag, bara tí at kommunumarkið er flutt.
Tað heldur Hans Madsen, formaður í Kollafjarðar Arbeiðarafelag.
Hann er tí ikki heilt samdur við formanninum í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum nú krevur, at kollfirðingar skulu meldast úr Føroya Arbeiðarafelag og skulu innlimast í Havnar Arbeiðsmannafelag, nú báðar kommunurnar verða lagdar saman. Sí grein aðrastaðni í blaðnum.
Men Hans Madsen, sigur, at spurningurin um, antin tey skulu fara burturúr Føroya Arbeiðarafelag og uppí feløgini í Havn, verður nú lagdur fyri limirnar í Kollafjarðar Arbeiðarafelag.
Sjálvur heldur hann, at tað skulu aðrar og betri orsøkir til at fara úr Føroya Arbeiðarafelag og upp í feløgini í Havn, enn tað, at kommunumarkið er flutt.
-Vit hava verið limir í Føroya Arbeiðarafelag í eini 60 ár. Har hava vit fingið góða viðferð og vit eru væl nøgd við limaskapin. Og sjálvur eri eg ímóti at fara uppí feløgini í Havn, tí tað er tað ongin orsøk til.
-Men hóast vit eru tvey feløg ber væl til at samstarva.
- Tað er onki nýtt, at havnarfólk arbeiða í Kollafirði og eru limir í Kollafjarðar Arbeiðarafelag ímeðan teir eru hjá okkum.
- Somuleiðis er tað heldur onki nýtt, at kollfirðingar arbeiða í Havn og eru limir í feløgunum har, so leingi teir eru í Havn. Tað stendst ongin fløkja av tí, sigur Hans Madsen.
- Um onkur bussførari, ella ein ruskmaður kemur úr Havn at tøma ruskposarnar í Havn, eru tað smálutir, sum vit ikki fara at leggja okkum útí.
- Hetta er heldur ikki óvanligt, at fólk ferðast nógv um kommunumark í sambandi við arbeiði, men tað plagar ikki at elva til trupulleikar, sigur formaðurin í Kollafjarðar Arbeiðarafelag.
Kollfirðingar hava avgerðina
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, hevur ikki so nógvar viðmerkingar til málið.
Hon sigur, at tað mugu kollfirðingar sjálvir avgerða, um teir vilja halda fram í Kollafjarðar Arbeiðarafelag og í Føroya Arbeiðarafelag, ella um teir vilja innlimast í feløgini í Havn.
-Men tað er sjálvsagt, at vit bakka Kollafjarðar Arbeiðarafelag upp.
Ingeborg sigur, at tað ber ikki til at tvinga eitt felag til at taka seg sjálvt av og at krevja limirnar uppí eitt annað felag.
-Hinvegin legði Havnar Arbeiðskvinnufelag upp til eitt samstarv og tað ljóðar dámligari, sigur Ingeborg Vinther
Hon sigur, at tað eru fleiri dømir um, at fleiri feløg eru í somu kommunu. Eitt nú eru tvey feløg í Runavík, har Klettur og Hæddin er fyri seg. Eisini á Tvøroyri eru fleiri feløg.
-Tað er ongin grund til fløkjur skulu koma í, um vit fara lagaliga fram og samstarvsvilji er til staðar. Tað ber til at gera avtalur so at tað slepst undan fløkjum. Men at krevja feløg upplóyst fremur ikki samstarv, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.