Vistu at teir løgdu seg aftur

Vit vistu at teir fóru at leggja seg langt aftur á vøllin og verja tað eina stigi teir høvdu, og tí ráddi bara um hjá okkum at geva tol, sigur annar av málskjúttunum hjá HB, Tór-Ingar Akselsen


 
- Vit høvdu tosað um tað áðrenn dystin, og vóru greiðir yvir, at VB/Sumba fór at leggja seg langt aftur á vøllin at verja, og at tað tí bara ráddi um at geva tol. Tað gjørdu vit eisini, og tað gav úrslit, sigur Tór-Ingar Akselsen, sum skeyt tað seinna av teimum báðum HB-málunum í trygga sigrinum í gjár.
- Tá vit so fáa bóltin í netið, so noyðast teir longur fram á vøllin og fáa eitt mál aftrat, og høvdu eisini møguleikar fyri fleiri.
Og júst tað við málum er ikki uttan týdning, tí tað kann koma at spæla ein avgerandi leiklut í síðsta enda.
- Vit eru sjálvandi nøgdir við at fáa trý stig og vinna, men vit mugu hava mál nú um vit hugsa um EB/Streym. Tað ber til hjá okkum at fáa EB/Streym aftur, um teir snáva og vit vinna báðar okkara dystir, men teir hava eina betri málúrtøku enn vit, sigur Tór-Ingar Akselsen at enda.