Fótbóltstos
Hjalgrím Elttør hevur bert verið knappliga eitt ár í landsliðshitanum, og leygardagin slapp hann so fyri fyrstu ferð at royna seg av álvara, tá venjarin hevði sett hann fremst í hørðu kappingini um vinstra miðvallarplássið á landsliðnum. Sjálvur hevði Hjalgrím als ikki roknað við hesum:
- Eg hevði so avgjørt ikki væntað, at eg fór at fáa møguleikan longu nú, tá eg fyri fyrstu ferð av álvara slapp at royna meg undir nýggja venjaranum, so tað var ein ótrúliga stór uppliving, tá venjarin kortini sýndi mær somikið stórt álit, leggur ungi klaksvíkingurin fyri.
- Sat at siga, so visti eg ikki av nøkrum fyrstu dagarnar, men undir taktisku venjingini fríggjadagin sá tað út til, at eg skuldi vera millum teir fyrstu ellivu, so tá fór eg av álvara at hugsa um hetta.
Spurdur, um hetta so var í tonkunum stóran part av tíðini frá fríggjadegnum til leygardagin, svarar Hjalgrím, at tað var tað heilt avgjørt.
- Eg hugsaði um hetta at kalla alla tíðina. Vit vistu, at nógv fólk var væntandi, og vit vistu sjálvandi eisini, hvørjir mótstøðumenninir vóru, so spenningurin var sera stórur fram til dystin.
Vónbrotin av skotum
Um sjálvan dystin sigur Hjalgrím annars, at hann hevði roknað við harðari mótstøðu.
- Ikki minst eftir javnleikin, sum Føroyar fingu seinast, var væntandi, at teir fóru at leggja nógv fyri, men teir megnaðu sjáldan at leggja okkum undir veruligt trýst.
- Tað sigur tó eisini nakað um avrikið hjá okkum, og sjálvur haldi eg, at um vit halda við sama hugburðinum og sama samanhaldinum, so er als ikki óhugsandi, at vit fara at fáa fleiri stig á kontina. Í hvussu so er kunnu vit geva mótstøðuliðunum ein skarpan gang á heimavølli, og tað er so avgjørt nakað, sum vit eiga at byggja víðari á framyvir, sigur næst yngsti maðurin í landsliðshópinum at enda.