Vit bakka og lora og forlongja pínuna í berum ráðaloysi

? Er tað trupult hjá barnaverndini í Havn, so er tað nógvar ferðir truplari hjá barnaverndum á bygd at røkja sínar skyldir til fulnar. Vit sita ofta í stórum ráðaloysi og tora tí ikki at handla, at taka ta neyðugu avgerðina, og tí bakka vit, ferð eftir ferð, og royna onkusvegna at hjálpa upp á støðuna við tiltøkum, sum vit innast inni vita ikki hjálpa nóg væl, og sum bara seinka málinum, forlongja pínuna ? til ov seint er, sigur Hans Pauli Ström, formaður í barnaverndini í Vestmanna

Í orðaskiftinum, sum hevur verið í bløðunum seinastu vikuna um barnavernd, hava fleiri havt á orði, at lokalu barnaverndirnar úti um landið áttu at verðið avtiknar, millum annað tí, at tað er so trupult hjá eini slíkari nevnd at arbeiða, tá ið viðurskiftini eru so smá og tí nevndarlimirnir eru óskúlaður til uppgávuna.

? Eg haldi, at kjakið er ómetaliga týdningarmikið, tí vit sum arbeiða í barnaverndum kenna okkum slept uppá fjall. Og ongastaðni trúgvi eg, at tann kenslan er so sterk sum hjá okkum, sum arbeiða í barnaverndum úti á bygd. Tí veruleikin er ein heilt, heilt annar á bygd enn í Havn. Nógv av kjakinum hevur tikið støði í vikurskiftum í Havn. Og har hevur man serliga lagt dent á, at trupulleikarnir hjá barnaverndunum fyri at røkja sínar skyldur skyldast stirvna løgfrøði og tungar, afturhaldandi mannagongdir, ja, man hevur sagt, at hetta er beinleiðis forðingar. Men er tað trupult hjá barnaverndini í Havn, so er tað nógvar ferðir truplari hjá barnaverndum á bygd at røkja sínar skyldir til fulnar. Og hjá okkum er tað ikki stirvin jura, sum er trupulleikin, men heilt kontantir praktiskir trupulleikar, sigur Hans Pauli Ström, formaður í barnaverndini í Vestmanna.

? Fyri tað fyrsta er tað hetta, at ?forholdini eru so smá?, sum man sigur. Tað ber als ikki til at hava neyðugu frástøðuna, sum ofta er neyðug fyri at fáa eina sakliga málsviðgerð. Har sum hetta er ein trupulleiki er í sjálvari avgerðarprosessini, tá ið ein svár avgerð skal takast, sum beinleiðis grípir inn í viðurskiftini hjá eini familju. Tá verður alt ov ofta bakkað og bakkað fyri at sleppa undan at taka eina óbehagiliga avgerð, sigur Hans Pauli Ström.

? Fyri tað næsta eru barnaverndirnar mannaðar av leikfólki, amatørum, sum ikki á nakran hátt hava fakligan førleika, sum krevst til eina professiónella málsviðgerð og eina avgerð. Vit hava heldur onga sakkøna hjálp við hondina sum til dømis løgfrøðing, sálarfrøðing, sosialráðgeva og so framvegis. Í besta føri kann man hava eina heilsusystir, men tað røkkur alt ov lítið. Og tann stuðul man kann fáa frá kommunulæknanum er eisini ógvuliga avmarkaður. Tey sokallaðu professiónellu fólkini, fakfólkini eru øll í Havn. Og øll vita, hvussu ómetaliga tungt, ofta ómøguligt tað er at koma ígjøgnum og fáa hendur á teimum. So man gevur upp og tað skjótt. Tí hvør hevur tíð og hvør hevur møguleikar at taka hálvar og heilar dagar úr sínum arbeiði fyri at koma á tal við og avgreiða síni mál við fakfólkini í Havn? Tað skal jú eisini henda mitt á degi, tá man hevur annað at gera. Tí sita vit ofta í stórum ráðaloysi í barnaverndunum á bygd, og tí tora vit ikki at handla, at taka ta neyðugu avgerðina, og tí bakka vit, ferð eftir ferð, bakka og royna onkusvegna at hjálpa upp á støðuna við tiltøkum, sum vit innast inni vita ikki hjálpa nóg væl, og sum bara seinka málinum, draga tað út, forlongja pínuna ? til ov seint er, sigur Hans Pauli Ström.

? Fyri tað triðja hava vit ikki møguleikar, hvørki kreftir ella ressursir til at lúka øll tey strongu krøvini, sum eru til eina fullfíggjaða ella korrekta málsviðgerð. Tað er til dømis so nógv skrivstovuarbeiði, sum skal gerast, at tað hava vit ongan møguleika fyri at fáa gjørt. Tí eru vit greið yvir, at tað ikki altíð verður gjørt eftir bókini ? og eisini av hesi orsøk verða vit afturhaldandi, alt ov varin, drála ov leingi, ivast í, hvat er rætt ? og tí er eisini her niðurstøðan, at vit lora, bakka, meir enn neyðugt er.

Men hvat er so at gera?

? Nú havi eg ? eins og øll í okkara barnavernd ? bara sitið í hálvt annað ár. Tá ið man er nýggjur hevur man ofta lyndi til skjótu og radikalu loysnirnar. So eg havi hildið, at vit skuldu avtaka barnaverndirnar og lata alt til professiónell fakfólk. Soleiðis hugsi eg tó ikki longur, tí eg dugi væl at síggja, at so slitnar tað livandi dagliga sambandið millum barnaverndina og tey børnini, hon skal verða verndin hjá. Hinvegin kunnu vit ikki halda fram sum nú. Barnaverndin má umskipast, men spurningurin er bara hvussu. Finnur Helmsdal, formaður í Barnaverndini í Havn og Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur, hava longu nevnt nøkur uppskot til, hvat eigur at verða gjørt, sigur Hans Pauli Ström.


Ósamdur við

Finn og Onnu

? Tey siga, at barnaverndirnar eiga at umskipast, so at nevndirnar bert verða avmarkaðar til vegleiðandi sosialpolitiskar nevndir hjá bý- og bygdaráðum ? og tær skulu ikki hava tað uppsøkjandi arbeiðið, umsjónina, eftirlitið, tí hetta skulu tey professiónelu hava. Eg eri rúkandi ósamdur í hesum. Vit hava ikki øll hesi ?professiónellu? úti á bygd. Har eru nettup leikmannalimirnir tey bestu til tað uppsøkjandi arbeiðið í samarbeiði við heilsusystir, lækna, lærarar, dagrøkt og onnur. Og til umsjón og eftirlit júst tí, at barnaverndarlimirnir eru ?vanlig? fólk, sum skuldu havt bestu møguleikar fyri at frætta, hvat gongur fyri seg, sigur Hans Pauli Ström.

? Tað er tó ongin ivi í, at tað er alneyðugt við eini grundleggjandi umskipan av allari barnaverndini, og mítt uppskot skuldi verið ein skipan av barnaverndini í trimum stigum:

1. Lokalar barnaverndarnevndir til uppsøkjandi arbeiði, umsjón og eftirlit, og til at gera øll tilmæli í málum til avgerð ? eisini til at fylgja við, at viðurskiftini í bygdini og kommununi eru í lagi.

2. Økisskrivstova fyri barnavernd til skrivaraarbeiði, og rutinuavgreiðslu fyri lokalu barnaverndirnar í økinum, og til at tryggja forsvarliga, professiónella málsviðgerð, og til samskiftisliðin millum lokalu barnaverndirnar og ?tey professiónellu? í Havn so sum løgfrøðing, sálarfrøðing og sosialráðgeva.

3. Ein sentralur barnaforsorgarmyndugleiki við løgfrøðingi og sálarfrøðingi, sum út frá lidnari málsviðgerð, frágreiðingum og tilmælum frá lokalum barnaverndum tekur avgerð í málunum, sigur Hans Pauli Ström, formaður í barnaverndini í Vestmanna at enda.