Vistu, at lógin kostaði pening

Tað var Eilif Samuelsen, ið setti nýggju og umstríddu fólkaskúlalógina í verk.

Fyrrverandi landstýrismaðurin við undirvísingarmálum, Eilif Samuelsen, sigur, at tá ein setur eina lóg í verk av slíkum slag, so eru øll greið yvir, at hon kostar pening. Hann heldur núverandi myndugleikar hava verið dekan ov varnar við at seta pening av til lógina

Tað var Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismaður við undirvísingarmálum, ið legði fram nýggju fólkaskúlalógina. Lógin varð sett í verk, hóast menn vóru ósamdir, tí hon var hildin at vera kostnaðarmikil.

Føroya Lærarafelag hevur hótt við verkfalli, tí stórar arbeiðsbyrðar fylgdu við lógini og peningur fylgdi ikki við lógini. Í síðstu løtu slapst undan arbeiðssteðgi, tí lønarviðurskiftini komu upp á pláss, men enn er ikki greitt, hvussu verður við viðurskiftunum, sum eru knýtt at lógini og sum snúgva seg um at geva lærarum tíð til nýggju uppgávurnar.

Eilif Samuelsen sigur í dag, at tá slík lóg verður samtykt, so er ein klárur yvir, at meira krevst.

- Meira krevst av lærarunum og tað merkir meira peningur. Tað krevur eisini nakað nýtt. T.d. teldur og at tær virka. Til hetta krevjast lærarar við førleika. Eisini skúlavegleiðarar eru nýggir, men hetta krevur vinnulívið, tí næmingar skulu vita hvørja leið teir ætla at halda eftir lokanan skúla. Alt hetta er nýtt og kostar pening, sigur Eilif Samuelsen.


Yvirmett

Hann minnir á, at nógv vóru ímóti nýggju lógini, t.d. Tjóðveldisflokkurin, men at tølini, ið flokkurin tá vísti á, vóru yvirmett.

- Ein nýggj lærugrein kallast náttúra og tøkni. Tá varð sagt, at allir skúlar máttu umbyggjast til hesa lærugrein. Hetta var ikki rætt, men tað er greitt, at nýggir skúlar verða bygdir eftir nýggju lógini og gamlir skúlar mugu tillagast so við og við, sigur Eilif Samuelsen.


Hittast á miðuni

Eilif Samuelsen vísir á, at tá nýggj lóg kom í 1979, varð eisini prátað um, at politikarar vóru ov afturhaldandi.

Hann sigur, at undandfarna landsstýrið metti lógina at koma at kosta einar 14 milliónir. Ætlanin var at seta pening av, tó ikki allan beinanvegin, men ætlanin var at fremja lógina so við og við.

Hann heldur, at ein má hittast á miðuni.

- At lærarar gera vart við vaksandi arbeiðsbyrðar er ikki annað enn rímiligt, men sjálvsagt er hetta ein samráðingarspurningur, metir Eiif Samuelsen, sum eisini metir eftirútbúgving av lærarum vera av stórum týdningi.

Eilif metir, at myndugleikarnir hava verið nakað varnir við at seta pening av til nýggju lógina og hann.

- Signar á Brúnni var ímóti lógini, tá hon var til viðgerðar. Eg skal ikki siga, at tað er so, men um hann nú ikki setir nóg mikið av peningi av til lógina, so prógvar tað, at hann tá hevði rætt í sínum pástandum um, at lógin er ov dýr, metir Elif Samuelsen.

Eilif metir ikki, at lógin stílar ov høgt, í mun til fíggjarligu karmarnar.

- Eini 95% í logini eru óbroytt. Um 5% eru nýggj viðurskifti, sum tó eru av stórum týdningi, sigur Eilif Samuelsen.

- Tá nýggj lóg varð samtykt, so var ein innstillaður uppá, at hon kostaði pening. Men okkara arbeiði varð avbrotið. Vit høvdu ynski og hesi fekk núverandi landstýrið at arbeiða við, men teir hava gjørt nakað lítið við at fáa játtanirnar uppá pláss, sigur Eilif Samuelsen.

Elif metir, at í 1998 hevdu vit góð ráð at seta slíkt í verk, og hann minnir á, at peningur t.d. varð settur av til gransking og granskingarráð.

- Bíðar ein við at seta slíkt í verk, til ráðini eru, ella allur peningur er tøkur, so verður tað ongantíð, sigur Elif Samuelsen