vóru vavdir uppí, og sum bók, nevnd Fúlabók, bleiv skrivað um. Greið er myndin neyvan, og tað er ikki so undarligt. Adressumálið er í sjálvum sær eitt heldur fløkt mál, og tað verður ikki minni torgreitt [...] Sølvará, er somuleiðis eitt ruddiligt verk. Serliga áhugaverd er henda bókin, tí at Hans Andrias, út frá nýggjum tilfari, sum Wåhlin ikki kendi, rættar nakrar misfatanir á ein slíkan hátt, at tað er til fyrimunar [...] æsir, er skrivað við stórum innliti og heldur seg at teimum keldum, sum tá vóru tøkar. Tó eru í hesum verki einstakar metingar um mentanarstríðið sum tá var, og serliga um grein sjey, sum ið hvussu er undirritaði
Høgni eigur eisini ein Valdemar, sum er tann fjórði Valdemar Lützen, so tað er neyvan vandi fyri at navnið verður gloymt! Nanna er friðarlig og jarðbundin, og hon er eitt álitisfólk. Valdemar tekur tað [...] sum í mong ár myndaði Vágsbotn. Hetta er bygningurin har Sosialurin og Miðlahúsið halda til í dag. Her kom Valdemar at arbeiða, tá ið hann kom heim aftur. Nú er virksemið hjá Valdemar Lützen samskipað [...] hevur síni ítriv. Hann spælir billiard, er í klubbanum og vitjar javnan undirhúsið í Vágsbotni, har hann fær sær ein sjavs saman við einum práti. Hann og Nanna er eisini flutt oman aftur í Rættará, har
Fótbóltur Sum gongdin hevur verið hetta kappingarárið, er eingin ivi um, at tað er Michael Laudrup, sum hevur vunnið sær betra umdømið sum venjari í Spania. Hóast kappingarárið við Getafe byrjaði illa [...] kanónskjúttanum at lyfta Valencia nevnivert. Spælara fyri spælara er talan annars um eitt lið, sum átti at staðið seg í spanska oddinum, og tí er verandi støðan sum nummar 15 í sponsku liguni alt annað enn nøktandi [...] steypakappingini hevur Getafe altso vunnið seg fram til steypafinaluna. Eina finalu, sum kann geva lítla Madrid-felagnum fyrsta steypið av týdningi yvirhøvur. Hjá Koeman hevur umrøðan als ikki verið tann
skaffa rúsevni. Og um tað er gongdin, ja so er ikki long tíð, til hon ein dag verður funnin inni á einum skitnum almennum wc, við einari nál í arminum, deyð av yvirdosis. Er tað ikki synd í hennara foreldrum [...] rúsevni. Ja, tær eru nógvar. Tað byrjaði kanska so óskyldugt við einari tablett, men áðrenn unga gentan veit av, er hon blivin bundin av hesum rúsevni, og so gongur alt út upp á at skaffa rúsevnir, og tað eru [...] sín kropp og oyðileggur sítt lív. At enda er hon so desperat at skaffa pengar til rúsevnini, at hon byrjar at lúgva og stjala frá familjuni. Og tá tað ikki er nokk, ja so flytur hon til Danmarkar, har
seinni í ár ætla tey at flyta til Runavíkar, haðani pápin er ættaður. - Tá vit flyta til Runavíkar, ætla vit, at Benjamin skal í dagrøkt. Hann er næstan klárur til tað nú. Men hann kann ikki fara í vøggustovu [...] eisini. Tað er hart fyri Sunnvá at hugsa aftur á tíðina við dóttrini. Tí hon varð deyðfødd bara tríggjar vikur yngri enn sonurin. - Eg gekk bara tríggjar vikur longri við Benjamini, og tað er ringt ikki [...] elsta ov-tíðliga-fødda barnið er 18 ár. Í annað kvøld – mikukvøldið – skipar Prematurfelagið fyri fyrilestri í Veistluhøllini í Landssjúkrahúsinum. Fyrilestrarhaldarin, er danska Jonna Jepsen, sum í 1992
Tað er framvegis púra opið í uppgerðini millum íslendska meistaraliðið Valur og føroyska meistaraliðið NSÍ. Fyrsta bríkslið var klokkan 15.30 føroyska tíð, og nú teir eru farnir at hvíla seg er støðan [...] eftir eitt sindur av aftur og fram. NSÍ hevur havt bóltin í íslandska málinum, men dómarin kolldømdi. Lítla løtu undan steðginum minkaði NSÍ um munin. Málskjútti var Dejan Stankovic. NSÍ: Tórður Thomsen - Aco
Sjónvarpssendingin um Bart Simpsons og løgnu familjuna í lítla býnum Springfield er væl umtókt yvir allan heimin og hevur verið tað í nógv ár. Men soleiðis er ikki longur í Venezuela, har myndugleikarnir hava [...] avgjørt at taka teknirøðina burtur frá skíggjunum, tí hon møguliga er óhóskandi fyri børn .. Fleiri hyggjarar hava klagað um, at sendingin er í stríð í móti venezuelskari lóggávu, ið bannar ?propaganda, ið
liva upp til hetta endamálið. Men Klaksvík er annað enn býurin og bygdirnar í kommununi. Borðoyarvík er eisini ein partur av honum, og tað vísir seg, at her er nóg mikið av upptaki, millum annað plastikki [...] allan dagin, og tí er ikki so galið at fara útum eina løtu, sigur borgarstjórin við einum brosi. Herfyri fekk kommunan ein nýggjan umhvørvisleiðara – Tórhild Bjarkhamar – og tað er hon sum stendur fyri [...] beint nú komin, og tað tók mær bert eina lítla løtu at fylla tann fyrsta skrelliposan við ruski, sigur Steinbjørn. Hann leggur tó dent á, at henda uppgávan er ikki bert ætlað fólkunum í umsitingini. Her
skriva. At skriva yrkingar er jú onkursvegna altíð ein máti at seta orð á nakað av nýggjum. Orðini streingja seg á Í baksýni heldur Pia Tafdrup, at skakandi upplivingin av umheiminum er vorðin eitt afturvendandi [...] forvitna, og tað verði eg ikki, av einum verki, sum letur tilvildina ráða, tí har er ov nógv, sum ikki hevur mín áhuga. List er ein máti at fáa skil á kaos, og tí leggi eg eisini nógva orku í, at mínar yrkingar [...] av, at demens er ein av mest tabufongdu sjúkunum yvirhøvur. Men fyri tað letur sjúkan seg ikki kveistra burtur, og tað lótu orðini seg heldur ikki í hesuferð. At skriva eitt yrkingasavn er at seta nakað
sum løgreglan gjørdi, tá hon avhoyrdi hjúnini. Kate McCann vil vera við, at portugisiska løgreglan er farin í herferð ímóti teimum, sigur BBC. Sambært ljóðupptøkuni, sum sponsku fjølmiðlarnir hava endurgivið [...] øðini um, at portugisiska løgreglan hevur latið fjølmiðlunum upptøkuna. Hann ivast ikki í, at málið er at oyðileggja umdømið hjá hjúnunum. Inni kvøldið fyri? Clarence Mitchell sigur við BBC, at tað kom [...] burturflutti Madeleine, kann hava verið inni í íbúðini kvøldið fyri, og at tað kann vera orsøkin til, at gentan græt eftir foreldrunum.