NSÍ hevur fingið um endan

Tað er framvegis púra opið í uppgerðini millum íslendska meistaraliðið Valur og føroyska meistaraliðið NSÍ.

Fyrsta bríkslið var klokkan 15.30 føroyska tíð, og nú teir eru farnir at hvíla seg er støðan 2-1 til Val.

Spælt verður í Kourinn fótbóltshøllini í Kópavogi ella á sama stað, har føroyska og íslendska landsliðið herfyri spældu landsdyst.

Úr Íslandi frættist, at talan hevur ikki verið um so nógvar upplagdar málmøguleikar, og at meiri spæl hevur verið á Val hálvuni enn á henni hjá NSÍ.

Valur hevur havt stóra úrtøku. Fyrra málið var brotsspark, og tað seinna varð skorað eftir eitt sindur av aftur og fram.

NSÍ hevur havt bóltin í íslandska málinum, men dómarin kolldømdi. Lítla løtu undan steðginum minkaði NSÍ um munin. Málskjútti var Dejan Stankovic.

NSÍ: Tórður Thomsen - Aco Pandurovic, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen - Jónhard Frederiksberg, Nenad Stankovic, Milan Pejcic, Bogi Løkin, Hjalgrím Elttør - Dejan Stankovic