Myndugleikarnir í Venezuela hava avgjørt at banna teknirøðini The Simpsons.
Sjónvarpssendingin um Bart Simpsons og løgnu familjuna í lítla býnum Springfield er væl umtókt yvir allan heimin og hevur verið tað í nógv ár.
Men soleiðis er ikki longur í Venezuela, har myndugleikarnir hava avgjørt at taka teknirøðina burtur frá skíggjunum, tí hon møguliga er óhóskandi fyri børn ..
Fleiri hyggjarar hava klagað um, at sendingin er í stríð í móti venezuelskari lóggávu, ið bannar ?propaganda, ið mótarbeiðir útbúgving av dreingjum, gentum og tannáringum.? Ístaðin fyri The Simpons kunnu hyggjararnar í Venezuela nú gleða seg til at síggja Baywatch Hawaii .. !