Adressan

Wåhlin og Sølvará

Hann ella hon, sum hoyrir Adressumálið nevnt, heldur seg kanska ørminnast um onkra gamla gølu, sum Jóannes Paturs­son og tann bretski konsulin í Havn vóru vavdir uppí, og sum bók, nevnd Fúlabók, bleiv skrivað um. Greið er myndin neyvan, og tað er ikki so undarligt.

Adressumálið er í sjálvum sær eitt heldur fløkt mál, og tað verður ikki minni torgreitt av, at málið sjálvt, í sínum upprunaliga líki, við tíðini varð umbroytt, sum við eini metamorfosu. Tað tók seg upp sum ein spurningur um vøruflutning og greinaði seg síðani í lutvís eitt føroyskt heimapolitiskt og lutvís eitt danskt innanríkispolitiskt stríðsmál.

Vit føringar eru so hepnir, at tvey søgulig verk eru skrivað um hesa hending. Tað fyrra, bókin Mellem Færøsk og dansk politik, frá 1994, eftir danska søgufrøðingin Vagn Wåhlin og aðrar, lýsir málið út í æsir, er skrivað við stórum innliti og heldur seg at teimum keldum, sum tá vóru tøkar. Tó eru í hesum verki einstakar metingar um mentanarstríðið sum tá var, og serliga um grein sjey, sum ið hvussu er undirritaði ikki kann taka undir við.

Men kanska er veruleikin tann, at donsk og føroysk eygu, søgufrøði ella ikki, ikki megna at semjast um bílætið av einum so viðkvæmum máli. Fyri undirritaða hevur tað altíð verið sólarklárt, at grein sjey var ein bæði órættvís og sera óheppin lóg, og einki hevur seinni fingið meg at broytt hugsan um hetta.

 

Vørunevndin

Tað seinna verkið, bókin Adressumálið, 2007, eftir føroyska søgufrøðingin Hans Andrias Sølvará, er somuleiðis eitt ruddiligt verk. Serliga áhugaverd er henda bókin, tí at Hans Andrias, út frá nýggjum tilfari, sum Wåhlin ikki kendi, rættar nakrar misfatanir á ein slíkan hátt, at tað er til fyrimunar fyri eftirmælið hjá eitt nú Jóannesi Patursson. Tilsamans eru bæði verkini dømir um, at søguskriving, við framseting og falsifikatión, eftir popperskum mynstri kann nærkast tí “sanna” bílætinum.

Tá ið fyrri heimsbardagi brast á, vóru bæði løgting og amtmaður á varðhaldi. Fáar dagar eftir krígsbyrjan valdi Løgtingið eina vørunevnd, sum hevði ta uppgávu at tryggja oyggjunum vøruflutning og hava innkeyp, goymslu, skamtan og príseftirlit í hondum. Endamálið var altíð at hava varu niðurfyri fyri minst tríggjar mánar.

Nevndin, sum hevði fimm limir, tríggjar sambandsmenn og tveir sjálvstýrismenn, speglaði aftur tað demokratiska lutfallið á tingi. Formaðurin í nevndini, Rytter amtmaður, hevði ábyrgdina og gjørdi tað mesta arbeiðið. Frá tí donsku stjórnini fekk hann kredittheimildir, so tann neyðuga vøran kundi keypast.

Men støðan var sera trupul. Bretar, sum framdu eina blokadu móti Týsklandi, kravdu at hava eftirlit við flutn­ingi til meginlandið og av meginlandinum. Longu tann 11. mars 1915 varð kravt, at øll skip, og sjálvsagt eisini føroysk skip, bæði á út- og heimferð skuldu til kontrabandueftirlit í Kirkwall í Orkneyoyggjum.

 

Klípitongin

Samstundis stríddust Bretland og Týskland um valdið á havinum. Eftir sjóbardagan við Jútland á sumri 1916 var greitt, at týskurin, sum tapti í hesum dysti, hevði lagt kongin. Av tí sama løgdu týskarar alsamt meira dent á bardagan undir vatnskorpuni, við kavbátum, og skip umboðandi eitt óhugnaligt tonsatal blivu nú søkt, meðan Teir Sameindu av øllum alvi royndu at byggja nýggj skip. Mannfallið var stórt.

Eftir nýggjár 1917 kunngjørdi Týskland, at tað frá 1. februar 1917 førdi óavmarkað kavbátakríggj í Atlantshavinum, og á landkortinum var eitt vandaøki, sum umgyrdi Ongland og Írland, Azorurnar og Kap Verde Oyggjarnar, og hevði mark dygst sunnan fyri Føroyar, strikað av. Skip, sum skuldu til kontrabandueftirlit, noyddust nú inn í vandasjógv. Føroyar vóru endaðar í eini klípitong, har tað týska kavbátakríggið var yvirkjaftur og tað bretska kontrabandueftirlitið undirkjaftur.

At tann týska kunngerðin skuldi takast í álvara, um hetta gekk sjón fyri søgn á sumri sama árið, tá ið átta skip vórðu søkt á Føroya Banka. At stórveldir eisini í bardagatíð kundu vísa fyrilit og “humanan” atburð, er eisini týðiligt. Tær føroysku manningarnar fingu ógvuliga stutta tíð til at umráða seg, áðrenn tær fóru av sínum skipum, men eingin læt lív. Helst var tað teirra bjarging, at veðrið henda lagnudag var av tí allarbesta.

 

Hungur í durunum?

Eftir tey ómildu týsku boðini vaks óttin í Føroyum. Tey søgukønu mintust napoleonskríggini og hungursneyðina sum tá var. Føroyar lógu langt av landi skotnar, í einum havumráði, hagar tann veiki danski armurin illa røkk í ruðuleika- og bardagatíð, og sum Bretland líka síðan um 1800 hevði roknað sum sítt áhugaøki.

Sagt varð, at vørunevndin hevði varu á goymslu fyri tríggjar mánar? Men var hetta satt? Gjørdi vørunevndin sítt arbeiði? Megnaði tann danska stjórnin at røkja sína ábyrgd? Var kanska stundin komin hjá føringum til at taka ábyrgd av síni lagnu?

Úr hesum viðurskiftum, skipanna og manninganna vandastøðu og óttanum fyri vørutroti og hungursneyð, nældi Adressumálið. Í stuttum var ætlanin at senda eina umbøn til ta bretsku stjórnina um, at føroysk skip í ein ávísan mun sluppu undan kontrabandueftirliti.

Eina vón um, at hetta kanska bar til, fingu fólk, tá ið Skipara- og Navigatørfelagið tann 24. februar 1917 um bretska konsulin í Havn bað um, at føroysk skip sluppu at selja fisk í Íslandi uttan fyrst at skula inn í bretskar havnir til eftirlit. Bretski konsulin eftirlíkaði, eftir at amtmaðurin hevði viðgjørt málið, tann 4. mars 1917 hesum ynski.

 

Adressan

Tveir dagar seinni, tann 6. mars, samtykti Framburðsfelagið (felagið hjá sjálvstýrisflokkinum) at senda eina áheitan til bretsku stjórnina við umbøn um fría sigling til Føroya. Áheitanin varð latin tí bretska konslinum, sum tó ikki vildi senda hana víðari uttan skrivliga góðkenning frá Rytter amtmanni. Rytter gav eitt slíkt viðmæli, men konsulin helt tað vera ov veikt og gjørdi framvegis einki við málið.

Tann 12. mars høvdu Føroya­tíðindi eina grein, har heitt varð á Løgtingið um at venda sær beinleiðis til bretskar myndugleikar. Tann 17. mars varð tankin um at senda eitt bønarbræv viðgjørdur í Framburðsfelagnum. Dagin eftir, tann 18. mars 1917, samtykti Framburðsfelagið adressuna, sum umvegis Løgtingið og eftir at adressur vóru savnaðar í Føroyum, skuldi fjarritast til bretsku stjórnina í London. Høvuðsmenninir aftan fyri hetta átak vóru Andrias Ziska og Jóannes Patursson.

Nú, slaka øld eftir hesar hendingar, kann hetta mál kanska síggja heldur løgið út. Sjálvstýrið legði so stóran dent á, at Føroya Løgting var fólksins umboð, og at sama ting átti at fáa eitt ávíst lóggávuvald.

Men vøruspurningurin var jú í hondunum á eini nevnd, sum tingið sjálvt hevði valt, eini nevnd, har Jóannes Patursson upprunaliga hevði sitið, og har nú Rasmus Rasmussen og S.P. úr Konoy umboðaðu sjálvstýrið. Hóast tingið sum nevnt ikki var burturav fólkavalt, so var vøruspurningurin, sæð frá einum fólkaræðisligum, enntá einum tjóðskaparligum, sjónarmiði, í góðum hondum. Men soleiðis sóu Andrias Ziska og Jóannes Patursson ikki hetta mál.

Vørunevndin ávarar

Eftir fáum døgum fekk adressu­átakið eina nýggja vend. Tann 28. mars kom Løgtingið saman at viðgera adressuna, og tann 3. apríl samtykti tingið ikki at taka undir við bønarbrævinum. Men longu tann 21. mars 1917, tríggjar dagar eftir at Framburðsfelagið hevði samtykt adressuna, almanna­kunngjørdi ein samd vørunevnd eina plakat, har hon vendi sær ímóti adressuátakinum og staðiliga ávaraði føringar ímóti at skriva undir adressuna. Nevndin gjørdi vart við, at danska og bretska stjórnin samráddust um vøruspurningin, og legði aftrat:

 

Ved at underskrive Adressen og derved bidrage til, at der gribes forstyrrende ind i de Forhandlinger, der allerede føres mellem de to Regeringer, vil den færøske Befolkning absolut skade den Sag, som man ønsker at gavne. Vi maa derfor gentage, at vi paa det bestemteste fraraader Folk at underskrive Adressen, og vi fralægger os alt Ansvar for de Følger, et saadant Skridt maatte medføre.

 

Tað sum er serliga áhugavert er sjálvsagt, at eisini sjálvstýris­limirnir í vørunevndini, Rasmus á Háskúlanum og S.P. úr Konoy, av heilum huga tóku undir við plakatini. Hvat merkti hetta? Vóru Rasmus og Konoy kanska svíkjarar? Ella vistu teir nakað, sum adressumenninir ikki vistu? Ella vóru Patursson og Ziska í roynd og veru ábyrgdarleysir rumbulmenn, sum ikki virdu sítt egna tjóðarting og sínar egnu gløggastu heilar?

 

Søgunnar endurtøka?

Tað er sjálvsagt alt annað enn lætt í dag at ímynda sær, hvussu fólk hava hugsað fyri slakari øld síðani, í umstøðum, vit kanska ikki hava fyritreytir til at fata. Blaðskrivingin tá bendir tó á, at ið hvussu er Jóannes Patursson sá støðuna eftir tann 1. februar 1917 sum eina søguliga endurtøku, har leikurin frá hungursárunum 1808-09 bleiv leiktur eina ferð aftrat, bara við nýggjum leikarum.

Líkasum tá var nú aftur heims­kríggj, sum tá stóðu Bretland og eitt stórveldi á meginlandinum(Frakland tá, Týskland nú) í deyðiligum dysti, sum tá hevði Danmark mist alla megi til at hjálpa sínum lítla hjálandi. Sum tá gekk aftur nú ein feitur, uppgjørdur, dugnaleysur danskur embætismaður og spældi kongur, við einum riðili av smáum ryggklapparum rundan um seg. Og sum tá var aftur nú einasta vónin Nevið Reyða, Tjaldrið, tann endurupprisni Nólsoyarpáll – langabbasonur hansara Jóannes Patursson:

 

Ikki dylji eg tykkara strikur;

ørnin skal tað hoyra.

Tað kann henda seg enn sum fyrr,

at onkur flónar um oyrað.

 

Teir sonnu smá­fuglavinirnir

Trupulleikin var bara, at henda samanberingin var skeiv, kanska av allari leið. Danmark var ikki, sum tað hevði verið eina øld frammanundan, beinleiðis partur av krígnum, men uttanveltað. Tað hevði tí eitt ávíst rásarúm, var ikki heilt máttleyst og hevði á ongan hátt slept Føroyum upp á fjall. Tvørturímóti royndi danska stjórnin alt hon kundi til at tryggja føringum varu, samráddist við Bretland um at fáa undantaksloyvi frá kontra­bandueftirliti, og setti bæði skip og mannalív í lívsvanda fyri at føra farm til Føroya.

Um vørunevndina er somuleiðis at siga, at hon av øllum alvi stríddist fyri at fáa varu til Føroya, samráddist við Ísland, kannaði Amerika-leiðina. Arbeiðið gav úrslit. Tann 2. apríl 1917 sigldi farmaskipið Ísland úr Keypmannahavn við 700 tonsum av varu.

Skulu vit fyribils taka saman­um, so var støðan í Føroyum næstan tann øvugta av tí, sum adressumenninir og Tingakrossur royndu at fáa fólk at halda. Teir, sum hugsaðu um smáfuglarnar og teirra vælferð, vóru danska stjórnin og limirnir í vørunevndini, fyrst og fremst Rytter, men eisini eitt nú Rasmus á Háskúlanum og S.P. úr Konoy.

Men, kann ein spyrja: Hví var vørunevndin so nógv ímóti adressuátakinum? Kundi tað hóast alt ikki bara bøta um støð­una, um nøkur fólk, kanska eftir óvanligum rásum, royndu at ávirka bretsku stjórnina? Hetta skulu vit hoyra meira um í triðja parti.