Kate og Gerry McCann eru í øðini inn á portugisisku løgregluna, eftir at spanskir fjølmiðlar hava endurgivið brot úr einari upptøku, sum løgreglan gjørdi, tá hon avhoyrdi hjúnini. Kate McCann vil vera við, at portugisiska løgreglan er farin í herferð ímóti teimum, sigur BBC.
Sambært ljóðupptøkuni, sum sponsku fjølmiðlarnir hava endurgivið, hevði Madeleine McCann spurt foreldrini, hví tey ikki vóru komin inn í kamarið hjá henni og bróðurinum Sean, tá hon græt kvøldið fyri. Hetta var tann 3. mai ella sama dag, sum Madeleine hvarv.
-Meðan vit sótu og ótu, spurdi Madeleine: Mamma, hví komst tú ikki, á vit grótu í nátt, skal Kate McCann hava sagt við løgregluna.
-Gerry og eg tosaðu um hetta í fleiri minuttir, og vit samdust um at halda eyga við børnunum ta næstu náttina, skal Kate McCann hava sagt undir avhoyringunum í Portugal.
Talsmaðurin hjá McCann-hjúnunum, Clarence Mitchell, sigur, at hjúnini eru í øðini um, at portugisiska løgreglan hevur latið fjølmiðlunum upptøkuna. Hann ivast ikki í, at málið er at oyðileggja umdømið hjá hjúnunum.
Inni kvøldið fyri?
Clarence Mitchell sigur við BBC, at tað kom óvart á foreldrini, tá Madeleine kærdi seg um, at tey ikki vóru komin inn til hennara, tá hon hevði grátið.
-Tey høvdu javnan hugt inn til hennara og bróðurin, og tey høvdu ikki varnast nakran grát, sigur talsmaðurin.
Tá Madeleine McCann hvarv um kvøldið tann 3. mai í fjør, vóru foreldur hennara á einari matstovu í grannalagnum og ótu. Tey fýra børnini vóru eftir í íbúðini. Sambært blaðnum Daily Record halda vinfólk hjá hjúnunum, at maðurin, sum burturflutti Madeleine, kann hava verið inni í íbúðini kvøldið fyri, og at tað kann vera orsøkin til, at gentan græt eftir foreldrunum.