Fótbóltur
Sum gongdin hevur verið hetta kappingarárið, er eingin ivi um, at tað er Michael Laudrup, sum hevur vunnið sær betra umdømið sum venjari í Spania.
Hóast kappingarárið við Getafe byrjaði illa, so hevur liðið ment seg heilt nógv. Teir vóru bara sekund frá at senda Bayern München úr UEFA-cup kappingini, og í sponsku steypakappingini hevur Getafe altso vunnið seg fram til steypafinaluna. Eina finalu, sum kann geva lítla Madrid-felagnum fyrsta steypið av týdningi yvirhøvur.
Hjá Koeman hevur umrøðan als ikki verið tann mest positiva. Hann kom til Valencia í heyst, men tað hevur ikki eydnast fyrrverandi kanónskjúttanum at lyfta Valencia nevnivert. Spælara fyri spælara er talan annars um eitt lið, sum átti at staðið seg í spanska oddinum, og tí er verandi støðan sum nummar 15 í sponsku liguni alt annað enn nøktandi. Og tað økir eisin um trýstið á venjaran, sum kanska – men bara kanska – kann bjarga sær sessin við einum steypasigri.










