Skelkað og nakin

Hvøkkurin av at verða tveitt út í veruliga lívið, noyddi smágentuna Piu Tafdrup at seta orð á heimin av nýggjum. Og tað hevur hon gjørt líka síðani í eini røð av yrkingasøvnum, sum teljast millum tey fremstu í norðurlendskum bókmentum


Hon sýnist annars at hvíla í sær sjálvum á ein serstakan hátt, sum hon situr har rólig og vinsæl og greiðir frá sínum lívi og bókum, nú hon er á vitjan í Føroyum.

Kortini lýsir rithøvundurin, Pia Tafdrup, sín barndóm sum eina røð av skelkum, sum hildu á í vaksna lívinum, har teir gjørdust hennara drívmegi sum rithøvundur.

- Eg var øgiliga einsamøll sum barn, har eg vaks upp á einum rættiliga avbyrgdum bóndagarði langt úti á landinum. So eg royndi at skapa mær mína egnu verð við at skriva yrkingar, sum ongin slapp at síggja, sigur Pia Tafdrup og minnist skelkin, tá tey seinnu fluttu av garðinum.

- Eg minnist, hvussu nakna og sárbæra eg kendi meg, sum eg stóð har, og skuldi uppliva heimin av nýggjum. Uttan iva hevur hetta verið ein góður gróðrarbotnur fyri at halda á at skriva. At skriva yrkingar er jú onkursvegna altíð ein máti at seta orð á nakað av nýggjum. 



Orðini streingja seg á

Í baksýni heldur Pia Tafdrup, at skakandi upplivingin av umheiminum er vorðin eitt afturvendandi tema í hennara tekstum, sum ofta eru úrslit av eini trongd at skipa tingini onkursvegna

- Eg havi altíð kent meg drigna at tí kaotiska, tí óruddiliga, tí tað fær meg at hugsa: Her má eg heldur fara inn og rudda upp, sigur Pia Tafdrup og ásannar, at tí dámar henni heldur ikki sokallaða prosessorienteraða list, sum ikki hevur annað uppá hjarta enn sjálva prosessina.

- List skal gera meg forvitna, og tað verði eg ikki, av einum verki, sum letur tilvildina ráða, tí har er ov nógv, sum ikki hevur mín áhuga. List er ein máti at fáa skil á kaos, og tí leggi eg eisini nógva orku í, at mínar yrkingar eru smá verk, sum kunnu standa fyri seg sjálvan, sigur Pia Tafdrup, sum í sínum ritverki eisini hevur gjørt sær nógvar tankar um listarligu tilgongdina. - Sum yrkjari kenni eg tað, sum at ein ørgrynna av orðum støðugt treingja seg á og vilja sleppa uppí. Mín uppgáva er so at velja, hvørji skulu sleppa inn, hvørji mugu út og hvørji mugu bíða. Geri eg ikki tað, endar yrkingin sum eitt orða- ella myndasalat, sum eg ikki kann bjóða lesararnum, sigur Pia Tafdrup, og ásannar, at tað altíð vilja vera orð, sum ikki so lætt lata seg kveista burtur.

- Ein svenskur yrkjari hevur kallað slík orð ’lítla restin, ið ikki letur seg skerja’, og tað haldi eg vera sera rámandi. Orðini, sum liggja eftir, vísa seg ofta at vera heilar yrkingar í sær sjálvum, og tí ræður um at goyma tey. 



Yrkingar hvessa sansirnar

Tað eru ikki bara smá orð, ið seta uppá at sleppa framat, tá Pia Tafdrup setur seg við skrivaraborðið. Yrkingasavnið Tarkovskijs heste frá 2006 er dømi um eina heila røð av yrkingum, sum vildu verða skrivaðar heldur enn tað, Pia Tafdrup hevði ætlað at skriva.

Yrkingarnar snúgva seg í stóran mun um demenssjúkuna hjá pápa hennara, og aftur her stóð Pia Tafdrup andlit til andlits við ein skelkandi veruleika, sum ongin vildi seta orð á.

- Mamma vildi ikki tosa um sjúkuna hjá pápa, og sum frá leið fann eg út av, at demens er ein av mest tabufongdu sjúkunum yvirhøvur. Men fyri tað letur sjúkan seg ikki kveistra burtur, og tað lótu orðini seg heldur ikki í hesuferð. At skriva eitt yrkingasavn er at seta nakað í verðina, sum ikki hevur verið har fyrr, og tí var tað á ein hátt eyðsæð, at eg skuldi skriva hesar yrkingarnar, heldur hon.

Tarkovskijs heste er annars eitt gott dømi um, at tað er evnið, sum ger av, um úrslitið verður ein skaldsøga, ein sjónleikur, yrkingar ella okkurt annað – ein fatan, Pia Tafdrup tvíheldur um.

- Fólk, sum eru dement, uppliva jú bara heimin í smáum brotum, og tað var sambandið millum meg og pápa eisini nógv merkt av seinastu tíðina. Hann mintist ikki mín barndóm ella ungdóm, so vit kundu illa tosa um fortíðina, og framtíðina fekk hann ikki fyrihildið seg til. So tað vóru bara løturnar her og nú, smáir neistar, sum á skrivaraborðinum bóðu um at gerast til smáar yrkingar, greiðir Pia Tafdrup frá.

Hóast hon fegnast um, at demensfeløg siga seg hava havt stóra gleði av savninum, minnir hon á, at yrkingar ongantíð geva svar.

- Yrkingar eru ein máti at hvessa sansirnar og fáa eitt nýtt innlit í heimin. Bara tað, at ein yrking setur ferð á ein nýggjan tanka hjá lesararnum, er nakað av tí størsta, ein yrkjari kann uppliva – í síðsta enda skriva vit jú, tí vit vilja náa onnur menniskju, sigur Pia Tafdrup. 



Ýldi sínar yrkingar út

Tí kann tað eisini tykjast eitt sindur løgi, at tað gekk long tíð, áðrenn Pia Tafdrup lat nakran sleppa at síggja sínar yrkingar. Og leingi tvíhelt hon eisini um, at hon skrivaði fyri seg sjálva og ongan annan.

- Innast inni droymdi eg nokk um, at mínar yrkingar einaferð fóru at blíva so góðar, at onnur fóru at hava gleði av at lesa tær. Men eg vildi vera púra vís í tí. Tí fortaldi eg tað heldur ikki fyri eini sál, tá eg fyrstu ferð sendi nakrar yrkingar til eitt forlag, sigur Pia Tafdrup, sum eisini visti, at hon fór at hava nógv kritisk eygu í nakkanum, um hon gav seg til kennar sum yrkjari.

- Mamma og pápi lósu nógv, og sum barn fekk eg javnan onkran heimsklassikara stungnan í hondina. Soleiðis havi eg rættiliga tíðliga verið tilvitað um, at tað finnast góðar og minni góðar bøkur, og tað fær teg at seta krøv til tín sjálvs sum rithøvunda, sigur Pia Tafdrup, sum var 31 ára gomul, tá hon gav sítt fyrsta yrkingasavn út í 1981.

Hóast hon tá hevði skrivað yrkingar størsta partin av lívinum, tók tað langa tíð, áðrenn hon fann sína egnu rødd sum yrkjari. Tí vóru hennara fyrstu royndir at lesa sínar yrkingar upp eisini meir at kalla katastrofalar, minnist hon.

- Eg hevði onga kenslu av frástøðuni millum meg og áhoyrarnar, sum eg heldur ikki sá, tí ljósið skygdi meg í eyguni. So eg stóð har á pallinum og mest sum ýldi mínar yrkingar út. Tað sama hendi, tá eg seinni skuldi lesa upp í útvarpinum. Tá endaði tað við, at tey valdu at lata ein sjónleikara lesa upp í staðin, flennir Pia Tafdrup.

Í dag undrar hon seg yvir, at hon megnaði so illa at vísa, hvussu hennara yrkingar skuldu ljóða. Pia Tafdrup hevur nevniliga altíð verið sera tilvitað um týdningin av rútmu og øðrum ljóðligum eyðkennum í eini yrking.

- Ein yrking skal ikki tosa um tað, hon snýr seg um. Hon skal vera tað, hon er um. Ein yrking um tráan skal duna og dampa av dunkandi tráandi andadráttinum, so eisini lesarin byrjar at anda títtari. Snýr yrkingin seg hinvegin um kava, sum bráðnar, mást tú finna heilt onnur ljóð. Tí hevur tað sjálvandi alt at siga, hvussu ein yrking verður lisin upp, sigur Pia Tafdrup 



Ein rúgva av søgum

Hóast Pia Tafdrup er mest kend fyri sínar yrkingar, hevur hon eisini roynt seg sum skaldsøguhøvund. Seinnu árini hevur hon eisini havt støðugt størri hug at royna seg við hesi sjangruni. Kanska hevur tað nakað við aldurin at gera, hugleiðir hon og leggur afturat, at hon sum 56 ára gomul hevur eitt perspektiv at skriva út frá, sum hon ikki hevði, tá hon byrjaði at skriva.

- Tað gevur nakrar møguleika, sum eg havi hug at brúka. Eg eri sera hugtikin av serliga evninum hjá skaldsøguni at skapa drama og tekna afturvendandi mynstur, sum taka seg fram, jú eldri tú verður. Sjálv føli eg eisini, at eg verði meir opin fyri nýggjum møguleikum við aldrinum. Ivaleyst hongur tað eisini saman við, at børnini nú eru vaksin og klára seg sjálv, sigur Pia Tafdrup og smílist við tankan, tá elsti sonurin ein dagin kom heim, og kunngjørdi, at hann vildi vera journalistur.

- Tá eg so spurdi hví, slóð hann armarnar út móti øllum bókahillunum í stovuni og segði: Tí tað einasta eg havi við heimanífrá, er ein rúgva av orðum, flennir Pia, sum eisini sjálv hevur endaleysar røðir av orðum við sær frá barndóminum. Ella rættari av søgum, tí hvørt kvøld fortaldi fortaldi pápin eina nýggja góðanáttsøgu fyri henni.

- Hann plagdi at koma inn á kamarið við eini paraply, sum var sett saman av ymsum litum. Aftanfyri hvønn lit goymdi seg eitt ávíst slag av søgu, sum eg skuldi velja sjálv, og tað var líka spennandi hvørja ferð, tí hann fann uppá søgurnar sjálvur, sigur Pia Tafdrup, sum tá helt ondini.

Tí tá søgan var byrjað, kundi onki í allari verðini órógva tey longur. 




Pia Tafdrup í Norðurlandahúsinum

Í morgin klokkan 13 verður høvi at hoyra Pia Tafdrup lesa upp úr og greiða frá savninum Tarkovskijs heste á bókmentaligum seinnaparti í Norðurlandahúsinum.


Eisini fer maður hennara, bókmentafrøðingurin Bo Hakon Jørgensen, at halda fyrilestur um danska rithøvundan Karen Blixen.


Meir fæst at vita um Pia Tafdrup á heimasíðuni www.tafdrup.com