eina árliga klædnamessu, sum er í Bella Sentrinum. Lív kom til finaluna í kappingini, men tað eydnaðist henni ikki at vinna kappingina. Til kappingina vóru yvir 500 gentur, sum høvdu sent myndir inn, og [...] alt liðugt. Anne Sofie frá Langeland vann kappingina, og var á veg til Paris at arbeiða sum model. Eitt lív sum model? Lív helt tað vera spennandi at vera við í kappingini, men hon kundi ikki hugsað sær [...] kapping afturat. Tað kundi kanska verið stuttligt at arbeitt sum model, men tað er ikki so lætt. Fyri tað fyrsta so skulu fólk vilja nýta hana sum modell, og so hevur hon eisini ætlanir um at gera nakað við
lærarar, sum í løtuni undirvísa í teldulæru í fólkaskúlanum, eru so at siga allir sjálvlærdir. Tað er eisini vert at nevna, at í hesum teldutíðum er tað eingin lærugrein á Føroya Læraraskúla, sum eitur teldulæra [...] sínum tann møguleika, at tey, um tey høvdu fast teldusamband við hús, kundu avgreiða síni bankaørindi heima, og tá ið tað lá best fyri hjá teimum sjálvum. Skipanirnar Tær báðar skipanirnar, Heimabankin hjá [...] m hava aðrar møguleikar enn bert at flyta pening millum kontoir. Í skipanunum eru ymsar tænastur, sum gera tað gjørligt hjá viðskiftafólkinum at gera sína egnu fíggjarætlan og eitt nú lánsútrokningar.
ella Jan Allan Müller ikki eru við í álopinum. Teir sita báðir heima í Danmark ? Jan Allan í Esbjerg, har hann er eykamaður hjá liðnum, sum eftir tey fyrstu umførini liggur væl fyri í næstbestu deildini [...] báðar dystirnar, sum vóru í EM undankappingini seinni sama heystið, spældu Todi Jónsson og Jan Allan Müller saman í føroyska álopinum. Allan Simonsen hevur eisini síðani tá havt teir báðar sum fyrsta val til [...] Tá føroyska landsliðið í kvøld klokkan 20.30 lokala tíð, ið er tað sama sum klokkan 19.30 føroyska tíð, fer inn á Kosevo leikvøllin í Sarajevo, verður tað fyrsta ferðin, at Allan Simonsen hevur ábyrgdina
fólkinum, sum vóru komin at lurta eftir Frændum, at tey vóru nøgd við tiltakið, tí tey sungu við til sangirnir, sum tey kendu. Alt á føroyskum Frændur er tann einasti føroyski bólkurin, sum spælir føroyskan [...] Klaksvík. Teir tríggir, sum vóru við Frændum hetta kvøldið vóru Erik Biskupstøð bass, Høgni Klakkstein, trummur og Ingi Isaksen, tangentar. Teir tríggir hava drúgvar royndir, sum tónleikarar. Erik spælir [...] vóru væl vitjaðar. Fríggjakvøldið vóru 400 áhoyrarar komnir saman í KÍ-høllini í Klaksvík. Eitt, sum ein legði til merkis á konsertini í Klaksvík var, at tað vóru nógv eldri fólk komin at lurta eftir
feløgunum skránna, sum spælast skal eftir í teimum yngru deildunum, sum í skipanini bara eru lagdar fram til summarsteðgin. Í flestu førum eru kappingarnar skornar eftir sama leisti sum í fjør, men onkrar [...] leggja kappingarnar til rættis. Mynstrið, sum verður brúkt, er tað, sum vit kenna frá FM endanum í yngru deildunum. Smádreingir FM bólkurin heldur fram sambært tí, sum er ásett í kappingarskipanini. Síðsta [...] økisbólkar, sum byrja at spæla 22. august. Smágentur FM bólkarnir spæla 22. og 29. august. Í A bólkinum, sum skal spæla í Sumba og í Klaksvík, eru Skála, Sumba, AB, MB og KÍ. Í B bólkinum, sum skal spæla
einum vælferðarsamfelag sum tí danska, foreldur finna seg rætt og slætt ikki í tí, og tí koma hálvhjartaðar neyðloysnir á borðið av og á. Tann seinasta er, at børn hjá foreldrum, sum eru viðskiftafólk hjá [...] hetta sjónarmiðið, sum hevur sett eld á í nógvum ymiskum leirum. Tí spurningurin er í grundini, hvørs tørvur skal nøktast, barnsins ella foreldranna. Tað er sjálvsagt, at foreldur, sum eru á arbeiðsmarknaðinum [...] sigur Pernille Hviid, sum er cand. psyk. og hevur granskað í hesum viðurskiftum, fyri blaðnum Aktuelt. Líka børn spæla best Tey børn, ið eru serliga illa fyri og hava foreldur sum eru arbeiðsleys, eiga
hátt skulu Føroyar samstarva við ES? Hetta er ein spurningur, sum hevur leikað í høvdinum á bæði politikarum og vinnulívsmonnum her heima í nógv ár. Tengt at hesum spurninginum er eisini spurningurin um [...] nei, men manningin í tinginum broytist, og tí er ikki vist, at tingmanningin í dag hevur somu hugsan sum fyrr. Einstakir flokkar hava eisini gjørt eitt sindur burturúr, at teir ynskja eitt tættari tilknýti [...] nevndini hava verið Jens Helgi Toftum og Óli Samró. Og fyrr í vikuni legði nevndin fram frágreiðingina sum hon er komin til. Einki endaligt tilmæli Men hóast nevndin var biðin um at gera eitt samráðingarupplegg
Havn siga teir, at tað er gott skil á ølklubbunum, sum teir vórðu kallaðir í gomlum døgum. Treyðugt so er altíð okkurt at finnast at, men tað hoyrir heima í smálutadeildini, sigur støðleiðarin í Havn. ? Okkurt [...] stórum halda seg til tað, sigur støðleiðarin. ? Fólkið sum var í býnum leygarkvøldið var ikki so drukkið at tað bilti nakað, hóast tað altíð er onkur, sum fær ov nógv. [...] skelti kundi hingið á meira sjónligum stað, annars er einki stórvegis at finnast at. Løgreglan roynir, sum verða man, tá hon er á slíkum støðum, at hava eyguni eftir euforiserandi evnum, men heldur ikki tað
vánaligur sum Karl gevur lesarinum fatan av, hví koyrdi nevndin hann ikki frá??. Tað var jú nevndin (Driftsráðið) í AT, ið hevði sett hann sum stjóra og sum tískil eisini kundi koyra hann frá sum stjóra. [...] klárur at hjálpa. Honum dámdi væl at at fortelja søgur og skapa hugna heima saman við ommu. Hann var ein maður sum gjørdi tað sum hann helt vera rætt og stóð við sínar gerðir. Hann kundi aldrin funnið [...] so sermerkta fyritøku sum AT?. Eg eri føddur nógv ár eftir at AT fór í søguna, men havi næstan bara hoyrt gott um abba mín, Hjalgrím á Heygum. Fyri meg var hann ein góður abbi, sum tú altíð kundi líta á
eftir Janus, sum teir sjálvir hava sett løg til. Teir sum framføra eru Kári Sverrisson, sum syngur og spælir gittar og Óli Olsen, sum spælir á klaver og harmoniku. Tónleikabólkurin Enekk, sum er av Skál [...] 1994 út fløguna »Ver sterk mín sál«. Eins og heitið, stava allir sangir á hesi fløgu úr fyrsta yrkingasavni Janusar, sum kom í 1914. Plátufelagið Tutl stóð fyri hesi sermerktu útgávu, sum í tónleikasniði [...] eru teir báðir Kári Sverrisson og Óli Olsen, ið hava gjørt tónleikin til yrkingar Janusar, sum eru á fløguni »Ver sterk mín sál«. William um Janus William Heinesen var ein av teim mongu, ið vóru og enn eru