Fyrsta álopsroyndin uttan Toda og Jan Allan

Fótbóltur: Fyri fyrstu ferð, síðani Allan Simonsen gjørdist landsliðsvenjari, eru hvørki Todi Jónsson ella Jan Allan Müller við

Tá føroyska landsliðið í kvøld klokkan 20.30 lokala tíð, ið er tað sama sum klokkan 19.30 føroyska tíð, fer inn á Kosevo leikvøllin í Sarajevo, verður tað fyrsta ferðin, at Allan Simonsen hevur ábyrgdina av landsliðnum og Todi Jónsson ella Jan Allan Müller ikki eru við í álopinum.

Teir sita báðir heima í Danmark ? Jan Allan í Esbjerg, har hann er eykamaður hjá liðnum, sum eftir tey fyrstu umførini liggur væl fyri í næstbestu deildini, og Todi Jónsson í Keypmannahavn, har hann fær viðgerð og luttekur í lættari venjing í vónini um, at hann verður klárur, tá FCK sunnudagin skal spæla móti B93 á útivølli.

Allan Simonsen hevur havt ábyrgdina av landsliðnum í 26 dystum ? 21 undankappingardystum og fimm venjingardystum. Fyrsta ferðin, at Allan Simonsen hevði ábyrgdina, var 7. september 1994 móti Grikkalandi á Svangaskarði. Ta ferðina og hinar báðar dystirnar, sum vóru í EM undankappingini seinni sama heystið, spældu Todi Jónsson og Jan Allan Müller saman í føroyska álopinum. Allan Simonsen hevur eisini síðani tá havt teir báðar sum fyrsta val til álopsplássini, men tað hevur ikki altíð borið til. Akkurát sum hesa ferð niðri í Bosnia-Hersegovina, so hevur tað fleiri ferðir áður borist teimum báðum undan, men hetta er fyrsta ferðin, at báðir eru burturi í senn.

Í 1995 var Jan Allan Müller raktur av tryggingarskaða teir fyrstu tríggjar dystirnar. Tá var Todi eina ferð einsamallur frammi, og tríggjar ferðir spældi hann saman við Jens Erik Rasmussen. Í tí triðja dystinum, sum var móti Skotlandi á Svangaskarði, kom Jan Allan inn fyri Jens Erik.

Todi Jónsson hevur ikki spælt við í teimum fimm venjingardystunum. Heystið í 1995 spældu Jan Allan og Todi saman ? burtursæð frá í Grikkalandi 15. november, tá Todi gav avboð, tí hann var skaddur. Tá hjálptu John Petersen og Kári Reynheim Jan Allani við tí sindrinum av álopsspæli, sum føroyingar royndu at skapa (grikkar vunnu 5-0).

Í 1996 stríddist Todi Jónsson leingi við skaða. Tá landsliðið í apríl hetta árið tapti 3-1 í Jugoslavia, spældu Jan Allan og John har frammi, og tað gjørdu teir eisini, tá Føroyar 31. august á Svangaskarði akkurát taptu 2-1. Hinar tríggjar dystirnar á heysti í 1996 spældu Jan Allan og Todi saman.

Í fjør spældi landsliðið fimm ferðir í HM undankappingini. Niðri á Malta hevði Todi John afturat sær har frammi, og á Svangaskarði móti Malta var Uni Arge saman við Toda. Í teimum báðu dystunum móti Kekkia spældi Jan Allan Müller ? á útivølli saman við Una og á heimavølli saman við Toda. Niðri í Spania hjálpti John Petersen Jan Allani Müller.

Tá Føroyar taptu 5-0 í Estlandi 4. juni í ár, vóru Jan Allan Müller og Todi Jónsson aftur saman í álopinum. Men tað vóru teir bara fram móti steðginum. So varð Jens Martin Knudsen rikin av vølli. Jákup Mikkelsen kom í málið, og Jan Allan Müller varð tikin av vøllinum.