Væleydnaðar Frændur konsertir

Um vikuskiftið var klaksvíksbólkurin Frændur aftur á palli. Hetta var fyrstu ferð í ár og lagt var upp til eitt gott tiltak

Fríggjakvøldið spældu teir í Klaksvík og leygarkvøldið gekk leiðin inn á Kambsdal.

Konsertinar vóru væl vitjaðar. Fríggjakvøldið vóru 400 áhoyrarar komnir saman í KÍ-høllini í Klaksvík.

Eitt, sum ein legði til merkis á konsertini í Klaksvík var, at tað vóru nógv eldri fólk komin at lurta eftir Frændum. Nú heldur onkur kanska at 400 áhoyrarir ikki er so nógv, men tað er nógv í Klaksvík nú á døgum.

Leygarkvøldið fóru Frændur á pallin í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Har vóru 800 fólk komin saman til konsert og dans, og tað vóru fyrireikarnir eisini sera væl nøgdir við.


Nýggj manning

Jú, teir tríggir Steintór, Rani og Eyðun hava altíð verið stamman í bólkinum, men tað hevur verið eitt sindur skiftandi, hvørjar tónleikarar teir hava haft aftrat sær. Hesaferð var øll manningin úr Klaksvík. Teir tríggir, sum vóru við Frændum hetta kvøldið vóru Erik Biskupstøð bass, Høgni Klakkstein, trummur og Ingi Isaksen, tangentar.

Teir tríggir hava drúgvar royndir, sum tónleikarar. Erik spælir bass í bólkinum Aria, sum koma út við eini fløgu um ikki so langa tíð. Høgni hevur spælt við fólkatónleikabólkinum Enek og Ingi er ein av »popparunum« úr tí lokala klaksvíksbólkinum Dynamitt.


Tónleikurin

Tónleikurin, sum Frændur spældi, var úr øllum tí teir hava givið út. Løg.av »Saman við tær«, »Frændur 2«, »Millum Frændur«, »80' ini«, »Mítt Land«, »Sv@rt Gull«, »Eyðun Nolsøe solo« og »Kærleikans Vallaraheim«.

Kvøldini bæði byrjaðu við, at teir spældu 6 løg av tí nýggju fløguni og síðani fóru teir at spæla sangir av øðrum útgávum

Steintór og Eyðun sungu teir flestu sangirnar, men Rani slapp eisini uppí part. Teir nýggju sangirnir av fløguni Kærleikans Vallaraheim skuldu standa sín sveinaprøva. Live-framførslan var stak góð og eru sera væl eydnaðir til konsert og dans. Onkur áhoyrari helt, at teir vóru betri á palli enn á fløgu.Tað fara vit ikki at taka dagar ímillum her, men lata upp til hvønn einstakan at døma um.

Ljóðgóðskan á konsertunum og dansinum var gott. Reint og ikki so hart, sum ofta er trupulleikin og tað sást týðuliga at Frændur hevði vant nógv til konsertina. Eisini sást týðuliga, at Erik, Høgni og Ingi eins og stamman í Frændum duga síni ting.

Tað hoyrdist á fólkinum, sum vóru komin at lurta eftir Frændum, at tey vóru nøgd við tiltakið, tí tey sungu við til sangirnir, sum tey kendu.


Alt á føroyskum

Frændur er tann einasti føroyski bólkurin, sum spælir føroyskan tónleik burturav eitt heilt kvøld.

Tað er stuttligt at teir prógva, at tað ber til ferð eftir ferð.

Vónandi verður tað ikki so leingi til vit aftur fara at síggja Frændur aftur á palli.

Ein afturvendandi trupulleiki, tá ið tað eru konsertir og dansur í ítróttahøllum, er at fólki kemur og seint. Tann fyrsta tíman, sum orkestrið spælir, er høllin næstan fólkatóm.

Ikki fyrr enn klokkan nærkast 02.00 byrjar høllin at fyllast. Ein orsøk til at fólk kemur so seint er, at tað ikki ber til at keypa sterkt øl. Hetta vilja tey flestu hava tá tey fara á konsert leygarkvøld, og tí sita tey heima og hugna sær.

Tað kundi eisini verði ein góð inntøkukelda hjá ítróttarfeløgunum kring landið.

Tað er tað m.a. í Danmark, har tað er púra vanligt at feløgini selja øl í sambandi við konsertin. Har fáa tey eins nógv inn fyri sølu av øli, sum fyri atgongumerkini