Fyri hálvum ári síðani fóru føroysku peningastovnarnir at bjóða viðskiftafólki sínum tann møguleika, at tey, um tey høvdu fast teldusamband við hús, kundu avgreiða síni bankaørindi heima, og tá ið tað lá best fyri hjá teimum sjálvum.
Skipanirnar
Tær báðar skipanirnar, Heimabankin hjá Føroya Banka og Heimagreiðslan hjá Sparikassanum hava aðrar møguleikar enn bert at flyta pening millum kontoir.
Í skipanunum eru ymsar tænastur, sum gera tað gjørligt hjá viðskiftafólkinum at gera sína egnu fíggjarætlan og eitt nú lánsútrokningar. Haraftrat er eisini møguleiki fyri at finna ymsar upplýsingar fram inni á skipanini. Her verður hugsað eitt nú um fremmant gjaldoyra.
Eitt annað, sum er ein stórur fyrimunur við skipanini, er, at um ein er staddur uttanlanda, so er framvegis gjørligt at nýta skipanina.
Umleið 1.000 brúkarar
Føroysku peningastovnarnir hava higartil gjørt nærum 1.000 avtalur við brúkarar, sum hava fingið sær antin Heimabankan ella Heimagreiðsluna. Talið er støðugt vaksandi.
Størri parturin av hesum eru privat viðskiftafólk, men eisini er rættiliga fitt av fyritøkum og stovnum, sum hava íbundið seg til aðra av skipanunum.
Ávís ónøgd
Sosialurin hevur frætt, at summi viðskiftafólk hava verið ónøgd við skipanirnar, tí at tað er komið fyri, at ein upphædd er flutt tríggjar til fýra ferðir, ístaðin fyri tí einu ferðina, hon skuldi verði flutt.
Í Føroya Banka verður sagt, at har hava tey ongar klagur fingið um skipanina, men at slíkir trupulleikar sum áðurnevndi oftast stava frá, at brúkarin ikki er nóg kunnugur við telduna og skipanina.
Serkøn fólk vilja eisini verða við, at tær báðar føroysku skipanirnar eru millum tær tryggastu "homebanking" skipanir, sum eru í heiminum.
Tað er eisini greitt, at tað krevur eina ávísa tillagingartíð, áðrenn viðskiftafólkini hjá peningastovnunum hava fult álit á báðar skipanirnar.
Eitt stig inn í telduheimin
Tað er einki yvir at dylja, at hesar báðar skipanir eru bert eitt stig á veg inn í telduheimin, sum bara veksur og veksur. Fleiri og fleiri føroyingar hava teldu við hús, og hjá teimum flestu er teldan eitt týðandi arbeiðsamboð í gerandisdegnum.
Hjá teimum tilkomnu man tað mangan tykjast løgið at síggja, hvussu góðan telduførleika flestu føroysku børn hava. Til dømis er tað ikki óvanligt í skúlahøpi, at næmingarnir hava størri kunnleika til teldur, enn hvat lærarin í teldulæru hevur.
Í hesum sambandi er tað eisini undrunarvert, at landsmyndugleikarnir geva føroyska skúlaverkinum eykajáttan til keyp av telduútgerð, men at eingin peningur verður játtaður til at útbúgva lærararnar, so at teir hava tann neyðuga kunnleikan til at nýta útgerðina og tann neyðuga førleikan til at undirvísa í teldulæru.
Teir lærarar, sum í løtuni undirvísa í teldulæru í fólkaskúlanum, eru so at siga allir sjálvlærdir.
Tað er eisini vert at nevna, at í hesum teldutíðum er tað eingin lærugrein á Føroya Læraraskúla, sum eitur teldulæra. Nýggju føroysku lærararnir hava í mesta lagi havt okkurt styttri skeið í teldunýtslu, og ein kann ikki annað enn undrast á, at so lítil áhugi er fyri at styrkja teldukunnleikan hjá føroysku lærarunum, so at teir kunnu verða við til at fyrireika børnini til at stíga inn í næstu øld, sum helst verður telduøldin fram um aðrar.









