Uttan samstarv verða Føroyar avbyrgdar

Nevndin sum løgmaður í 1997 setti at gera eitt upplegg til samráðingar við ES um eina nýggja avtalu millum ES og Føroyar er liðug við arbeiðið sítt og handaði fyrr í vikuni løgmanni frágreiðing sína

Á hvønn hátt skulu Føroyar samstarva við ES?

Hetta er ein spurningur, sum hevur leikað í høvdinum á bæði politikarum og vinnulívsmonnum her heima í nógv ár.

Tengt at hesum spurninginum er eisini spurningurin um hvørt føroyingar skulu gerast limir ella ikki.

Løgtingið hevur sagt sína hugsan og tað er eitt greitt nei, men manningin í tinginum broytist, og tí er ikki vist, at tingmanningin í dag hevur somu hugsan sum fyrr.

Einstakir flokkar hava eisini gjørt eitt sindur burturúr, at teir ynskja eitt tættari tilknýti til ES enn vit hava í dag.

Ríkisviðurskiftini Føroyar og Danmarkar ímillum eru eisini ein partur av hesum málið og ger tað heila bara enn truplari.


»Bláa álitið«

Í august 1995 varð »Bláa álitið« lagt fram, og her var niðurstøðan tann, at Føroyar skuldu stíla ímóti at gera eina serskipan, ið er ein »EBS-líknandi avtala saman við eini tollsamgongu« og tað var út frá tilmælinum í hesum áliti at nevndini skuldi gera sítt upplegg.

Eftir at nevndin av javnstøðuávum var umskipað sá hon soleiðis út:

Jógvan Jespersen, formaður, Tommy Petersen, Kjartan Krisiansen, Jan Mortensen, Ansy Høghamar, Maria Róin, Gloria Kalsø. Skrivarar hjá nevndini hava verið Jens Helgi Toftum og Óli Samró.

Og fyrr í vikuni legði nevndin fram frágreiðingina sum hon er komin til.


Einki endaligt tilmæli

Men hóast nevndin var biðin um at gera eitt samráðingarupplegg, so hevur hon snúð sær undan júst hesum setningi, við teirri »undanførslu«, at fyritreytirnar fyri nevndararbeiðinum skuldu verða at ein breið politisk viðger skuldi fara fram, áðrenn avgerð varð tikin um at seta eina samráðingartilgongd í verk.

Hinvegin vónar nevndin at frágreiðingin nóg gjølla lýsir fyrimunir og vansar við uppskotinum til eina serskipan, sum er nevnd í »Bláa álitinum«, og at frágreiðingin kann verða grundarlag undir eini politiskari viðgerð og politiskari avgerð um, hvør loysn skal roynast í samráðingunum.


Fleiri møguleikar

Niðurstøðan hjá nevndini er, at fleiri samráðingarleiðir eru møguligar fyri at røkka teimum málum, sum liggja aftanfyri eina serskipan við eini »EBS-líknandi avtalu saman við eini tollsamgongu« og at tær ymsu loysnirnar reisa ymsar spurningar, seta ymisk krøv og reisa ymiskar spurningar.

Millum annað er spurningurin um føroyska umsitingin kann liva upp til tey krøvini, sum ein EBS-líknandi skipan setur.

Nevndin heldur, at tað eru tveir møguleikar at loysa henda knút.

Annar er at knýta Føroyar til EBS-skipanina ES-megin, meðan hin er at Føroyar gerast partur av EFTA-súluni í EBS-samstarvinum.

Hesir báðir møguleikarnir seta heilt ymisk krøv og tað er m. a. hesi krøv frágreiðingin roynir at lýsa meira nágreiniliga.


Danir umboða Føroyar

Ein máti at loysa umsitingarliga spurningin er at lata danir umsita eina EBS-líknandi skipan, tí tað er ivamál, um føroyska skipanin er búgvin til at umsita eina slíka skipan.

Partar av reglum og lógum eru longu í gildi í Føroyum, meðan vit mugu tillagað aðrar skipanir.

Í almennu viðmerkingunum sigur nevndin at líkamikið hvørja leið føroyingar velja at ganga, so verður talan um torførar og drúgvar samráðingar.

Høvuðsorsøkin er tann, at Føroyar, so lítlar sum tær eru ikki hava tann stóra áhuga í ES, nú londini eystanfyri eru latin upp fyri samhandli við ES. Har er ein sera stórur marknaður, at Føroyar eru, myndað við orðum Williams, eitt lítið sandkorn

Niðurstøða nevndarinnar er tí, at verður einki gjørt fyri at økja samstarvið við ES, so verða Føroyar bara enn meiri avbygdar, enn vit eru frá náttúrunar hond.


Góð fyrireiking

er alneyðug

Nevndin sigur at enda í síni niðurstøðu, at líkamikið hvør loysn verður vald, so hevur tað sera stóran týdning fyri føroyska úrslitið, at fyrireikingarnar verða greiddar út í allar smálutir.

Spurningarnir um handilsligt og búskaparligt samstarv við umheimin fara í framtíðini at verða so avgerandi, at nevndin heldur at fólk átti burtur av at verið sett til at arbeiða við hesum málum og at samskipa tann kunnleika, sum er á stovnum og stovum innan hetta øki, stendur at lesa í niðurstøðuni í frágreiðingini frá nevndini