Leygarkvøldið var løgreglan í býnum í Havn.
Ikki tí at teir vóru í veitsluhýri, men tí at teir viðhvørt hyggja at umstøðunum í ølklubbunum og tá flestu fólk eru í dansi leygarkvøld, so er so líka til at kanna umstøðurnar júst hesa løtuna.
Av støðini í Havn siga teir, at tað er gott skil á ølklubbunum, sum teir vórðu kallaðir í gomlum døgum.
Treyðugt so er altíð okkurt at finnast at, men tað hoyrir heima í smálutadeildini, sigur støðleiðarin í Havn.
? Okkurt skelti kundi hingið á meira sjónligum stað, annars er einki stórvegis at finnast at.
Løgreglan roynir, sum verða man, tá hon er á slíkum støðum, at hava eyguni eftir euforiserandi evnum, men heldur ikki tað gav nakað úrslit tíbetur.
Halda seg til
givnar reglur
Tá løgreglan er úti til slíkar kanningar verður eisini hugt eftir hvussu nógv fólk eru inni á teimum ymsu støðunum, men heldur ikki her var nakað at finnast at.
? Tað sær út til, at ølklubbarnir ansa væl eftir ikki at fylla ov nógv fólk inn í hølini, tí tað kann koma afturum brekku.
? Tá vit komu í Kaggan stóð nógv fólk uttanfyri. Tey sluppu ikki inn, tí nóg mikið av fólki var inni. Hetta er eitt gott tekin, sigur støðleiðarin í Havn, Petur Poulsen.
Selja ikki til
drukkin fólk
Fólkið, sum var í býnum í vikuskiftinum vóru ikki so drukkin.
? Rúsdrekkalógin sigur, at tað er ikki loyvt at selja til drukkin fólk, og tað sær út til at barrvørðarnir í stórum halda seg til tað, sigur støðleiðarin.
? Fólkið sum var í býnum leygarkvøldið var ikki so drukkið at tað bilti nakað, hóast tað altíð er onkur, sum fær ov nógv.