FSF hevur nú sent feløgunum skránna, sum spælast skal eftir í teimum yngru deildunum, sum í skipanini bara eru lagdar fram til summarsteðgin.
Í flestu førum eru kappingarnar skornar eftir sama leisti sum í fjør, men onkrar smávegis broytingar eru gjørdar. Í staðin fyri at liðini í øllum deildum skulu spæla úti og heima, so er lagt upp til, at onkrar kappingar verða avgreiddar soleiðis, at øll liðini eru á sama stað ein dag. Hetta verður m.a. gjørt fyri at minka um ferðingina, og tí hetta ger tað lættari at leggja kappingarnar til rættis. Mynstrið, sum verður brúkt, er tað, sum vit kenna frá FM endanum í yngru deildunum.
Smádreingir
FM bólkurin heldur fram sambært tí, sum er ásett í kappingarskipanini. Síðsta umfarið verður spælt 26. september. Í finalubólkinum í landskappingini luttaka Royn, B36b og B71, og tey spæla úti og heima móti hvørjum øðrum.
Heystkappingin er løgd at vera fýra leygardagar, har øll spæla móti øllum. Luttakararnir eru SÍ, Skála, KÍc, ÍF og AB. Spælt verður í Fuglafirði 22. august, á Skála 29. august, 5. september í Sørvági, og 12. september á Argjum.
Piltadeildin
FM piltarnir spæla sambært skipanini og verða lidnir 5. september. Tað verður skipað fyri FM á hálvum vølli, og tann kappingin er býtt í tveir bólkar. Í øðrum bólkinum eru SÍ, TBa, Skála a, B71a og LÍFa. Hesi liðini spæla í Sørvági 22. august og á Tvøroyri 29. august. Í hinum bólkinum eru MB, VB, EBa, B36b og GÍ. Tey spæla á Eiði 22. august og í Miðvági 29. august.
Í landskappingini eru EBb, GÍb, Skála b og NSÍb. Tey spæla í Gøtu 22. august og á Skála 5. september. Miðøkið fevnir um ABa, HBd, B71b, HBc, B36d og B36c. Spælt verður somu dagar ávikavist í Havn, á Sandi og á Argjum.
Suðuroyarøkið fevnir um TBb, Royn og Sumba, sum spæla á Tvøroyri 22. og í Sumba 29. august.
Smápiltarnir
FM bólkur A spælir fyrra semifinaluumfarið í Sandavági 22. august og tað seinna í Vági 29. august, og B bólkurin spælir somu dagar í Hvalba og í Leirvík. Í A bólkinum eru NSÍa, VBa, HBa, SÍFa og KÍa. Í B bólkinum eru EBa, Royn, B36a, MBa og LÍFa.
Finaluumfarið, har tvey lið úr hvørjum bólki taka lut, verður 12. og 19. september. At áhugin millum smápiltar er stórur at spæla fótbólt sæst á, at landskappingin er skipað í ikki færri enn fjúrtan økisbólkar, sum byrja at spæla 22. august.
Smágentur
FM bólkarnir spæla 22. og 29. august. Í A bólkinum, sum skal spæla í Sumba og í Klaksvík, eru Skála, Sumba, AB, MB og KÍ. Í B bólkinum, sum skal spæla í Vági og á Toftum, eru B68, VB, B36a, SÍF og ÍF. Finaluumførini verða 12. og 19. september. Í endaspælinum í landskappingini eru tríggir bólkar. Bólkur 1 skal spæla í Gøtu og í Klaksvík 22. og 29. august, og í hesum bólkinum eru HB, GÍ og KÍb. Í bólki 2, sum er somu dagar, og sum skal spæla í Leirvík og á Eiði, eru EB, SÍ og LÍF. Bólkur 3 er mannaður við NSÍ, B36b, ABb og B71. Hesi liðini spæla í Runavík 22. august, á Sandi 29. august og á Argjum 5. september. Eitt lið fer víðari úr hvørjum bólkinum í finaluumfar, sum verður 12. september.
Gentur 10-12 ár
Í innleiðandi FM bólkinum eru í bólki A GÍa, SÍ, EBa og HBa. Hesi liðini spæla í Gøtu 22. august og í Havnini 29. august. Hin bólkurin spælir somu dagar á Toftum og í Sandavági. Í B bólkinum eru KÍa, SÍF, B68 og B36a. Tvey lið fara víðari í finaluumfarið. Tað verður spælt 12. og 19. september.
Pinkurnar
FM bólkarnir spæla 22. og 29. august. A bólkurin, sum er mannaður við EBa, VBa, AB, MBa og KÍa, skal spæla á Eiði og á Argjum, og B bólkurin, sum er mannaður við NSÍa, Sumba, HBa, SÍa og LÍFa, skal spæla í Leirvík og í Sumba. Finaluumfarið verður 12. og 19. september.
Landskappingin er skipað í fimm bólkar, sum somu dagar, sum omanfyri eru nevndir. Tó spælir onkur bólkur eisini 12. september. Í hesari kappingini verður finaluumfarið avgreitt 19. september.