Viðmerking til røðu K. Jespersen?s í Sosialinum 20. August 1998

Eg gjørdist ikki sørt skakkur og keddur tá ið eg í Sosialinum las minningarorðini hjá Karl Jespersen um P.M. Dam, sála. Tað sum gjørdi meg keddan var tað, sum hann skrivar um mín góða abba, Hjalgrím á Heygum, ið var stjóri í A.T frá tí tað var stovnað í 1936 og umleið 16 ár fram.

Eg skilji ikki hví Karl Jespersen setur seg sjálvan so lágt og dálkar ein deyðan mann ið ikki fær vart seg. Eg skilji ikki at nakar kann gleðast yvir at hoyra ein veitslurøðara spilla út systkinabarnið hjá P.M. Dam, Hjalgrím á Heygum., á eini minnisveitslu fyri P.M. Dam.

Hjalgrím var hóast alt stjóri í AT í eini 16 ár. Og tá ið hann fór frá takkaði P. M. Dam honum fyri sítt arbeiði fyri felagið. Um abbi var so vánaligur sum Karl gevur lesarinum fatan av, hví koyrdi nevndin hann ikki frá??. Tað var jú nevndin (Driftsráðið) í AT, ið hevði sett hann sum stjóra og sum tískil eisini kundi koyra hann frá sum stjóra. Um vit hyggja í doktararitgerðina ?Fylking? eftir Jóannes Dalsgaard, so stendur m.a. á s. 314. ?Heygum var dugnaligur vinnulívsmaður og hevði gott hegni at leiða eina so sermerkta fyritøku sum AT?.

Eg eri føddur nógv ár eftir at AT fór í søguna, men havi næstan bara hoyrt gott um abba mín, Hjalgrím á Heygum. Fyri meg var hann ein góður abbi, sum tú altíð kundi líta á. Hann var altíð klárur at hjálpa. Honum dámdi væl at at fortelja søgur og skapa hugna heima saman við ommu. Hann var ein maður sum gjørdi tað sum hann helt vera rætt og stóð við sínar gerðir. Hann kundi aldrin funnið uppá at stilla seg upp á einum minnisdegi og spilt út ein deyðan mann. Eg kenni alt ov lítið til søguna og deltaljur innan AT og veit heldur ikki hvat tit báðir , abbi og Karl J. , hava havt tykkara millum, men eitt er sikkurt, at onki vanligt menniskja fer at ríða so lágt sum tú gert í røðuni, uttan so at eitt óvanliga stórt og djúpt persónligt hatur liggur aftanfyri. Eiheldur trúgvi eg, at eftirkomarnir hjá tær ella P.M. Dam, sála , sum øll eru fitt og hampa fólk, ynskja at Hjalgrím á Heygum verður hunddálkaður 24 ár eftir deyða sín. ?Ongin gerst reinur av at dálka onnur?.

Eg vil annars ynskja allari familjuni hjá P.M. Dam sála, tillukku við 100 ára degnum og alt tað besta fram yvir.

Vónandi hvílur eisini friður yvir minnið um abba mín, Hjalgrím á Heygum. Jeg gloymi hann aldrin.


Abbasonurin Fróði Vestergaard