summarhálvárinum og róðu út í vetrahálvárinum. Tíðliga í tíðini róði hann út við Grunningi, har abbi mín, Líggjas í Horni var bátsformaður, seinni róði hann út við Støðini har pápi mín Bethuel var skipari og [...] Jacob búð í Havn. Síðani vóru teir Karl Jacob, sum í 1967 fekk sær eftirnavnið Ósa, Mourits, ið varð búgvandi í barnaheiminum á Vágsheygnum og yngstur var Lavus. Hann giftist og búsettist í Aalesund í Noreg [...] uppvøkstur. Í 1929 giftist Sámal við Honnu Jacobsen - Honnu í Búðunum í Klaksvík. Hon var dóttur Sigrid, ættað úr Króki á Sandi, og Johannes Jacobsen, vanliga nevndur Johannes í Búðinum í Klaksvík. Hanna
Eg bleiv skakkur tá sonur mín ringdi til mín og segði mær at Sommer systkinnabarnið, var deyður. Tað var sum alt steðgaði upp, eg fór útum, skímingin var í fer við at dempa hesa so vøkru kavakløddu bygd [...] i uppá níggju systkin, tey livdu í einum tryggum heimi, har pápin var sjómaður og mamman var heima, sum tá var. Tað var nógv hjá børnunum at taka hond í. Samanhaldið í systkinnaflokkinum hevur altíð sermerkt [...] var samdur við mær í, so segði hann tað, upp á sín sera sjarmerandi máta. Sommer var familju-kærur, hann kom nógv á gátt í heiminum hjá okkum, pápin og hann vóru ógvuliga væl. Pápi var mammubeiggi hansara
sum um tey vóru tíni egnu. Vit eru takksom fyri, at vit fingu loyvi at hava teg her í útibarnagarðinum í Miðvági í tvey ár, tvey góð ár, har tú vísti okkum við tínum góða sinni og spaklindi, at tað ikki [...] at ansa eftir øllum børninum í himlinum, so var tað gott at hann valdi Siri, tí so hava børnini tað gott. Takk fyri góð minnir góða Siri. Starvsfelagar í Útibarnagarðinum í Miðvági Bræv til Siri Góða fitta [...] eitt ringt orð um nakran. Tú segði altíð, hvussu gott tú hevði tað her hjá okkum í Miðvági, og tá nýggi barnagarðurin í Sørvági søkti eftir fólki, vóru vit bangin fyri at missa teg til Sørvágs, men tú
mamma, gumma og gubbi! Má Jesus styrkja tykkum, nú pápi tykkara er farin frá foldum. Abbi átti Jesus í sínum hjarta, og tí eri eg vís í, at hann situr í himmalinum og hyggur niður yvir okkum við einum stórum [...] so var bara at drøna avstað. Hetta vóru verðuliga minnisríkar løtur. Tá eg gekk í Nonnuskúlanum, har abbi eisini gekk í fólkaskúla, skuldu vit læra at loysa líkningar. Hetta hevði eg trupult við at læra [...] hendan stund fór at koma so skjótt, men at vit fóru at hava nógvar góðar løtu saman afturat. Ígjøgnum mín uppvøkstur havi eg átt ein abba, ið hevur havt so ómetaliga stóran týdning fyri meg. Eg var fyrsta
og altíð vóru tey við antin tú fórt ørindi í býin ella á fund í Havn. Tú hevði dirvi og mót sum fáur. Hetta kom best til kennar tá tú keypti m/s Ågot í ´93, í ringastu kreppuárunum. Hetta sigur ikki bara [...] stórt pláss hjá tykkum øllum. Hann var ein góður maður, pápi, sonur og beiggi. Má Harrin styrkja tykkum í stóru sorg tykkara. Æra verið minni um mín góða vin Pól Eyðfinn. Óli M [...] so fátøk. Í allari sorgini er ilt at hóma nakra meining. Hví skuldi hetta henda júst teg. Hví, hví? Longur á leið vit svar skulu fáa, longur á leið har skilja vit hví. Mót kæri bróður, stíg út í ljósið,
gólvinum inni á gongini, kom klumpurin í hálsin. Sá fyri mær mín neyðars Pápabeiggja liggja gloymdan úti í glerstoytta kuldanum og eymka seg í eini fjaldari skuggasíðu í Berjabrekku. Stjørnuhimmalin uppi yvir [...] Pápabeiggja mín Johan Smith... sála (Pápabeiggi við stórum P, tí hann hevði altíð eitt lær tøkt til beiggja mín og meg at sita á). Tú doyði ein sunnudag. Á hvílidegnum, eins og pápi tín. Eg var tá staddur í einum [...] var mitt í eini spennandi smáfjakkaraferð í Týsklandi saman við einum vinmanni frá universitetinum í Aix-en-Provence og hevði ilt við at fata veruleikan av hesum nýggja missinum. Ferðahugurin var í hæddini
Heimafturkomin arbeiddi hann í handilsfyritøkuni hjá pápa sínum. Hann hevði nógv við postin at gera. Jú, har var nokk at taka hond í. Eitt langt tíðarskeið var Petur lærari í Skopunar Skúla. Tað bleiv sagt [...] respekt fyri honum. Petur varð var valdur í kommunustýrið frá 1976 til 1980, tá hann ikki stillaði upp aftur. Eisini í hesum starvi varð hann sera væl lýddur. Framburð í bygdini gleddist hann um. Petur var eisini [...] eisini leiðari fyri Sjóvinnubankadeildina í Skopun og seinni Bank Nordik. Hann var í nógv ár aktivur í lokalfelagnum hjá sambandsflokinum sum skrivari. Eg hevði tað gleði, at arbeiða saman við honum. Jú
Jesus-myndunum hjá Jette, mostur, sum var farin í gólvið av buldrinum. Petur, sum er føddur í 1957, flutti til Jette, mostur, sum búði í Vági, og har var Petur í umleið eitt ár. Tá var hann umleið 10 ár. Men [...] øðrum. Petur hevði nógv uppá hjarta í kvøld. Hann er eisini ein sera skemtingarsamur maður og fortaldi um, tá ið buldrini vóru í Vági. Tá ið tað buldraði harðast í 1967, segði Petur við sínum altið róliga [...] elsker den her ro, her í Våg..." Petur hevur nú fingið seinasta og æviga friðin. Takk fyri alt, sum okur báðir høvdu saman og stóra samkenslu til øll tykkum avvarðandi. Hvíl í friði, mín góði vinur. Eg fari
gerandisvirki luttók pápi í so mongum øðrum. Hann var kommunuskrivari og kassameistari í Kollafirði í 28 ár umframt hjálparskrivari í 5 ár, organistur í kirkjuni í 30 ár, var limur í meinigheitsráðnum og [...] og tók læraraprógv í 1935, og var hann lærari á Toftum og Gøtu 1935 og 36. Frá 1937 til 81 var pápi lærari í Kollafirði, frá 1949 fyrstilærari. Í 1957-58 var hann í Danmark á DLH. Pápi kom til Kollafjarðar [...] skúlagang í barnaskúlanum. Pápi virkaði eisini áhaldandi fyri, at nýggjur skúli varð bygdur í Kollafirði, og var tað sannur hátíðardagur fyri hann, tá nýggi skúlin varð tikin í nýtslu í 1970. Í sínum ge
ir høvdu givið honum í arv. Sitandi inni í heiminum í Uppsalagøtu plagdi Niels Juel mangan at siga frá teimum gomlu, ið lærdu hann at ganga í brattlendi og varisliga fara niður í røkurnar eftir seyði. [...] fastur klokkari í eitt ólønt starv, sum hann trúfast røkti líka til hin 1. august 2004. Tá hevði hann staðið í tænastuni í 44 samanhangandi ár! Eingin veit, hvat ið hetta hevur kostað Niels Juel í mistari a [...] okkum boðini bert stutta løtu eftir at pápi tín var farin inn til hvíldina. Eg minnist Niels Juel frá barnaárum mínum í Klaksvík. Trúðfastur sum fáur var hann at síggja í Christianskirkjuni bæði tíðliga og