Minningarorð um Regin Olsen

f. 20/7-1942 d. 30/12-2010

Góði elskaði abbi!
Nú er tíðin komin, har tú ikki ert ímillum okkum meira. Eg hevði ongantíð trúð, at hendan stund fór at koma so skjótt, men at vit fóru at hava nógvar góðar løtu saman afturat.
Ígjøgnum mín uppvøkstur havi eg átt ein abba, ið hevur havt so ómetaliga stóran týdning fyri meg. Eg var fyrsta abbabarn, so eg fekk alt tað, eg peikaði á sum yngri, frá abba. Og so vóru tað útferðinar. Viðhvørt, so avgjørdi abbi knappliga, at nú skuldu vit fara útferð, tí hann hevði hoyrt, at sólin skein onkustaðni norðanfyri. So vit at lossa bilin við heitum pylsum, ketjup, keks og kaffi, og so var bara at drøna avstað. Hetta vóru verðuliga minnisríkar løtur.
Tá eg gekk í Nonnuskúlanum, har abbi eisini gekk í fólkaskúla, skuldu vit læra at loysa líkningar. Hetta hevði eg trupult við at læra, og spurdi tí abba hvussu eg skuldi gera. Hann lærdi meg tað uppá ein annan máta, men var hetta ikki nógv lættari fyri meg. Men hann gav ikki upp, og til endans, so dugdi eg at loysa líkningar, og tað sat íhvørtfall fast. Eisini um tað vóru aðrar uppgávur í skúlanum eg hevði tað trupult við, so var bara at spyrja abba. Hann dugdi verðuliga at málberða seg og læra av sær.
Abba mínum dámdi sera væl sjólívið, og átti ein gulan og hvítan útróðrarbát. Hann brúkti nógva tíð í hesum báti og var ofta á floti. Sjólívið fasineraði eisini meg, og slapp eg tí nakrar ferðir við honum á flot. Eg slapp at standa við snelluna og royna meg, men hann tók tó yvir, tí tað skuldi vera ordiligt gjørt. Vit fingu nakrir fiskar, og gleddi tað hann at læra abbadóttrina um sjólívið.
Abbi var ein sera andaligur maður. Eg minnist hann serliga, tá hann sat við tí appelsingulu skrivimaskinuni og tastaði inn, hvat hann skuldi siga á talum og til onnur andalig høvi. Hansara talur vóru ógvuliga djúpar og viðkomandi og rørdu ein veruliga. Hann var ein sera vísur maður, ið dámdi væl at granska bíbliuna og lesa fyri okkum.
Ein siður vit í familjuni hava havt alt tað eg minnist til, hevur verið, at abbi hevur lisið jólaevangeliið jólaaftan. Tá sótu vit øll sum pinnar og lurtaðu eftir gleðiboðskapinum. Eisini var tað altíð abbi, sum skuldi lesa jólagávurnar upp, hvør átti hvørja. Hetta fari eg at sakna avbera nógv, og verða jól ikki heilt tey somu, nú abbi ikki er her ímillum okkum meira.
Góða omma! Nú ein helvt av tær er farin herfrá, er trupult at ímynda sær hvussu stóran sakn tú hevur. Tú og abbi vóru veruliga tað man samanber við ektaðan kærleika, og kom hetta til sjóndar hjá okkum rundanum. Tú skalt vita, at vit eru her fyri teg, og ein dag sleppur tú at síggja abba aftur.
Góðu mamma, gumma og gubbi! Má Jesus styrkja tykkum, nú pápi tykkara er farin frá foldum.
Abbi átti Jesus í sínum hjarta, og tí eri eg vís í, at hann situr í himmalinum og hyggur niður yvir okkum við einum stórum brosi.
Eg fari ongantíð at gloyma teg abbi!
--------------
Heidi Karolina