Sunnudagin 30. oktober fingu vit tungu boðini um at Pól Eyðfinn ikki var millum okkum longur. Tað var líkasum alt steðgaði upp. Tankarnir leitaðu beinanvegin til familjuna og til tykkum umborð. Tað er óskiljandi hvussu ringt tit mugu hava havt tað. Men Hjalti, Eyðstein og manningin. Tit gjørdu tað tit kundu og meira enn tað. Tað er eitt Guðs undur at vanlukkan ikki gjørdist størri.
Eg helt ógvuliga nógv av Pól Eyðfinni. Tú fylti so nógv har tú vart. Altíð fryntligur og blíður. Ynskti altíð at øll tú vart saman við skuldu hava tað gott og hugnaligt. Hevði altíð tíð til eitt prát, sjálvt um tú hevði nógv um at vera. Serliga góður vart tú við Simonu og børnini, sum tú vart so stoltur av, og altíð vóru tey við antin tú fórt ørindi í býin ella á fund í Havn.
Tú hevði dirvi og mót sum fáur. Hetta kom best til kennar tá tú keypti m/s Ågot í ´93, í ringastu kreppuárunum. Hetta sigur ikki bara nakað um teg, men vísir eisini at aðrir eisini høvdu alit á tær. Eg minnist hvussu stoltur tú vart av skipinum og hvussu glaður tú vart fyri tað og sjálvandi skuldi tað eita eftir mammu tíni. Tit eru øll so fyrimyndarlig til at standa saman sum familja, og skjótt var m/s Ågot ikki til at kenna aftur sum skip. Tú dugdi so væl at ganga á odda. At seta arbeiði í gongd og fáa tað at glíða. »Tað man nokk fara at ganga«, segði tú mangan, sjálvt um tað sá buldraligt út.
Eg fari altíð at minnast teg fyri títt gávumildni. Tú gjørdist altíð glaður tá tað gekst gott hjá øðrum, og ongantíð vart tú øvundsjúkur um tað gekst betri hjá øðrum ella onkur annar fiskaði meir. Tú hevði so nógvar lívskvalitetir, sum vit fingu smakka, men bert so stutt.
Ein góður og trúgvur vinur hevur lagt árarnar inn. Tíðin var úti. Eg var stoltur av at eg kendi teg og tú lærdi meg nógv. Vit fingu mangt gott prátið saman tá tit lógu norðanfyri og altíð komst tú inn á gólvið tá tit lógu inni. Tú hevði altíð stórar ætlanir og sá so ljóst upp á framtíðina.
Vit standa so hjálparleys. Orð eru so fátøk. Í allari sorgini er ilt at hóma nakra meining. Hví skuldi hetta henda júst teg. Hví, hví?
Longur á leið vit svar skulu fáa,
longur á leið har skilja vit hví.
Mót kæri bróður, stíg út í ljósið,
vit skilja alt um stokkuta tíð.
Vit eru mong, ið syrgja við tykkum. Tað sýndi eisini skarin sum var savnaður til jarðarferðina.
Góðu tit øll! Simona og børnini, Óli og Ågot, beiggjarnir og systrarnar við familjum. Tit hava bara góð minni eftir Pól Eyðfinn. Hann átti so stórt pláss hjá tykkum øllum. Hann var ein góður maður, pápi, sonur og beiggi.
Má Harrin styrkja tykkum í stóru sorg tykkara.
Æra verið minni um mín góða vin Pól Eyðfinn.
Óli M