Minningarorð um Pápabeiggja við stórum P

Nú tími eg ikki at útseta tað longur. Tað eru altíð nóg mikið av umráðandi tingum at fáast við í gerandisdegnum, men hví skulu tey vera viktigari enn tú mín góði Pápabeiggi. Eg havi tendrað eitt stearinljós við síðuna av telduni, samlandi tankarnar um teg og tað tú ert og hevur verið fyri meg og míni. Hetta minningarorð er um Pápabeiggja mín Johan Smith... sála (Pápabeiggi við stórum P, tí hann hevði altíð eitt lær tøkt til beiggja mín og meg at sita á).

Tú doyði ein sunnudag. Á hvílidegnum, eins og pápi tín. Eg var tá staddur í einum studentakøki í Leipzig í Týsklandi, tá ið eg fekk eini sorgar sms-boð sendandi frá foreldrum mínum, sum høvdu borið hesi boðini víðari frá einum avsendari í Føroyum, meðan tey vóru á veg heim við Norrønu. Eg var mitt í eini spennandi smáfjakkaraferð í Týsklandi saman við einum vinmanni frá universitetinum í Aix-en-Provence og hevði ilt við at fata veruleikan av hesum nýggja missinum. Ferðahugurin var í hæddini og eg kendi tað eins og tað ikki var pláss fyri sorgarleikum á leiðini. Tá ið eg so ringdi til ein kenslubornan Babba, meðan eg skóleysur gekk eftir gólvinum inni á gongini, kom klumpurin í hálsin. Sá fyri mær mín neyðars Pápabeiggja liggja gloymdan úti í glerstoytta kuldanum og eymka seg í eini fjaldari skuggasíðu í Berjabrekku. Stjørnuhimmalin uppi yvir honum. Neyðars Robinson, sum abbi plagdi at taka til. Hví vitjaði eg teg ikki meir, hví hugsaði eg so nógv um meg sjálvan allar teir minuttirnar, sum eg kundi brúkt til at lívga teg ??? Altíð hugsar ein um, hvat og hvussu ein hevði kunnað gjørt alt betur, hvar fór tíðin ?

Men so í næstu løtu rennur einum í hug alt tað góða, allar tær løturnar, sum eg kundi seta í samband við Johan Pápabeiggja. Hann stendur helst brosandi í skínandi hvítum klæðum nú og hyggur róliga niður at teimum syrgnu jørðisku vinunum, sum skoða hansara summarfuglahylki undir kistulokinum.
Tú ert fínur Johan ! Áðrenn tú slapp tær vekk haðani, teir seinnu mánaðarnar, sást tú rætt og slætt út sum ein krígsfangi, vart sinnissjúkur, avtaklaður við krabbameini, men allíkavæl fortaldi tú vittigheitir og spældi skálk. Seinast, eg hoyrdi frá tær, var, tá ið tú ringdi til mín her í Frankaríki og hugtók meg við at tosa franskt, sum tú bleyv við at minnast frá HF tíðini fyri nógvum árum síðani. Jú, eitt geni hevur tú altíð verið ! Og á farvælveitsluni, eg helt, áðrenn eg fór avstað í summar, lætst tú teg í hin trøllagekkaskortin hjá babba og mær, og eg kundi ikki at enn grína, tí hvør annar enn tú kundi skemta so, mitt meðan deyðin prikaði teg í ryggin og ikki skilti, hví tú ikki gavst uppat við at kempa.
Mamma nevndi teg í dagligari bøn, um at tú skuldi gerast frískur. Hetta var ynski hjá okkum øllum, at síggja teg sprellfrískan, frían frá teirri sjúku, sum kom inn í títt lív, tá ið tú vart 14, og gjørdi tað torført hjá tær og tínum. Lívið er eitt baks, og tað veist tú alt um. Við listaligum gávum og einum høgtstandandi skarpum skili, gjørdist tú kunstnarin, sum umstandandi verðin ikki hevði forstand uppá. Tann vallandi einarin. Robinson Kruse. Mín einsamalli Pápabeiggi í reyðmálaðu havaleysu og pípuroyktu íbúðini í Berjabrekku. Banjospælarin og listamálarin Johan, við tí flotta og sjarmerandi yvirskegginum – ein sannur mafia sjarmørur vart tú. Ein italienskur gangstari, ein arabiskur oljuprinsur. Ja, hevði tú ikki verið sjúkur, ja so...

Nei, eg velji heldur at síggja tíni smílandi og stóru úttrykksfullu eygu. Títt tjúkka svarta hár. Í appilsingulari t-skjúrtu sum á tínum 50 ára føðingardegi. Og úti hjá Sigrunommu, tá ið tú plagdi at lyfta beiggja mín og meg upp á hvør sítt lær hjá tær, meðan tú lívsglaður yrkti fyri okkum, errin av hesum kúllunum, sum lítlibeiggi tín hevði sett út í verðina : „Napoleon, eg koyri teg í petrolium !!“, sangst tú inn í oyra á mær, meðan tú flennandi sigraði yvir dagsins tvangstonkum. Johan, takk fyri alt sum vart fyri okkum børnini, so rundhondaður og stuttligur. Tað var nakað sjáldsama ektað yvir tær; tú segði tingini, sum tey vóru, og vit lærdu at vera eyðmjúk og einføld. Vit eru øll menniskjur, øll við okkara veikleikum og óperfektheitum at dragast við. „Eingin er góður uttan Ein“, plagdi mamma tín at siga, og bíbliuna kendi tú væl, og vitnaði tú fyri okkum um, hvussu ið Jesus var vorðin tín frelsari í ungdóminum. Hin sami, sum segði, „frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum“.
Eftir standa vit, enn, og minnast á allar tær dýrabaru løtur, ið vit hava notið í tínari samveru. Teir Beatlessangirnar, sum tú dugdi uttanat. Títt drillarí, og tín vilji av stál – ja, Babba hevði helst ikki verið tann, hann er, um hann ikki hevði teg ! Den tid, den sorg. „Kaffi !?“, spurdi tú kaffityrstur við gurglandi rødd og eini vibratión av ótolni, og so vóru vit saman, tú og eg og vit báðir, og orð vóru óneyðug at blaka runt við. Rættir vinir duga at tiga saman. Forrestin, eg havi leingi ætlað at gjørt ein film um teg... Babba gav mær hugskotið nakað síðan. Men tað er kanska nakað seint at hugsa um tað nú, ha ! Tú ert í øllum førum eina filmstjørnu verdur tín banditt ! Ná, men vit síggjast seinni. Fái kanska ikki banjoina við ígjøgnum kontrollin, tá ið tann tíð kemur, men allarhelst er tað nóg mikið av musikki haruppi. Ímeðan liva minnini um teg víðari í mær, í takksemi til Guds, sum gav mær høvi at uppliva teg her.



Napoleon Smith, bróðursonur tín