Minningarorð um Niels Juel Arge klokkara

Tung vóru boðini at fáa sunnudagin hin 18. mars 2007 um, at Niels Juel Arge klokkari ikki longur er okkara millum. Og tøkk Sigga fyri, at tú hugsaði um okkum og bar okkum boðini bert stutta løtu eftir at pápi tín var farin inn til hvíldina.
Eg minnist Niels Juel frá barnaárum mínum í Klaksvík. Trúðfastur sum fáur var hann at síggja í Christianskirkjuni bæði tíðliga og seint. Lítið visti eg um at hetta var ein ólønt tænasta Niels Juel gjørdi. Men seinni skiliti at so var.
Tá eg bleiv innsettur í prestastarvið í Norðoya vestara prestagjaldið hin 5. juli 1998 var Niels Juel skjótur at ynskja Guðs ríku signing í tænastuni við vón um eitt gott samstarv. Og ikki kann sigast annað enn at tað høvdu vit. Hóast mín unga aldur vóru vit báir skjótt á bylgjulongd. Niels Juel var altíð hollur í ráðum og var heldur ikki bangin fyri at siga sína hugsan um tað var eitthvørt honum ikki dámdi. Hetta var hansara lyndið, erligur og vælrøkin sum fáur! Hetta setti eg ómetaliga stóran prís uppá tey 6 árini eg samstarvaði við Niels Juel. Eisini var hann altíð trúðfastur ímóti tí siðvenju sum forfedrarnir høvdu givið honum í arv.
Sitandi inni í heiminum í Uppsalagøtu plagdi Niels Juel mangan at siga frá teimum gomlu, ið lærdu hann at ganga í brattlendi og varisliga fara niður í røkurnar eftir seyði. Tó tyngdi tað hann nógv at skula siga frá um lagnudagin, tá ið beiggi hansara, Eilif Arge, var funnin omandottin og lá í Katlarók í Uppsalahaga. Hetta var 30 desember 1968. Tá var Eilif einans 32 ára gamalur. Hetta tók Niels Juel sera dyggt og var tað sjónligt at hetta píndi hann eisini tey seinastu árini, serliga tá hann segði frá hesum tilburði.
Tað var altíð gott at koma inn á gólvið hjá Niels Juel og tær Eiu. Blíðskapurin var altíð stórur. Mangt gott prát fingu vit á køksbeinkinum ella í lítlu stóvu. Tá eg spurdi Niels Juel um klokkaratænastuna, so var tað við lív og sál hann segði frá hvussu alt byrjaði. Hann segði mær, at hann var einans 14 ára gamalur tá hann Krists himmalsferðardag hin 20. mei 1939 á fyrsta sinni ringdi við klokkuni í gomlu kirkju á Ziskatrøð. Tá loysti hann pápa sín av, og síðan ringdi hann fyri pápan, tá ið hann sigldi undir krígnum og annars ikki kundi, til ið Niels Juel Alla halganna sunnudag 1960 varð innsettur sum fastur klokkari í eitt ólønt starv, sum hann trúfast røkti líka til hin 1. august 2004. Tá hevði hann staðið í tænastuni í 44 samanhangandi ár! Eingin veit, hvat ið hetta hevur kostað Niels Juel í mistari arbeiðistíð, tí mangar tænastur vóru eisini mitt í viku, og ofta var tað hann, sum varð biðin um at siga fremmandum frá kirkjuni. Niels Jueli dámdi væl at siga frá, og var tað fáur, íð gjørdi honum tað eftir, og gjøgnum alt, hann segði og gjørdi, skein kærleiki hansara til kirkjuna og tað, kirkjan eigur at standa fyri.
Eia stuðlaði Niels Juel sera væl, og var tað sum oftast hon, íð tók móti boðunum, tá ið vit prestar ringdu um eina kirkjuliga tænastu sum stóð fyri durðum.
Tað var so gott at tosað við teg Eia sunnudagin seinnapart, stutt eftir at Niels Juel var farin. Stillisliga, sum altíð, segði tú mær at Niels Juel fekk ein góðan deyða, og at tú og tit við Guðs hjálp skuldu klára at koma víðari. Og tað vita vit, sum kenna teg, tú vart ein virðismikil og dyggur stuðul fyri mann tín. Guðrøkin vóru tit bæði og var tað altíð gott at hava eitt orð saman við tykkum tá ið ein hugdi inn á gólvið.
Sjálvur komi eg ongantíð at gloyma guðstænastuna hin 19. septembur 2004, tá ið Niels Juel fyri seinastu ferð gekk út eftir øllum kirkjugólvinum í Christianskirkjuni aftan á okkum prestum og kirkjutænarum. Tá reistist kirkjufólkið av sær sjálvum í virðing fyri Niels Juel og tænastu hansara í kirkjuni, og fleiri vóru tey, ið tá feldu tár. Ein ógloymandi løta, sum eg í dag kann lýta aftur á við takksemi.
Ein varði er ein tigandi boðberi. Men Guð fái lov, at enn eru varðmenn, sum standa við krossins lýsandi varða og vísa vegin og leiðina, ið førir okkum til himmalin! Niels Juel var fyri meg ein slíkur varði. Nú er eisini hann tagnaður. Men í álitið á Frelsara okkara kunnu vit lýta á, at hann vil reisa nýggjar varðar, ið viljla vísa Føroya fólki á tað sonnu og berandi kósina, ið førir til eydnulandið!
Takk fyri alt og hvíl í friði Niels Juel Arge!

Virðingarmest
Hans Eiler Hammer
Sóknarprestur