Best sum sólin kagaði fram, og alt rundan um okkum angaði av blómum, fingu vit tey tungu boð um at tú góða Siri ikki var ímillum okkum meira.
Alt steðgaði upp, ein blóma var følna. Líka so bjart sum sólin skein hendan dagin, líka so nógv skein tú ímillum okkum. Tú vart ein sólstrála, altíð við tí góða, tú hevði so nógva umsorgan fyri øllum, ikki minst børnunum, tú tók tey til tín, sum um tey vóru tíni egnu. Vit eru takksom fyri, at vit fingu loyvi at hava teg her í útibarnagarðinum í Miðvági í tvey ár, tvey góð ár, har tú vísti okkum við tínum góða sinni og spaklindi, at tað ikki altíð er neyðugt við stórum orðum, tú gleddist altíð yvir alt tað góða, ongantíð eitt ringt orð um nakran.
Tú segði altíð, hvussu gott tú hevði tað her hjá okkum í Miðvági, og tá nýggi barnagarðurin í Sørvági søkti eftir fólki, vóru vit bangin fyri at missa teg til Sørvágs, men tú segði: eg kann ikki fara frá mínum børnum, eg eri so góð við tey. Nú ert tú ikki ímillum okkum meira góða Siri, saknurin er stórur, men vit koma ongantíð at gloyma teg, men altíð at goyma teg í okkara hjørtum.
Tankarnir leita heim til foreldur og syskin, sum Siri var so góð við, tit hava mist tað dýrabarasta tit áttu, má Harrin styrkja tykkum í sorg tykkara, sum versið so gott sigur tað: Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið. Johs. 14:27.
Eitt av børninum segði tað so gott , at vit sluppu at læna Siri, og tá Jesus pápi skuldi hava ein at ansa eftir øllum børninum í himlinum, so var tað gott at hann valdi Siri, tí so hava børnini tað gott.
Takk fyri góð minnir góða Siri.
Starvsfelagar í
Útibarnagarðinum í Miðvági
Bræv til Siri
Góða fitta Siri!
Nú tú ikki kemur aftur í barnagarð, tí tú ert blivin ein eingil hjá Jesuspápa, vilja vit á Títlingastovuni, takka fyri alt tú hevur verið fyri okkum.
Minnist tú, tá vit plagdu at klandrast um hvør slapp í tín bil, til Trøllakambasand ella til Vatnsoyrar. Tá vit sníttu, og tú gav okkum bomm.
Tá vit plagdu at sita og tekna hestar, hundar, perla og Tara kom at vitja í ljósareyðari troyggju.
Tú segði ongantíð nej, tá øll hini søgdu nej. Minnist tú hvussu stuttligt tað var, tá vit plagdu at fanga krabbar og gera okkum vát.
Góða Siri-mamma, sum vit plagdu at kalla teg, tú var so pen sum ein sól, og tú føldi, sum um vit vóru tíni børn. Vit vilja minnast teg, hvussu góð tú vart við okkum, og allan tann kærleika tú gavst okkum, og goyma tað í hjartanum.
Heilsan Títtlingarnir.