Móti sólstøður viknaði pápi so líðandi. Hansara lívsljós kámaðist og á kvøldi 2. juli slepti hann sínum jarðiska bústaði, 95 ára gamal, júst hálvt ár aftaná mammu. Tá mamma andaðist fjaraði lívsneistin hjá pápa spakuliga burtur. Sjónligt var, at hann longdist eftir henni, at hann var fyrireikaður at koma burtur úr hesum bústaði – burtur í ævinleikan, har deyðin ongan skilnað ger. Í trúnni á henda veruleika flutti pápi burtur hiðani.
“Gev frið í hjarta, sál og sinn,
nú lívið um meg tagnar,
og á tað síðstu stund meg minn,
tá ikki meir tað dagnar,
tá sólin næsta morgun sær
um fjallaskarð,
men mær hon einki gagnar”,
yrkti skaldið. Tað er neyvan nakað sum er vakrari enn at síggja sólina seta um fjallaskarð eitt vakurt og stilt summarkvøld, har roðin litar fjøllini og alt andar í frið og sælu. Soleiðis slepti pápi jarðiska lívinum, har lívsins kvøldarroði boðaði frá nýggjum vøkrum morgni, sum úr náttini skal stíga.
Pápi var føddur 25. september í 1913 á Glyvrum. Teir vóru tveir brøður, pápi og Lassin, sum var knapt ár yngri. Lassin andaðist í juli 1992.
Foreldrini vóru Hans Djurholm og Inger, fødd Weihe, ættað av Selatrað. Abbi var skipari og átti og førdi hann sluppina Pilot fyrst í farnu øld. Harumframt hevði hann navigatiónsskúla á Glyvrum, har yvir 130 ungir mans tóku skiparaprógv. Eisini var hann skipasýnismaður, til hann gavst vegna aldur.
Hugsandi var tí, at pápi fór at velja sjógvin sum sína lívsleið, men ístaðin fór hann á læraraskúla og tók læraraprógv í 1935, og var hann lærari á Toftum og Gøtu 1935 og 36. Frá 1937 til 81 var pápi lærari í Kollafirði, frá 1949 fyrstilærari. Í 1957-58 var hann í Danmark á DLH.
Pápi kom til Kollafjarðar á sumri 1937. Á vári hetta sama ár vóru skúlabørn úr Kollafirði útferð á Selatrað. Æl kom á tey, og bjóðaði Lassen Weihe, abbi pápa, ferðalagnum á gátt at kroka. Har frættist, at í Kollafirði fór lærarastarv at vera leyst sama summar. Umvegis abba sín fekk pápi at vita um starvið, hann søkti og fekk tað. Pápi mundi tá neyvan hugsa, at Kollafjørður fór at vera hansara bústaður, men kanska var tað forsjónin sum ráddi, at eitt æl lagaði hansara lívsleið. At hann í Kollafirði fór at finna vív, festa búgv og at hann í ymsar mátar fór at virka og tæna bygdafólkinum har alla ævi sína.
Í 1938 funnu pápi og mammu saman, og giftust tey 8. mai 1940. Tey fingu 4 børn – Ingrid, Arnóru, Hans og undirritaða.
Men eisini í aðrar mátar rann saman millum pápa og mammu. Ættin hjá pápa gekk umvegis bæði foreldrini, sum vóru systkinabørn, til Andreas Djurhuus, próst á Nesi. Foreldrini hjá pápa høvdu abba og ommu í Lamba – Hans Petur Weihe og Emiliu, fødd Holm. Emilia var dóttir Lassen Holm, prest í Norðurstreymoy.
At foreldrini hjá pápa soleiðis í bæði borð vóru eftirkomarar frá Djurhuus av Nesi, samstundis at omma teirra var fødd Holm, kveikti hugskotið hjá abba mínum at skifta til eftirnavnið Djurholm. Tað gjørdi hann í 1909.
Ættin í Kollafirði hjá mammu var úr Sjóvargarði, har tippabbi hennara var Jens Christian Djurhuus, bóndi, yrkjarin, ið var sonur Johan Djurhuus, sum var bróðir fyrr umrødda Andreas Djurhuus, próst.
Tá pápi og mamma so gingu saman í hjúnarlag rann umvegis tey aftur saman frá ættfedrunum Djurhuus av Nesi.
Pápi var lærari í Kollafirði í 44 ár. Lærarayrkið var fyri hann sum eitt kall, har undirvísing, stundvísi og rættskafni vóru kjølfesti undir gerandisvirkinum. At røkja starvið í samljóð við tað álit honum var litið til, í gerandislívinum at vera ein fyrimynd í atburði.
Pápi legði stóran dent á, at allir næmingar fingu so holla frálæru sum møguligt. Tað gleddi hann eisini almikið, tá næmingar seinni sum vaksin javnan takkaðu honum fyri dyggan og góðan skúlagang í barnaskúlanum.
Pápi virkaði eisini áhaldandi fyri, at nýggjur skúli varð bygdur í Kollafirði, og var tað sannur hátíðardagur fyri hann, tá nýggi skúlin varð tikin í nýtslu í 1970.
Í sínum gerandisvirki luttók pápi í so mongum øðrum. Hann var kommunuskrivari og kassameistari í Kollafirði í 28 ár umframt hjálparskrivari í 5 ár, organistur í kirkjuni í 30 ár, var limur í meinigheitsráðnum og sóknarstýrinum.
Pápi var eisini ein av stovnarunum av Kollafjarðar Ítróttarfelag, og var hann tilnevndur heiðurslimur í felagnum fyri sítt virksemi, ítróttinum at frama.
Allar gerandisuppgávurnar hjá pápa uttanvert skúlans gátt merktu okkara heim til fulnar. Ikki minst, at kommunuskrivstovan var í heiminum í heilan mansaldur. Hetta gjørdi, at bygdafólk komu á gátt frá morgni til songartíð, gerandis- sum halgidagar. Fólk komu tá pápi og mamma vóru inni og uppi.
Allar kommunalar gerandisavgreiðslur vóru avgreiddar í heiminum, bygdaráðið helt fundir og skatturin var í ártíggju líknaður inni hjá okkum. Alt hetta virksemi, saman við bræva- og peningaavgreiðslum, gjørdi, at heim okkara var ein almennur staður, ein tænastudepil, har túsundir av vitjanum vóru millum ár og dag.
Umframt almennu tænasturnar, so vóru óteljandi aðrar tænastur veittar bygdafólkinum, tá brøv skuldu skrivast, testamenti formulerast, ognarviðurskifti greiðast ella onnur mál greinast. Eisini stóð bókakassin frá Landsbókasavninum í stovuni og fólk læntu og lósu inni hjá okkum.
Harafturat tók pápi sær stundir til at læra børn í bygdina at spæla orgul og munnu tað vera fleiri sum minnast tær løturnar við gleði.
Hóast okkara heim soleiðis nærum var almennur meginstaður, so var gerandisdagurin ikki merktur av strongd. Tvørturímóti, so var heimið so friðsælt. Sjálvt um gerandisdagurin var á tremur av skiftandi uppgávum, so vóru altíð stundir til tað góða prátið, hugnaløturnar við heimabakstri og annars við tí gerandisvirkseminum, sum vanliga eyðkendi eitt heim á bygd tá á døgum.
Hoyrdi ongantíð øvugt orð um, at heimið var ein snarskiva, har fólk komu og fóru eftir tørvi. Tvørturímóti, so var virðingin fyri kringumstøðunum stór og var hvørt kvøld endað við tøkk.
Í øllum virkseminum var mamma pápa óvurderiligur stuðul. Hon skrivaði føroyskt ræði, og hjálpti hon pápa allan sólarringin við øllum teimum uppgávum, sum bygdafólkini fingu avgreidd inni hjá okkum. Saman við pápa var mamma tí miðdepulin í avgreiðslunum. Uttan hennara medvirkan hevði virksemið neyvan verið gjørligt. Og sigast kann, at tey ótaldu vitjandi kundu kenna seg væl, tí umframt at fáa avgreitt síni ørindi, so vóru ótaldir drekkamunnar skonktir, meðan bíðað varð. Í okkara heimi var blíðskapur og eitt tænastustøði, sum neyvan man vera meginreglan í dag. Sigast kann, at pápi og mamma halgaðu sítt lív at tæna øðrum.
Pápi var sera hyggin maður. Setti stóra æru í at alt virksemi rundan um hann og hansara var haldgott. Hann var álitismaður og hevði ongar óvinir, men ótaldar vinir. Legði stóran dent á ikki at tosa ilt um onnur fólk, sum eisini var meginreglan við hús.
Pápi var eisini náttúrumenniskja. Urtagarðurin var prógv um hansara alsk til náttúru og vakurleika. Eisini hansara hugur at ganga var sjáldsamur. Hann skrivaði niður, hvussu oftani hann var uppi á Árnadalstindi, og var talið omanfyri hundrað ferðir, umframt ótaldu túrarnar framm á Skarð og runt Dylluna. Eisini gekk hann fleiri ferðir til Vestmanna og seinastu árini eisini onkran túrin til Havnar.
Eisini var pápi av frægu telvarunum í bygdini. Minnist sum smádrongur, at menn í grannalagnum eisini plagdu at telva fýrtalv inni hjá okkum.
Hóast pápi valdi lærarayrkið, so var hansara virðing fyri sjólívinum stór. Hann virðismetti til fulnar týdningin av høvuðsvinnuni, og fylgdi hann menningini í flotanum við stórum áhuga. At sonurin Hans er maskinstjóri við Arctic Viking frøddi hann almikið, og var pápi serstakliga áhugaður í hvussu gekst hjá kollfjarðartrolaranum.
Upprunin hjá pápa, saman við áhuganum fyri fiskivinnuni var kanska eisini ein orsøkin til, at hann frá sjeytiárunum, sum frítíðarítriv reisti runt landið og savnaði upp í ótald ringbind av tilfari til Siglingarsøgunar, sum so við og við vóru prentaðar. Tá pápi bleiv pensioneraður, var arbeiðið við Siglingarsøguni mestsum fulltíðarstarv í mong ár. Samstarvið við Páll Nolsøe, sála, helt fram til Páll andaðist. Tá lá nógv tilfar framvegis hjá pápa, sum tíverri ikki er givið út enn.
Pápi hevði frá ungum fingið lagt í minnið at vera takksamur fyri tað, sum gerandislívið hevði at bjóða, at hjálpa har ástóð. Hesin hugburður hevur eyðkent aldrandi ættarliðið, sum nú er um at søkka undir mold. Tey standa ikki fremst í søgubókunum, men tey eiga allan heiðurin av, at vit liva í einum tryggum samfelag. Í so máta var pápi eitt livandi eyðkenni fyri hetta ættarlið - at arbeiða fyri hini, at virka uttan at krevja.
Pápi bað hvørt kvøld bøn, sum hann hevði við sær úr barnaheiminum á Glyvrum. Sjálvt um hann var viknaður burtur í einki, bað hann bønina á leguni í Tjarnargarði stutta løtu, áðrenn hanna andaðist hóskvøldið 2. juli. Bønin er soljóðandi:
Bed o´Jesus, bed for mig.
Bed mig ind i Himmerig.
Der at leve, der at bo
I en evig fryd og ro.
Gud, lad mig altid elske dig,
Du som beder godt for mig.
Gud vær min ven,
Gud hør min bøn
Og det for Jesus skyld.
Amen
Lítið bil seinni slepti hann hesum heimi. Hansara fjørður var rógvin.
Nú er tómt í barnaheiminum við Sjógv í Kollafirði. Heimið, “har dýrastu minni mær berast í sjón, um dagar so fagrar við ljósi og smíli, sum einans teir finnast í barndómsins lón”.
Heimið, sum var opin staður fyri tey mongu, samstundis sum tað var okkara akkerspláss, har foreldrini tóku ímóti við brosi og opnum ørmum.
Afturlatin er grind, nú eisini pápi fór heim í ævinleikan, har vit øll hittast aftur ein dag. Eitt langt lív, har trúðfesti, arbeiðssemi og ósjálvsøkni vóru meginreglurnar, er lokið.
Æra verður minnið um pápa mín.
-----------------
Bjarni Djurholm