- Einki er, sum ein góður kajakktúrur, tí tá ert tú nærum eitt við náttúruna - so tætt at sjónum og djóralívinum á fjørðinum, samstundis sum armar og bulur styrkjast væl, sigur Kristina Gry Berg

Einki er sum ein góður túrur í kajakkini

- Tað at vera kroppsliga virkin, serliga úti í náttúruni, ger kroppin sterkari og sinnið lættari, sigur Kristina Gry Berg

 

- Einki er, sum ein góður kajakktúrur, tí tá ert tú nærum eitt við náttúruna - so tætt at sjónum og djóralívinum á fjørðinum, samstundis sum armar og bulur styrkjast væl, sigur Kristina Gry Berg

Hvat gert tú fyri at halda teg sunna? 

- Eg standi neyvan ovarlaga á nøkrum lista yvir sunn fólk, men alt ger mun - og “lidt har også ret”. 2020 var eitt gott ár fyri nógv, og hjá mær var tað árið, har eg og sonurin keyptu okkum hvør sína kajakk og byrjaðu at rógva her á Fuglafirði. 

Tað sigur Kristina Gry Berg, sum vísir á, at tað er lætt at rógva í kajakk, og veðrið á fjørðinum er ofta til góðveðursrógvarar sum hana. 

- Men, eg má viðganga, at tað hevur gingið illa at finna tíðina seinastu árini, tí eg havi sera nógv at gera til arbeiðis. Tíðin og orkan røkka ikki altíð til, og eg rógvi stórt sæð bara, um veðrið er gott. 

Hon vísir á, at hon eisini keypti sær eina súkklu í 2020 og ætlar sær at fara á súkkluferð uttanlands við nøkrum ungdómsvinkonum, sum súkkla saman.  

- Tað merkir, at eg má venja, so eg eri í góðum formi, tá vit fara. Vinkonurnar búgva í Havn og hittast javnan at súkkla saman, men eg havi enn ikki havt møguleika at verið við. Annars súkklaði eg nógv, meðan vit búðu niðri. 

Kristina Gry Berg vísir á, at hon hevði átta kilometrar út á universitetið, og børnini skuldu í barnagarð á vegnum, so tað var við børnum í viðfestivogni aftur og fram.  

- Vit vóru eisini á súkkluferiu, meðan vit búðu í Danmark, og eg elskaði at súkkla. Eg hugsaði eisini so væl, meðan eg súkklaði hesar átta kilometrarnar. 

Hon sigur, at í 2020 byrjaði hon eisini at svimja á sjónum í Fuglafirði.

- Yngsta dóttirin og eg hava eisini svomið saman aðrastaðni í Føroyum. Tað er stuttligt at royna nýggj støð, og svimjingin er góð fyri kropp og sinn. Tað nýggjasta fyri meg, sum eg merki hevur stóran kropsligan og sálarligan týdning, er, at eg gangi til morgunyoga nú í summar. 

Hon hevur áður roynt yoga, bæði í Leirvík og í Danmark, og hon roynir eisini at gera yoga heima, og tað riggar væl. 

- Men, mær dámar sera væl at hava regluligar yogatímar saman við einum venjara, og tað er deiligt, at tað ber til í Fuglafirði. 

Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?  

- Rørsla hevur størri týdning, enn eg vanliga gevi mær far um. Mær dámar væl at ganga fjallatúrar, men knøini hjá mær tola tað ikki so væl, og tí gangi eg mest eftir sløttum. Tá er tað eisini gott at hava funnið aðrar mátar at vera virkin – og einki er, sum ein góður kajakktúrur, tí tá ert tú nærum eitt við náttúruna, so tætt at sjónum og djóralívinum á fjørðinum, samstundis sum armar og bulur styrkjast væl. 

Kristina sigur, at tað at vera kroppsliga virkin, serliga úti í náttúruni, ger kroppin sterkari og sinnið lættari. 

- Í summar havi eg verið til nakrar dansitímar, eitt nú í afrikanskanskum dansi í Mentanarhúsinum og Hit Fit hjá Dansiskúlanum á ferð, og hetta var serstakliga gott! Pulsurin fer í topp; lagið er gott, og so hitti eg nýggj fólk, og tað er eisini gott sosialt.  

Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin? 

- Ja! Serliga tað at svimja á sjónum og yoga eru góð fyri sál og sinn, samstundis sum tey gera góðan mun likamliga. Yoga styrkir kroppin, økir um fimi og betrar um balansuna, meðan svimjingin lekir pínufull knø og bøtir um innara hitalagið. 

Og Kristina Gry Berg sigur at enda: 

- Eg vildi ynskt, at tíð og orka var til meira, men starvið krevur oftast alt ov nógv av mær, so eg eri fyriløgst, tá eg endiliga fái frí. 

Men frídagar, vikuskiftir og í ferium ber betri til, og er veðrið gott, er orkan eisini til meira, leggur hon aftrat.

 

(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)

 

Lesið eisini - 

 

Eingin segði nakað tá eg vigaði 116 kilohttps://www.in.fo/news-detail/eingin-segdi-nakad-ta-eg-vigadi-116-kilo

 

 

 

- Einki er, sum ein góður kajakktúrur, tí tá ert tú nærum eitt við náttúruna - so tætt at sjónum og djóralívinum á fjørðinum, samstundis sum armar og bulur styrkjast væl, sigur Kristina Gry Berg