orðini komu út úr munni hansara. Arafat valdi at tosa umvegis tulk og ráðgeva sín, Saeb Erekat. Hetta helst fyri at at vinna sær eyka tíð at umráða seg í og umhugsa síni svar. Erekat, sum sæst á teirri [...] teimum reyðu teppunum. Júst hetta harðmælta slagið av politiskari argumentatión vóru vit í fjølmiðlaliðinum á Christiansborg als ikki von við. Tann vesturlendski hátturin at samskifta politiskt er ein annar [...] annar og meira friðaligur enn tann í Miðeystri, og tá sjónvarpslamp-urnar vóru slóknaðar, nevndi ein ísraelskur starvsfelagi, at hetta var ikki óvanligt. Hóast orðini komu frá einum, ið neyvan mundi virða
staðfesta, at gull eisini spyrst burturúr hesum kappingarárinum. - Hetta er sjálvandi stuttligt. Tað liggur jú onkrastaðni í blóðinum, at tú hevur hug at kappast og at vera við til at fáa nakað at rigga. So [...] bangin fyri, at sigurin skuldi gleppa tykkum av hondum? - Nei. Eg haldi, at vit allir trúðu somikið nógv upp á tað, at vit bara høvdu fokus á at vinna. Og eg ivaðist onga løtu í, at liðið fór at røkka á mál [...] So sjálvandi er hetta stuttligt. Mín leiklutur hevur so verið at standa til reiðar at koma inn, og hóast eg ikki fekk nakran minutt á vøllinum í dag, so var eg alla tíðina til reiðar, um boð skuldu verið
orðið á Eyðun Samuelsen hjá dómararfelagnum, og hann ivaðist ikki í, at hetta var ein vitjan, sum teir í felagnum høvdu fingið nógv burturúr. - Hetta eru jú dómarar, sum hava sera drúgvar royndir, og tí [...] dømingina sjálva hildu fleiri, at hendan ikki víkti so øgiliga nógv frá tí, sum føroyingar eru vanir at síggja, og sum so man tað bara vera eitt gott tekin. Tað skerst tó ikki burtur, at drúgvu royndirnar hjá dómarunum [...] verður ikki minni, tá teir báðir hava tikið prógv sum dómarainstruktørar. Men hvat ítøkiligt kunnu tit brúka slíka vitjan til? - Fyrst og fremst at menna okkum sjálvar. Tað er ikki soleiðis, at tú nú kanst
Eg uppfati ikki meg sjálvan sum heimføðisligan. Eg gangi ikki á gøtunum her í Aarhus og leingist eftir at síggja føroyskar strendur, og køldu vetrarkvøldini seti eg meg heldur at hyggja at danska fótb [...] nýta um ein perkara í Danmark, atlantshavsperkara í mínum føri. Men eitt fornoktar seg ikki. Eg sakni føroysk viðurskifti, summi teirra í øllum førum. Mest av øllum sakni eg ikki at sakna eitt persónsnummar [...] 1906781723, nógv størri enn mítt navn og adressa, og hetta tykjast øll at hava ein øgiligan áhuga í. Hetta er mítt tal. Hetta er mít kennimerki. Hetta er mítt navn, nógv meira enn Rúnar Reistrup er tað.
royndi Gert sum frægast at vera í álopinum. Støðan var ikki so lítið átøk henni í dystinum ímillum Týskaland og Ongland í HM endaspælinum í 1970 í Meksiko. Ta ferðina var tað, at Franz Bäckenbaur síðstu [...] okkum? ? Tað var ikki fyrrenn fríggjakvøldið, at eg fekk eitt vink um, at tað kanska fór at verða til tað, at Ulrik kom aftur henda vegin. Eg havi skilt tað soleiðis, at hann í síðstu viku vandi við onkrum [...] Gert Langgaard verður ikki á liðnum, nú NSÍ av álvara fer at stríðast fyri at vinna fyrsta meistaraskapin nakrantíð. Hetta gjørdist greitt sunnukvøldið. Gert Langgaard, sum í 2. hálvleiki varð innskiftur
Av tí, at skipið tá ikki var fult, kundu teir halda áfram við útróðrinum hjá bátunum, og teir fingu onkran bát afturat. Motorurin gjørdist ikki aftur í Grønlandi. Tí var ikki annað at gera enn at royna [...] royna at fáa Marité sleipaða heim. Teir fingu at vita, at ógjørligt var at fáa hóskandi stórt skip at sleipa hana heim. Gjørt varð tískil av, at Vestmanna skuldi fara til Grønlands at sleipa Marité heim. Vestmanna [...] arbeiði á Tvøroyri. Hetta var eisini galdandi fyrst í 1943. Tá var skipað fyri fundi millum umboð fyri Fylking og driftsráðið, nevndina, í AT, um hvat AT kundi gera fyri at bøta um arbeiðsstøðuna á plássinum
pallsetingin seg tætt at upprunaligu søguni, men tey, sum kenna søguna, skulu kortini ikki kenna seg alt ov trygg í stólinum. Uttan at avdúka ov nógv, kagar ein "danskari", sum ikki er við í søguni hjá William [...] ð, sum doyði út í Føroyum í 1950unum. Seinasta grýlan doyði úti í Svínoy í 1956. Og tað er júst frá svínoyingum, sum minnast hesa seinastu grýluna, at William Heinesen fekk íblástur at skriva hesa rámandi [...] valt, at latið ákoðaran sleppa at skapa sín egna dramatikk, meðan vit savna okkum um at fortelja søguna, sigur Gunvá Zachariasen, leikstjóri, og leggur afturat, at ein tann størsta avbjóðingin við at seta
út sum, at hann hevði eina skrubbu í posanum ella okkurt. Eg roknaði ikki við, at tað var ein byrsa, greiðir Hans Olsen frá. Væntaði ilt Hóast Hans Olsen ikki roknaði við, at stórt rok fór at verða niðri [...] heilt upp í fýra ár, fyri at royna at gera seg inn á Hans Joensen. Eisini telur við, at hann fyrr hevur roynt at skjóta eftir politisti. Hans Olsen greiðir somuleiðis frá, at tað kundi verið, at hann fer [...] frá, at tað sálarliga hjá honum ordiliga er farið í hundarnar aftur, so vil heldur hann ikki, at byrsumaðurin skal setast fastur ov leingi. - Eg havi sjálvur sitið í fongsli, og eg rokni við, at hann bara
Zacharias R. Jacobsen, var ikki við í kappingini í fjør fyri skaða og summi ivaðust í um hann enn var líka kvikur sum hann plagdi. - Og ivaðist nakar áðrenn leygardagin, gera tey tað so ikki longur, sigur Ríði [...] ar í FM í kappríðing. Hendan kappingin var á flúgvarabedingini í Vágum. - Nógv ross vóru tilmeldað til kappingina. Aftaná nøkur ár har talið er kvinkað niðureftir, sær nú út til at vend er komið í, tí [...] tí hesa ferð vóru 28 ross við í kappingini, afturímóti 20 rossum í fjør, sigur Føroya Ríðingarfelag. Byrja var við Tølt og hesa kappingina vann Regin Poulsen á hestinum Baldur, tíðin var 23,9 sekund. Sk
føðingardøgum, so dugir hann ikki føroyskt. – Men eftir venjingarleguna í Spania í januar og fyrra dystin móti Ukraina, so bleiv tað lættari og lættari at skilja. So var eg ikki við í tveir dystir, so nú var [...] kappingin var ikki heilt so hørð sum í ungdómsdeildini hjá Brøndby, og líkindini fyri spælitíð vóru munandi betri. Eitt tilvitað val frá Tem Hansen, sum ynskti at vísa hvør dugur var í honum, umframt at vinna [...] Og tað má sigast at vera ein væleydnað ætlan hjá Tem, tí síðst í junimánað í ár hevði hann gjørt so mikið vart við seg, at SAS-ligu felagið Lyngby bjóðaði honum sáttmála. – Eg ivaðist ongantíð, tá Lyngby