Gakk grýlu ella far í terapi!

Fyrr gingu tey grýlu - í dag ganga vit í terapi. Sambært Williboys er orsøkin tann sama. Um úrslitið eisini er tað, sleppa fólk sjálvi at meta um, við at fara oman í Sjónleikarahúsið og eygleiða grýluleikin, sum herjar pallin í løtuni ...

Hann hevur altíð verið bergtikin av søgum - góðum, saftigum søgum, sum rúnarbinda fólk og fylla alt rúmið. So tá hugskotið um at pallseta eina søgu hevði bitið seg fast í huganum hjá Bárði Persson, var Grýlan hjá William Heinesen ein tann fyrsta, sum byrjaði at spøkja.
? Eg var framvið hjá øðrum framúrskarandi søgusigarum sum til dømis Edgar Allan Poe og H.C Andersen, men eg ivaðist í grundini ongantíð av álvara. Grýlan hevur stutt sagt alt, sum ein søguelskari kann ynskja sær, sigur Bárður, sum alt fyri eitt fór undir at týða søguna hjá William Heinesen av nýggjum. Hvørjar trupulleikar tað hevði við sær, er ein søga fyri seg. Og hvussu tað eydnaðist, kunnu fólk sjálvi meta um við at leita sær oman í Sjónleikarahúsið, har Willieboys í løtuni fara kitlandi og klórandi inn undir húðina á áskoðarnum ...
Áhaldandi álop
Tríggir leikarar, eitt gamalt pumpuorgul og so Grýlan. Restina av pallinum eiga orðini og myndirnar, tær skapa í huganum hjá tær, sum hyggur - eitt áhaldandi álop av lýsingarorðum, sum ikki krevur so lítið av áskoðaranum.
? Grýlan er á tremur við møguleikum at dramatisera persónar, ímyndir og hendingar, men vit hava við vilja valt, at latið ákoðaran sleppa at skapa sín egna dramatikk, meðan vit savna okkum um at fortelja søguna, sigur Gunvá Zachariasen, leikstjóri, og leggur afturat, at ein tann størsta avbjóðingin við at seta Grýluna upp sum leik hevur verið at endurskapa tey ymsu frásøguløgini í søguni.
Grýlan er ein søga, men hon er eisini ein almenniskjalig kensla, eitt aldargamalt ritual, ein bygdarsøga, søgan um Dunald og mangt annað alt í senn. Eina løtu er hon tætt at bæði í tíð og stað, næstu løtu verður hon skumpað eitt sindur til viks, so vit betur kunnu skilja hana ella rúma henni. Tískil ganga leikarnir støðugt inn og út úr ymsu frásøguleiklutunum, meðan teir taka áskoðarar við sær longur og longur inn í søguna. Hetta krevur nógv av leikarnum, sum ongan samanhangandi leiklut hava at fjala seg aftanfyri, men standa mestsum naknir á pallinum.
? Fyrsta treytin fyri, at hetta letur seg gera, er, at leikarnir ikki renna undan instruktiónini og enda við at spæla komediu. Eg havi verið heppin við hesum trimum leikarnum, tí sjálvt um Kjartan og Finnur ikki eru yrkisleikarar, hava teir tað í sær, sum skal til, fyri at kunna taka ímóti ofta rættiliga náðileysari instruktión, sum fer niðurundir sjálvt tey innastu løgini hjá leikarnum. Og tað er júst har, áhugaleikur sum oftast steðgar, greiðir Gunvá frá.
? Hatta við yrkisleikaraum og áhugaleikarum hevur ongantíð sagt mær so nógv, sigur Bárður, og vísir á, at skulu hesi heitini verða ein samatvinnan av støði og pengum, kennir hann nógvar yrkisleikarar, sum ongar pengar fáa fyri at spæla - og øvut.
? Ein leikari skal hava tað í sær, sum skal til fyri at geva áskoðarnum eitt upplivilsi, also eitt veruligt upplivilsi her og nú, og ikki eitt, har hann fer heim aftaná fyri at meta um, um hetta nú var eitt upplivilsi ella ikki, sigur Bárður avgjørdur.
Danskarin, William og Ricki Lake
Sum heild heldur pallsetingin seg tætt at upprunaligu søguni, men tey, sum kenna søguna, skulu kortini ikki kenna seg alt ov trygg í stólinum. Uttan at avdúka ov nógv, kagar ein "danskari", sum ikki er við í søguni hjá William, mitt í øllum út úr einum av leiklutunum.
? Onkur heldur danskaran vera eitt sindur láturligan, men eg haldi hann vera ótrúliga áhugaverdan, tí hann gav mær møguleika at geva leikinum ein vinkul afturat, sum onkusvegna eisini er bygdur inn í søguna hjá William, greiður Bárður frá.
Danskarin sær grýluleikin sum eitt mentanarligt fyribrigdi, sum hann uttan iva veit alt um í teoriini, men samstundis er hann bebbaræddur fyri tí og smoyggir sær stillisliga burtur, tá jørðin byrjar at brenna undir honum. Í so máta er hann ein rættiliga ítøkilig ímynd av tí, sum uppá fleiri mátar er kjarnin í søguni: tvídrátturin millum tað syndafulla og tað moralskt "rætta", millum myrkursins og ljósins kreftir, millum tað lívgevandi og tað oyðileggjandi. Grýlan er í millum mangt annað ímyndin av eini neyðugari afturvendandi útreinsan, men áðrenn hon kemur á botn, má alt tað syndafulla og ljóta fram í ljósið onkusvegna.
? Í so máta eru talk-showini hjá Ricki Lake eitt frálíkt dømi um ein modernaðan grýluleik av ringasta slag. Fyrr gingu tey grýlu, í dag ganga vit í terapi - orsøkin er uttan iva umleið tann sama. Um úrslitið eisini er tað, kunnu fólk sjálvi meta um við at koma oman í sjónleikarahúsið okkurt kvøldið, sigur Bárður.
Óðamannaverk
Men hví fór Bárður Persson undir at týða Grýluna av nýggjum, heldur enn at brúka gomlu týðingina hjá Christiani Matras?
? Tað er ein góður spurningur, tí eftir mínum tykki er tað óðamannaverk yvirhøvur at royna at týða William Heinesen. William hevur sítt heilt egna william-mál, sum tað ikki ber til at endurskapa, uttan at røddin hjá William hvørvur, sigur Bárður, sum ikki gongur og billar sær inn, at hann hervið hevur endurskapa eina fullfíggjaða, føroyska útgávu av upprunaligu søguni.
? Týðingin hjá Matras er framúr góður skaldskapur, men hon er ikki skrivað til at vera borin fram á palli. Vit høvdu brúk fyri eini týðing, har orðini kennast so natúrlig í munninum og liggja so tætt at andanum hjá William sum møguligt. Tað er tað, eg havi roynt at gjørt, sigur Bárður, og nevnir sum dømi byrjanina av tekstinum, har tað stendur at grýlan var "en sær eksistens"
? "Ein løgin skapningur" hevði ivaleyst verið eitt upplagt boð, men so eru bæði William og flogið í setninginum eisini horvin. Mítt boð er "ein serur eksistensur", tí soleiðis ljóðar William í mínum oyrum, og tí grýlan er ein eksistentiell og universiell lívtreyt, sum tað ikki er pláss fyri inni í einum "skapningi", sigur Bárður og leikstjórin nikkar
? Bárður hevur varveitt tann heilt serliga poesiin og ikki minst tað sansaliga myndamálið í tekstinum, og tað hevur verið heilt avgerandi fyri meg sum leikstjóra. Okkara Grýla er ikki ein intelektuell, málslig vigan fyri ella ímóti skeivum og røttum orðum sambært orðabókini. Hon er í allar mátar ein sansalig uppliving sum má ? ja upplivast ...

Grýlan er óhóskandi fyri børn undir 16 ár.
??????

Leikarar: Bárður Persson
Kjartan Hansen
Finnur Jensen
Leikstjóri:Gunvá Zachariasen
Skortasmiðjur: Torbjørn Alstrøm

Willieboys
Willieboys hava uppkallað seg sjálvar eftir William - hesuferð við eftirnavninum Heinesen, men næstu ferð kanska Shakespeare, ella Blake, ella Somerset Maugham, ella Burroughs - tað eru nokk av Williamum at velja ímillum, teir skulu bara duga at fortelja eina søgu.

Grýlan
"Stór er hon og andskræmilig, fjalir seg undir einum ørkymlandi forhangi av strýggjum og klútum. At hennara eygu lýsa í myrkri, eru tey mong, ið kunnu vitnað um, men tað er eisini tað einasta, ið við vissu kann sigast um útsjónd hennara. Hvussu hon er háttað innan, veit eingin. Uttan ungi Dunald ..."
Brotið er tikið úr umsetingini av stuttsøguni, ið lýsir ein gamlan føstulávintssið, sum doyði út í Føroyum í 1950unum. Seinasta grýlan doyði úti í Svínoy í 1956. Og tað er júst frá svínoyingum, sum minnast hesa seinastu grýluna, at William Heinesen fekk íblástur at skriva hesa rámandi stuttsøgu, sum kom út fyrstu ferð í 1957.
Søgan lýsir unga Dunald, sum hevur arvað ivasama heiðurin at ganga grýla á oynni á hvørjum ári. Dunald offrar seg fyri at halda bygdasamfelagnum uppi. Stuttsøgan gevur eisini eina speiska lýsing av m.a "missionerinum", sum til fánýtis roynir at beina fyri ókristiligu grýluni.