Hondbóltur
Karl Oddmar Rasmussen, ið ofta verður brúktur sum jarnmaður í Neista-verjuni, er elsti spælarin hjá Neistanum, tá sæð verður burtur frá spælandi venjaranum.
Síðani hann í 1990 spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá Neistanum, taldi steypaskápið fram til fyrraárið eitt steypa- og eitt FM-heiti, men leygardagin kundi hann triðja árið á rað staðfesta, at gull eisini spyrst burturúr hesum kappingarárinum.
- Hetta er sjálvandi stuttligt. Tað liggur jú onkrastaðni í blóðinum, at tú hevur hug at kappast og at vera við til at fáa nakað at rigga. So sjálvandi er hetta stuttligt. Mín leiklutur hevur so verið at standa til reiðar at koma inn, og hóast eg ikki fekk nakran minutt á vøllinum í dag, so var eg alla tíðina til reiðar, um boð skuldu verið eftir mær.
Vart tú ongan tíð bangin fyri, at sigurin skuldi gleppa tykkum av hondum?
- Nei. Eg haldi, at vit allir trúðu somikið nógv upp á tað, at vit bara høvdu fokus á at vinna. Og eg ivaðist onga løtu í, at liðið fór at røkka á mál í so máta, segði Karl Oddmar Rasmussen eftir sigurin.