Gert verður ikki við aftur í ár

Ulrik Balling og NSÍ skrivaðu sunnudagin undir sáttmála, sum ber við sær, at danin verður á NSÍ liðnum tað, sum er eftir av kappingini

Gert Langgaard verður ikki á liðnum, nú NSÍ av álvara fer at stríðast fyri at vinna fyrsta meistaraskapin nakrantíð. Hetta gjørdist greitt sunnukvøldið.
Gert Langgaard, sum í 2. hálvleiki varð innskiftur, varð skaddur í dystinum í Gøtu sunnudagin. Tá vit frættu, var ikki staðfest, hvussu álvarsligur skaðin var. Men sambært NSÍ venjaran, Jógvan Martin Olsen, so var Gert sjálvur ivaleysur í, at óstbeinið var brotið. Og miðvallarin veit, hvat hann tosar um. Tvær ferðir áður hevur hann hildið leingi frí frá fótbólti, tí óstbeinið hevur verið brotið.
Tað plagar at verða sagt, at tað tekur seks vikur, áðrenn tað ber til at fara undir aftur venjingarnar, tá óstbeinið er brotið. Um seks vikur verður sekstanda umfarið á skránni. Tað vil siga, at tíðin verður runnin frá Gert Langgaard, sum neyvan verður komin fyri seg aftur, tá síðsta umfarið verður spælt 5. oktober.
Gert var á vøllinum til dysturin ímóti GÍ var liðugur, men hann gjørdi lítla nyttu síðstu løtuna. Allar tríggjar skiftingarnar vóru gjørdar, tá Gert varð skaddur. Fysioterapeuturin hjá NSÍ, Marjun Thomassen, bant armin upp, og so royndi Gert sum frægast at vera í álopinum. Støðan var ikki so lítið átøk henni í dystinum ímillum Týskaland og Ongland í HM endaspælinum í 1970 í Meksiko. Ta ferðina var tað, at Franz Bäckenbaur síðstu løtuna spældi við hondini í fatli.

Balling verður í NSÍ
Á síðuni við góðum tíðindum hjá NSÍ hevur tað alstóran týdning, at felagið sunnudagin skrivaði sáttmála við Ulrik Balling. Avtalan ber við sær, at fyrrverandi Vejle spælarin verður í NSÍ tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.
Ulrik Balling vísti í steypafinaluni ólavsøkudag, tá hann skoraði annað NSÍ málið, at hann er bæði raskur og málsøkin, og aftur sunnudagin var hann á rætta staðnum og skoraði annað NSÍ málið í 2?0 sigrinum á GÍ.
Undan vikuskiftinum varð ikki eitt orð grett um, at Ulrik Balling, sum morgunin eftir ólavsøkudag fór av aftur landinum, skuldi spæla við NSÍ í Gøtu.
Duldu tit hetta fyri okkum?
? Tað var ikki fyrrenn fríggjakvøldið, at eg fekk eitt vink um, at tað kanska fór at verða til tað, at Ulrik kom aftur henda vegin. Eg havi skilt tað soleiðis, at hann í síðstu viku vandi við onkrum donskum feløgum, og at hann ivaðist eitt sindur. Fyri okkum kom tað sera væl við, at hann gjørdi av at taka av tilboðnum, sum NSÍ gav honum, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ.
Á NSÍ beinkinum vóru frá fyrsta bríksli Óli Hansen, Gert Langgaard og Ian Højgaard. Harumframt skal havast í huga, at Pól Thorsteinsson var leikbannaður. Tí kann ikki sigast annað, enn at NSÍ er væl fyri við fólki. Men sambært venjaranum fer tað at minka eitt sindur burturav nú:
? Kári Hansen verður leikbannaður næsta sunnudag. Bergur Djurhuus, sum hesa ferð var millum teir fyrstu ellivu, hevur fingið góðan kjans og fer til skips í nakrar vikur, og Ken Nónklett, sum hevur verið í 1. liðs hópinum, fer seinni í mánaðinum niður at lesa, sigur Jógvan Martin Olsen.