Geyl av Vestara Áarbakka

Yasser Arafat hevði stutt fjús. Tað upplivdu vit, ið sum journalistar vóru á fundi hjá Arafat í Keypmannahavn fyri trimum árum síðani. Palestinski forsetin hevði ein munnligan samanbrest við ein ísraelskan tíðindamann, ið setti spískar spurningar

Orð og myndir: Per Højgaard

"What is your mission?!!! Am I to be ignored?!!!"
Geylini frá tí nú deyða og jarðaða palestinska forsetanum, Yasser Arafat, hoyrast og upplivast umaftur, tá tankarnir leita aftur til ein minnisverdan tíðindafund í danska høvuðsstaðnum fyri trimum árum síðani. Forsetin og fyrrverandi guerillahermaðurin bart út sagt spruttaði av øði, og í minninum hanga hvøllu róp hansara framvegis í teirri langu gongini við teimum reyðu teppunum.
Júst hetta harðmælta slagið av politiskari argumentatión vóru vit í fjølmiðlaliðinum á Christiansborg als ikki von við. Tann vesturlendski hátturin at samskifta politiskt er ein annar og meira friðaligur enn tann í Miðeystri, og tá sjónvarpslamp-urnar vóru slóknaðar, nevndi ein ísraelskur starvsfelagi, at hetta var ikki óvanligt.
Hóast orðini komu frá einum, ið neyvan mundi virða pale-stinska leiðaran stórvegis, hildu vit okkum skilja, at maðurin við høvuðturriklæðinum mundi hava stutt fjús. At hin gráskeggjuti við arabaranøsini hevði harða og borandi rødd, vistu øll tey hjástøddu av.
Forkunnugar vitjanir
Upplivingin við Arafat fór fram í 2001. Hetta var í absolut seinasta enda av forsætisráðharratíðini hjá Poul Nyrup Rasmussen, og um hetta mundið taldist Nyrup millum teir europeisku stats-leiðararnar, ið høvdu sitið rættiliga leingi við valdið.
Danski forsætisráðharrin var vorðin eitt slag av nestori í ES-leiðarasamanheingi, og europe-iskir topp-politikarar komu kropp á kroppi til Kongens København at hitta Mister Rasmussen. Samstundis, sum hann var hitt savnandi punktið fyri føroyskari antipati mótvegis dønum og neyvan hevði vunnið serliga nógv stig í føroyskum popularitets-kappingum, hevði Poul Nyrup Rasmussen gott innlit, drúgvar politiskar royndir og helst eisini stóra ávirkan á starvsfelagar sínar í Europa. Og so hevði hann tann europeiska fyrimunin, at hann talaði bæði enskt, franskt og týskt mál flótandi.
Leiðarar í teirri stórpoltisku superliguni - teirra millum Gerhard Schrøder og Tony Blair - høvdu vit tíðindamenn høvi at síggja, seta spurningar og á tann hátt uppliva. Og so tær heilt stóru persónligheitirnar, ið at kalla eru vorðnar mytur, áðrenn tær eru farnar av foldum: Nelson Mandela og Dalai Lama.
Serliga Mandela gjørdi inntrykk og framkallaði treytaleysa virðing. Hann tóktist mær ófatiliga positivur og lívsglaður - hóast hvítu valdsharrarnir høvdu havt hann innilæstan í ein mansaldur ella tveir á suðurafrikonsku djevlaoynni, Robben Island.
Heilt undarliga positivur var eisini andaligi leiðari Tibets, og tað er fullkomiliga óskiljandi, tá hugsa verður um ræðuleikarnar, stýrið í Bejing fremur móti fólkinum í fjallalandinum uppi móti heimsins tekju.
Trygdarmenn, ráðgevarar - og Arafat
Palestinski leiðarin var við øðrum orðum við í gyltu røðini av politikarum, sum trein inn á bonaðu gólvini í danska forsætismálaráðnum til eitt politiskt prát, og sum eisini fegin svaraðu spurningum frá teimum forvitnu og spurnu.
Speglsalurin á Christiansborg er rúmliga reyða stovan, har forsætisráðharrin og gestir hansara halda tíðindafundir. Føroyingar kenna hetta rúmið sum staðið, har táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, og Poul Nyrup Rasmussen hildu sínar - meira ella minni pínligu - tíðindafundir eftir tey ymsu samráðingarumførini um fullveldi til Føroya í 2000. Hendan 5. mars í 2001 var Speglsalurin kortini ikki akkurát so, sum hann plagdi. Uttan fyri nógvar dyr hildu vit okkum hava sæð menn við oyrasniglum. Eftiransin, hálv- og heilnervøs embætisfólk sóust eisini nógvastaðni.
Tað vanliga er, at statsleiðararnir einsamallir koma á tíðindafund, men soleiðis var ikki hesaferð. Ein kjøtrond av trygdarmonnum og ráðgevum fylgdu við, tá dyrnar umsíðir vórðu slignar upp á víðan vegg, og høvuðspersónurin steig inn til okkara. Hóast riðilin av fólki bar eitt sindur av ørkymlan við sær, so ivaðist kortini ongin í, hvør høvuðspersónurin var. Í khaki-littum uniformi og hvítum og svørtum puntutum høvuðturri-klæði. Hetta var maðurin, sum vit kendu hann frá BBC, CNN og SKY: Yasser Arafat LIVE!
Okkurt graml um sjúku hevði verið frammi í fjølmiðlunum longu fyri 2001, og satt at siga sá maðurin ikki heilt frískur út. Hann var hampiliga væl gongdur, men hann var risthentur. Varrar og rødd hansara skulvu, meðan arabisku orðini komu út úr munni hansara. Arafat valdi at tosa umvegis tulk og ráðgeva sín, Saeb Erekat. Hetta helst fyri at at vinna sær eyka tíð at umráða seg í og umhugsa síni svar. Erekat, sum sæst á teirri størru myndini (høgru megin Arafat), er ráðharri í ísraelsku stjórnini, og hann hevur samráðingar við Ísrael sum málsøki. Tað var Saeb Erekat, ið hósdagin kunngjørdi deyða Arafats.
Spreingingin
Á øllum trygdarvørðunum og ráðgevunum skiltist, at palestinar høvdu fyrireikað seg soleiðis, at ongin skuldi kunna hótta leiðara teirra, hvørki trygdarliga ella við ov snildum spurningum. Kortini var tað júst hetta - ein spískur spurningur - sum festi eld í skravturra hoyggið.
Eftir at stóru sjónvarpsrásirnar høvdu fingið svar til sínar spurningar um tann vápnaða uppreisturin hjá palestinum, Intifaduna, og tað ótryggu lagnuna hjá friðartilgongdini í Miðeystri, kom túrurin til ein journalist, sum umboðaði ísraelska tíðindablaðið Haaretz.
Maðurin ætlaði sær at seta tveir spurningar men kom bert til tann fyrra. Hann vendi sær til palestinska leiðaran, ið sat undir liðini á danska forsætisráðharranum, og spurdi, um Yasser Arafat bert sá trupulleikar á ísraelsku síðuni, og um palestinska síðan onki galið hevði gjørt í stríðnum, sum framkallaði Intifaduna.
Ein heldur provokerandi spurningur til ein leiðara, hvørs fólk er í kríggi við annað fólk, og reaktiónin hjá Arafat kom alt fyri eitt og í einari ljóðlegu, sum eingin - uttan kanska júst ísraelski journalisturin - hevði væntað.
Nú skar Yasser Arafat tulkingina burtur, reisti seg úr stólinum og hvesti eftir spyrjaranum á enskum máli, so øll skuldu skilja: "Hvør er tín ætlan?!!! Skal eg tigast burtur?!!!"
Verturin í Speglsalinum hvakk við men valdi kortini onki at siga. Vit hugdu spyrjandi upp á hvønn annan. Hesi geylini av Vestara Áarbakka, sum fóru um allan salin, var eingin av áskoðarunum vanur við. Maðurin frá Haaretz mutaði ímóti og royndi at koma við einari viðmerking, men har var ikki nógv at gera hjá honum, tí ovursinti palestinarin kvetti hann av, lat ein streym av orðum ganga móti honum og bað hann síðani tiga.
Bað um fyrigeving
Tærnar hevði Nyrup helst krúllað nakað væl niður í teppið, tá hann aftur tók orðið og lat eina kvinnu sleppa at seta ein spurning. Henda spurningin fekk forsætisráðharrin sjálvur, og tí fekk forsetin, sum var knallreyður í skortinum av illsinni, stundir at blíðkast aftur.
Hóast hvørki ísraelsmenn ella palestinarar hava allan rættin í Miðeysturspurninginum, so var ikki trupult at leggja merki til tann seinna spurningin hjá Yasser Arafat, ið helst er júst kjarnin í bardaganum hjá palestinarum: Skulu teir tigast burtur? Ella skulu teir hava sín egna stat? Hetta munnu vera teir mest týðandi spurningarnir í bardaganum, sum hevur kostað alt, alt ov nógv blóð.
Tíðindafundurin í Speglsalinum var tíðaravmarkaður og lækkaði móti endanum. Men áðrenn danski forsætisráðharrin takkaði pressuni fyri áhugan, tók Arafat orðið. Hesaferð var røddin rólig, og tú kendi á honum, at hann angraði, at hann hevði tikið so rívan til fyri løtu síðani. Kurteisliga bað hann um fyrigeving fyri atburð sín, sendi eitt bros út til okkara og segði, at hetta var ikki so illa meint.
Sjálvandi fekk hann okkara fyrigeving, men tá navn hansara hevður verið havt á lofti, eru tankarnir ofta førkaðir inn á harðmælta tilburðin hin mai-dagin í 2001, og tá er niður-støðan hvørja ferð hin sama: Fjúsið var stutt men helst neyðugt í einum gerandisdegi við støðugum stríði.