Fúsi átti nógv bestu tíðina

Leygardagn var fyrsta umfar í FM í kappríðing

Leygardagin vóru fyrstu kappingarnar í FM í kappríðing. Hendan kappingin var á flúgvarabedingini í Vágum.

 

- Nógv ross vóru tilmeldað til kappingina. Aftaná nøkur ár har talið er kvinkað niðureftir, sær nú út til at vend er komið í, tí hesa ferð vóru 28 ross við í kappingini, afturímóti 20 rossum í fjør, sigur Føroya Ríðingarfelag.

 

Byrja var við Tølt og hesa kappingina vann Regin Poulsen á hestinum Baldur, tíðin var 23,9 sekund. Skeiðkappingina vann Anna Magnusen á Sokki við tíðini 12,6 sekund Tey eiga bæði rossini sjálvi. Trav vann Eiler Joensen á Savoy, sum Berit Joensen eigur, vinnaratíðin var 49,1 sekund.

 

Tvíspor fyri ung, vann Ragheiður Dam á ryssuni, Brá, ið Grækaris Joensen eigur og sum heild var tíðin næstbest av øllum hendan dagin. Elisabeth Niclasen á Sinu gjørdist nummar. 2 og Angelika Sondum á Teistu gjørdist nummar. 3.

 

Tvíspor, ll flokk, vann Jonita á Plógv á ryssuni, Blanka, sum Petur Múller eigur. Nummar 2 gjørdist superveteranurin, Svenning Reinert, á Brynju.

 

- Svenning er 79 ára gamal, so hetta er vorðið sum bragd av hesum manni, ið hevur riðið kapp longur enn nakar annar vit eru vitandi um, sigur Ríðingarfelagið Nummar. 3 gjørdist Jóan H Davidsen á Tobba.

 

Størsti spenningurin var helst um Tvíspor l flokk. Føroyameistarin frá 2013, Fúsi, hjá Zacharias R. Jacobsen, var ikki við í kappingini í fjør fyri skaða og summi ivaðust í um hann enn var líka kvikur sum hann plagdi.

 

- Og ivaðist nakar áðrenn leygardagin, gera tey tað so ikki longur, sigur Ríðingarfelagið. Fúsi vann nevniliga greitt við tíðini 19,3 sekur og hetta var eisini besta tíðin hendan dagin. Nunnar 2 gjørdist Rebekka Simonsen á Urd, hjá Sjúrða Samuelsen og nummar. 3 var Annfin Reinert á Vør, sum hann eigur sjálvur.

Fleiri myndir frá kappingini eru at síggja niðanfyri. Myndirnar eru frá Føroya Ríðingarfelag.

 

Trýst á skjalið niðanfyri -undir lýsingini- og síggj øll úrslitini.