Eg uppfati ikki meg sjálvan sum heimføðisligan. Eg gangi ikki á gøtunum her í Aarhus og leingist eftir at síggja føroyskar strendur, og køldu vetrarkvøldini seti eg meg heldur at hyggja at danska fótbóltslandsliðnum enn at yrkja heimlangtandi reglur um fosturlandið. Mær dámar væl at búgva í Danmark, og man nokk ganga undir heitinum »ein væl integreraður innflytari« ella nýdanskari, sum í løtuni er tað mest politiskt korrekta orðið tú kanst nýta um ein perkara í Danmark, atlantshavsperkara í mínum føri.
Men eitt fornoktar seg ikki. Eg sakni føroysk viðurskifti, summi teirra í øllum førum. Mest av øllum sakni eg ikki at sakna eitt persónsnummar. Nummarið, sum eg eri komin at kenna sum mítt digitala navnaspjaldur, stendur á sjúkratryggingarprógvinum og við tíðini havi eg lært, at hetta sjúkratryggingarprógvið er mín ófrávíkiligi fylgissveinur, sum eg ikki komi langt uttan.
»Må jeg se deres sygesikringsbevis« er ein setningur, sum eg ikki kan torga. Seinast eg hoyrdi setningin var tá eg í gjárkvøldið skuldi læna fimtan kúlur til eitt pool-borð. Næstseinast eg hoyrdi hann var tá eg skuldi bíleggja mær rabattkort frá DSB fyrradagin. Men eg kundi eins væl víst prógv fyri míni sjúkratrygging fyri jólamanninum sum fyri smádreinginum í pool-barrini og skrankapávanum á banagarðinum. Eg trúgvi ikki, at nakar teirra leggur í at vita um eg eri tryggjaður ímóti sjúku ella ei. Men á sama korti standa við risastavum tølini 1906781723, nógv størri enn mítt navn og adressa, og hetta tykjast øll at hava ein øgiligan áhuga í. Hetta er mítt tal. Hetta er mít kennimerki. Hetta er mítt navn, nógv meira enn Rúnar Reistrup er tað. Sigi er Rúnar Reistrup, men skeivt persónsnummar trúgva tey mær ikki. Sigi eg rætt nummar, men skeivt navn, spyrja tey meg um eg eri vísur í at eg ikki eiti Rúnar Reistrup. Tað er tó sjáldan at eg verði spurdur um annað enn mítt nummar.
Heldur enn at útflýggja hvørjum einstøkum borgara í hesum landi eitt veruligt »persónsprógv«, verður sjúkratryggingarprógvið brúkt sum eitt slíkt. Tað ljóðar meira menniskjaligt at biðja um at síggja sjúkratryggingarprógv enn at síggja persónsprógv, og er uttan iva eisini lættari svølgiligt fyri fólk. Men veruleikin er tann sami. Tú ert eitt nummar, sum Terji hevði sagt tað.
Fyrsta uppliving eg hevði av hesum ópersónliga máta at viðgera fólk, var tá eg, enn búsitandi í Føroyum, søkti um pláss á universitetinum í Aarhus. Við navni, adressu og einum »er ikke i besiddelse af personsnummer« standandi í teiginum við heitinum »CPR-nummer« sendi eg umsóknina. Á ólavsøku varð bræv sent frá universitetinum til ta førosyku adressuna, sum eg sum trý ára gamal flutti til eftir at hava livað tey fyrstu trý ár av lívi mínum á Oyrasundskollegienum. Orsøkin, havi eg síðan funnið útav, var at eg fekk eitt persónsnummar tann dagin eg sá dagsins danska ljós, og at sambært hesum hevði eg eina adressu í Føroyum. Og hvørjum skal man so trúgva? Einum persóni, sum pástendur at hann býr á einari ávísari adressu, ella einum persónsnummari, sum gott nokk ikki er uppdaterað síðan 1981, men sum hevur eina aðra meining um adressuna hjá sama. Universitetið ivaðist ikki.
Eitt líknandi dømi um øgiliga trúvirðið hjá sjúkratryggingarprógvinum og øgiliga lítla trúvirðið hjá mínum glatta andliti, var tá eg skuldi brúka eina teldu á einum donskum bókasavni fáar dagar eftir at eg hevði mist tjóðarheitið »hjemmehørende på Førøerne«. »Må jeg se deres sygesikringsbevis?« spurdi støvuti bókavørurin og svaraði bara eitt turt »Nåh« tá eg greiddi frá, at eg ikki hevði fingið prógvið útflýggjað enn, men at eg hevði nummar 1906781723, eitt navn og vísti henni føroysku sjúkrakassaváttanina, koyrikortið og ES-passið. Tann dagin kom eg ikki so mikið sum nær eini teldu.
Nú góð tvey ár eru liðin síðan eg tók tey tungu stig oman á býráðsskrivstovuna á Vaglinum og bað um ikki longur at standa skrásettur sum havnarmaður, havi eg vant meg við at eita 1906781723 og verða personifiseraður av einum gulum sjúkratryggingarkorti. Men eg kann ikki fordraga tað og sakni ikki at sakna at eita annað enn Rúnar Reistrup.