Hondbóltur
Hondbóltsdómarafelagið hevði kring dystin millum H71 og StÍF leygardagin skipa fyri ymsum tiltøkum, soleiðis at føroysku dómararnir skuldu fáa sum mest burtur úr, nú tveir danskir toppdómarar vóru á vitjan.
Undan dystinum varð lítil fyrilestur, har teir greiddu frá, hvussu teir vanliga fyrireikaðu seg til slíkan dyst. Hesin fyrilesture var opin fyri dómarum, venjarum og fjølmiðlum, og sum skilst, so var talan um rættiliga áhugaverdan fyrilestur.
Síðani var farið til sjálvan dystin, sum teir báðir skuldu døma. Eisini her varð fylgt væl við dømingini, áðrenn ein eftirmeting frá øllum pørtum varð gjørd.
Um dømingina sjálva hildu fleiri, at hendan ikki víkti so øgiliga nógv frá tí, sum føroyingar eru vanir at síggja, og sum so man tað bara vera eitt gott tekin. Tað skerst tó ikki burtur, at drúgvu royndirnar hjá dómarunum hava við sær, at teir allan dystin tóktust sera róligir. Hartil høvdu teir eisini sera gott eyga við, nær teir lótu fyrimunsregluna galda, fyri síðani eftirfylgjandi at revsa spælarar, sum høvdu forbrotið seg á reglurnar.
Sunnudagin høvdu vit orðið á Eyðun Samuelsen hjá dómararfelagnum, og hann ivaðist ikki í, at hetta var ein vitjan, sum teir í felagnum høvdu fingið nógv burturúr.
- Hetta eru jú dómarar, sum hava sera drúgvar royndir, og tí kunnu teir sjálvandi læra okkum nakað. Og førleikin fyri hesum verður ikki minni, tá teir báðir hava tikið prógv sum dómarainstruktørar.
Men hvat ítøkiligt kunnu tit brúka slíka vitjan til?
- Fyrst og fremst at menna okkum sjálvar. Tað er ikki soleiðis, at tú nú kanst siga, at føroyskir dómarar eftir hetta dugi eitt ella tvey ávís ting betri. Men tað heldur gongd í eini støðugari menning, og tað er tað, sum vit mugu miða eftir, heldur hann.
- Og so kann eg bara leggja afturat, at vit eru sera fegnir um, hvussu væl eydnað hetta tiltakið var. Teir báðir dómararnir tóktust eisini hava eitt gott vikuskifti, og teir staðfestu, at teir heldur enn gjarna aftur koma á vitjan her hjá okkum, sigur Eyðun Samuelsen at enda.









